Fótbóltur

Upptakt: KÍ skal skora í Vilnius

Minst tvær ferðir skal liðið hjá Mikkjal Thomassen fáa mál, og tað er tískil ein sera torfør uppgáva fyri framman í kvøld.

KÍ-leikararnir eru væl fyrireikaðir til stóru uppgávuna í Litava í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ-leikararnir eru væl fyrireikaðir til stóru uppgávuna í Litava í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-19 09:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin) - KÍ-hópurin hevur fyrireika seg væl til Europa League-dystin í litaviska høvuðsstaðnum seinastu dagarnar. Teir í hópinum og umkring hann hava búð væl, vant í góðum umstøðum á tjóðarleikvøllinum, og leikararnir tykast at vera væl fyri.

Í dag er so dystardagur, og í kvøld bíðar so uppgávan móti Zalgiris Vilnius á LFF leikvøllinum; sunnarliga í vakra og sjarmerandi høvuðstaðnum, har tað eru væl yvir 500.000 íbúgvar. 

Heimaliðið er mannað við nógvum útlendskum leikarum. Zalgiris vann The Double á hvørjum árið frá 2013 til og við 2016. Talan er um eitt fysiskt serkt lið. Venjarin, Valdas Urbonas, segði á tíðindafundi í gjár, at teir undirmeta ikki føroyska liðið, men at heimaliðið skal vinna dystin. 

Hjá KÍ hava allir sum so vant við fullari ferð. Jóannes Bjartalíð hevur tó ein skaða at dragast við, og í KÍ-leguni verður tað ansað væl eftir honum. Hann er tó í spæl til dystin í kvøld; verður í øllum førum á dómaraseðlanum. Nýggi kroatiski verjuleikarin, Predrag Pocuca, er við á túrinum. Hansar loyvir eru tó ikki komin uppá pláss enn, so hann verður ikki við í kvøld.

Frá tíðindafundinum í gjár í Vilnius (Mynd: Sverri Egholm)

Á tíðindafundinum hjá KÍ í gjár segði høvuðsvenjarin Mikkjal K. Thomassen, at hóast 1-2 tap og keðilig mál ímóti so var hann nøgdur við nógv í fyrra dystinum, og at KÍ í morgin skuldi halda spenninginum í uppgerðini. Bæði hann og liðformaðurin Páll A. Klettskarð ásannaðu, at torleikastøðið var høgt, men spurdur um støðið í føroyskum fótbólt, tosaðu báðir um eina týðiliga framgongd.

Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð, ið er klokkan 20.00 lokala tíð. Vit verða á staðnum, og hava ymiskt tilfar, ið verður lagt út. Tað er enn óvist, um møguleiki er fyri stroyming.

Les eisini: Venjarin hjá mótstøðuliðnum: Zalgiris fer eftir sigrinum

Les eisini: Á tíðindafundi við KÍ: - Føroyskur fótbóltur hevur avgjørt ment seg

Sí eisini: Myndir: Seinastu fyrireikingarnar hjá klaksvíkingum í Litava

Sí eisini: Video: Borgarstjórin trýr uppá KÍ-sensatión

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder