Fótbóltur

Steypafótbóltur aftur á breddanum

Víkingur-AB á skránni klokkan 18 í kvøld. Hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar verða spældar seinnapartin í morgin.

Formsterku Víkingarnir spæla ímóti AB úr næstbestu deildini í kvøld - steypavinnararnir úr HB spæla ímóti EB/Streymi í morgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Formsterku Víkingarnir spæla ímóti AB úr næstbestu deildini í kvøld - steypavinnararnir úr HB spæla ímóti EB/Streymi í morgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-08 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Millum 8. og 9. umfar í bæði Betrideildini og 1. deild hjá monnum eru fjórðingsfinalurnar í steypakappingini á skránni.

Ein er kvøld í Sarpugerði - onnur uppgerðin millum eitt lið úr Betrideildini og eitt úr 1. deild - og hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar verða spældar í morgin, Kristi himmalsferðardag.

Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 8 mai
18.00: Víkingur - AB

Í morgin, hósdagin 9 mai
14.00: TB - B68
15.00: B36 - NSÍ
16.00: EB/Streymur - HB

Mest spennandi uppgerðin á pappírinum er tann í Gundadali í morgin, har NSÍ vitjar eitt kroyst B36-lið. Steypavinnararnir vitja í Streymnesi.

Steypafótbóltur hevur ofta nakað serligt yvir sær, so áhugavert at síggja um nakar skelkur verður.

[object Object]
Víkingur hevði sínar trupulleikar í Hoyvík í 1. umfari - 1. deildarliðið kom á odda. Spuringurin er, um AB fær skaka besta liðið í Føroyum í løtuni í Sarpugerði í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Dystirnir síggjast á Televarpinum. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara. 

Rættað og dagført: 14.57

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder