placeholder
Hondbóltur

U20 ávegis til EM-undankapping

U20 landsliðið við monnum er í dag farið av landinum. Teir skulu taka lut í EM-undankapping í Skojpe í Makedonia.

U20-hópurin undan fráferð í Vágunum(Mynd: HSF)

U20-hópurin undan fráferð í Vágunum(Mynd: HSF)

2018-07-18 18:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikkalandi, Litava, Finnlandi og Estlandi. Fyrsti dysturin hjá Føroyum er móti Litava leygardagin.

U20 menninir hava vant dúgliga seinastu tveir mánaðirnar. Teir, ið manna liðið, eru menn í bestu føroysku deildini og tveir garpar, ið eisini vóru á U21-landsliðnum, sum var til HM-endaspælið í Algeria í fjørsummar. Høvuðsvenjari er Mark Lausen-Marcher og hjálparvenjari er Hjalmar Klein Olsen.

Til ber at fylgja U20 landsliðnum á Instagram hjá HSF, sum eitur Faroe Islands Handball. Dystirnir hjá U20 verða stroymdir á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum, eurohandball.com.

Skriv frá hsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder