’Dreymar við havið’ á altjóða filmsstevnuni í Tromsø

Ingi Samuelsen

18.12.2017 - 11:54

Mentan > List > Filmslist

Føroyski filmurin “Dreymar við havið” eftir Sakaris Stórá, verður í januar sýndur á altjóða

filmsstevnuni í Tromsø í Noregi.

Tromsø International Film Festival, sum er størsta filmsstevna í Noregi og millum stórstu

filmsstevnur í norðurlondum, sýnir umleið 80 filmar hvørt ár, fyri umleið 60.000 vitjandi.

Hetta verður fjórða altjóða filmsstevnan sum “Dreymar við havið” luttekur á. Filmurin hevði

frumsýning í Føroyum í heyst, og hevur síðan luttikið á filmsstevnum í Íslandi, Italia og Týsklandi.

Havnar Bio sýndi filmin í heyst og aftur í desember, og sýningar hava eisini verið í Klaksvík,

Suðuroy, Runavík og komandi ár verða sersýningar í Fuglafirði og á Sandoynni.