Fótbóltur

Kroatiskur landsliðsleikari vil ikki hava silvurmedalju

Nikola Kalinic varð sendur heim aftaná fyrsta dystin, og heldur seg ikki hava uppiborið medalju.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-21 13:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri einari viku síðani gjørdist Kroatia nummar tvey í HM í fótbólti. Men ikki allir landsliðsleikarar hava feirað silvurmedaljuna.

AC Milan-leikarin, Nikola Kalinic fær onga silvurmedalju.

Hóast hann var millum teirra, ið fóru við til Russlands, varð hann koyrdur heim aftaná fyrsta dystin.

Kalinic byrjaði á bonkinum í dystinum móti Nigeria, men tá landsliðsvenjarin, Zlato Dalic vildi hava hann inn á vøllin, noktaði hann, tí hann hevði ilt í rygginum.

Kortini fekk hann bjóðað eina silvurmedalju, men Kalinic hevur takkað nei. 

"Eg takki fyri medaljuna, men eg spældi ikki í Russlandi," segði Kalinic, sambært TV2.

Í ár varð fyrstu ferð, at kroatiska fótbóltslandsliðið hevði vunnið seg pláss í einari HM-finalu. Tó megnaði Kroatia at enda á einum 3. plássi í 1998.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder