Fótbóltur

Christian Høgni er nú í Fuglafirði

43-ára gamli venjarin og fyrrverandi stórspælarin úr Saltangará er í gongd við A-venjaraútbúgvingina. Hann skal nú taka sær av næstbesta mansliðnum og U21-liðnum hjá ÍF.

Christian Høgni Jacobsen og Georges Rouah, eftir at sáttmálin fyri 2024 er undirskrivaður. Christan Høgni kemur úr NSÍ og avloysir Ólav Larsen, sum nú er hjálparvenjari á besta liðnum (Mynd: ÍF)

Christian Høgni Jacobsen og Georges Rouah, eftir at sáttmálin fyri 2024 er undirskrivaður. Christan Høgni kemur úr NSÍ og avloysir Ólav Larsen, sum nú er hjálparvenjari á besta liðnum (Mynd: ÍF)

2024-05-07 12:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ólavur Larsen gjørdist hjálparvenjari hjá Jákup Martini Joensen, tá síðstnevndi fyri tveimum vikum síðani tók yvir hjá ÍF.

Les eisini: Jákup Martin tekur yvir í Fuglafirði

Harvið kundi Ólavur ikki longur røkja uppgávuna sum venjari hjá næstbesta liðnum og U21, og ÍF fór at leita eftir nýggjum venjara.

Hann varð funnin við Skálafjørðin. Christian Høgni Jacobsen er fyri kortum givin í NSÍ, har hann millum annað tók sær av 1. deildarliðnum. Nú skal gamli málrevurin venja næstbesta mansliðið hjá ÍF, umframt U21-liðið. Hesum boðar ÍF frá í dag.

- Avtala er gjørd millum ÍF og Christian Høgna Jacobsen um at vera høvuðsvenjari hjá næstbesta og U21 liðunum hjá ÍF. Avtalan er galdandi fyri kappingarárið 2024.

Nýggi venjarin er 43 ár, hevur drúgvar fótbóltsroyndir og er í gongd við hægstu venjaraútbúgvingina í Føroyum.

- Christian Høgni er ein kendur maður í føroyskum fótbólti. Gamli málrevurin úr Runavík, við nógvum dystum og málum í bestu deildini, hevur seinastu árini verið venjari hjá ymiskum liðnum hjá NSÍ. Men nú er avtala komin í lag og verður Christian Høgni venjari í Fuglafirði í ár. Christian Høgni er eisini í gongd við at taka A-venjaraprógv, skrivar ÍF.

Maðurin úr Saltangará stóð fyrstu ferð á síðulinjuni í ÍF jakka til 2. deildardystin á Svangaskarði fríggjakvøldið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder