    <dc:language>en</dc:language>
      <description><![CDATA[Kreppan og tað stóra arbeiðsloysið í teimum suðurevropeisku londunum hava fingið nógv fólk at leita sær til Týsklands í vónini um at tryggja sær betri livikor. 
Tøl hjá týsku myndugleikunum vísa, at í fjør komu 23.800 grikkar til Týsklands, og tað var heili 90 prosent meiri enn árið fyri. 30.200 italiumenn fóru til Týsklands í fjør slla 23 prosent fleiri enn í 2010, og úr Spania komu 20.700 fólk ella 52 prosent fleiri enn í fyrraárið. 
Hagtølini vísa, at tey flestu, sum leita sær úr Suðurevropa til Týsklands, eru millum 30 og 45 ára gomul, og at tey vilja sleppa at búgva í býum, har tey eiga vinir ella skyldfólk  frammanundan. 
Tilsamans fluttu 985.000 útlendingar til Týsklands í fjør, og 678.000 fólk fóru úr Týsklandi, sum hevur umleið 81,5 milliónir íbúgvar. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Tann heimskendi meksikanski rithøvundurin Carlos Fuentes doyði í gjár, 83 ára gamal. Tað var meksikanski forsetin, Felipe Calderon, sum bar deyðsboðini av honum. 
Carlos Fuentes verður roknaður sum ein av teimum týdningarmestu latínamerikonsku rithøvudunum, og bøkur hansara eru týddar til fleiri mál. Bókin "Gringo Viejo", sum kom út í 1985, gjørdist mest selda bók í USA, og seinni bleiv hon gjørd til film við Gregory Peck og Jane Fonda sum høvuðsleikarum. 
Fuentes var javnan í USA og helt fyrilestur á lærdum háskúlum so sum  Princeton, Harvard og Columbia. 
Carlos Fuentes doyði á einum sjúkrahúsi í Meksiko býi í gjár, eftir at hann hevði fingið trupulleikar við hjartanum. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Kinesiska leiðslan er ikki fegin um, at Avstralia og USA hava gjørt av at víðka tað hernaðarliga samstarvið millum londini bæði, og tí hevur júst hetta málið staðið ovarlaga á dagsskránni, nú avstralski uttanríkisráðharrin, Bob Carr, er í Kina og ferðast. 
Í Beijing hevur Bob Carr hitt millum annað uttanríkisráðharran, Yang Jiechi, og tíðindastovurnar skriva, at hernaðarsamstarvið millum Avstralia og USA var høvuðsevnið á fundinum. Kina er serliga misnøgt við, at Avstralia hevur givið amerikanarunum loyvi til at byggja eina herflotastøð í Darwin har norðuri í Avstralia, og at 2.500 amerikanskir herflotamenn skulu hava støð har. Men avstralskir og amerikanskir eygleiðarar hava sagt, at herflotastøðin er ein beinleiðis avleiðing av, at Kina hevur nútímansgjørt sín herflota og hótt við at brúka hermegi til at loysa trætur um ræðisrættin yvir leiðum í Suðurkinesiska havinum. 
Bob Carr og Yang Jiechi tosaðu eisini um samhandil. Kina er tað landið, sum keypir mest av avstralskum vørum, og sum er fer ein fjórðingur av avstralska útflutninginum til Kina.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, kunngjørdi í dag, at hon hevði koyrt umhvørvismálaráðharran, Norbert Röttgen, úr stjórnini. 
Avgerðin er ein beinleiðis avleiðing av landspartavalinum í Nordrhein-Westfalen seinasta vikuskiftið. Har stillaði Norbert Röttgen upp sum oddavalevni hjá stjórnarflokkinum CDU, men valið gjørdist ein dyggur smeitur fyri flokkin, sum fekk 26 prosent av atkvøðunum, meðan Sosialdemokratarnir fingu 39 prosent. 
Ósigurin í Nordhrein-Westfalen verður mettur sum eitt álvarssamt bakkast fyri Angelu Merkel. Tann 46 ára gamli Röttgen hevur leingi verið ein av hennara næstu samstarvsfeløgum, og hann hevur av og á verið umrøddur sum ein møguligur eftirmaður hjá henni sum floksformaður. 
Tað var væntandi, at Norbert Röttgen fór at missa ráðharrasessin, eftir at hann segði seg úr øllum álitisstørvum hjá CDU sunnukvøldið, tá valúrslitið kom. Í hansara stað sum umhvørvismálaráðharri kemur Peter Altmaier, sum eisini er úr CDU. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Grindin, sum legði beinini í Trongisvági um miðdagin í dag, eru nú merktir.
Grindin var 63 hval, og verður skift til Hvalbiar Sókn, Froðbiar Sókn og Fámjin.
Eftir at grindin gjørdi landgongd, varð hon sleipað út á Drelnes. Og har koma seðlarnir út klokkan 20.30 í kvøld, sigur sýslumaðurin, Jaspur Vang.]]></description>  
      <description><![CDATA[Danska stjórnin og Eindarlistin samdust í dag um eina kommunala útjavningaravtalu, sum skal flyta meiri pengar frá teimum ríku kommununum til tær fátæku kommunurnar. Haraumframt samdust partarnir um at játta 400 teimum fátæku økju8num 400 milliónir krónur afturat. 
Útjavningaravtalan fer at kosta kommunum við stórum skattainntøkum so sum Rudersdal, Gentofte og Hørsholm mest, meðan kommunur við lágum skattainntøkum so sum Guldborgsund og Langeland fáa mest burtur úr avtaluni. Eitt nú fer avtalan at geva Langeland Kommunu, sum hevur beint oman fyri 13.000 íbúgvar, 47 milliónir krónur. 
Tilsamans skulu 11 milliardir krónur takast frá teimum ríkastu kommununum. 63 kommunur fáa ágóða av avtaluni. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Fyrsta ársfjórðing í ár hevði Atlantsflog hall upp á 4,3 milliónir krónur. Sambært felagnum er tað høgur oljuprísur, sum ávirkar úrslitið.
Hetta er lakari úrslit enn í fjør, tá hallið fyrsta ársfjórðing var 2,1 milliónir. Felagið sigur í tíðindaskrivi, at fyrsti ársfjórðingur er vanliga lakur, men í ár var hann søguligur, tí tá fór Airbus-flogfarið í regluliga rutuflúgving millum Føroyar og Danmark.
Høgir oljuprísir, útreiðslur í sambandi við Airbus-flogfarið og minkandi virksemi í leiguflúgvingini høvdu við sær, at úrslitið fyrsta ársfjórðing í ár gjørdist heldur lakari enn í fjør. Rutuflúgvingin øktist tó. Samlaða sølan vaks úr 84 mió. kr. fyrsta ársfjórðing í fjør upp í 91 mió. kr. sama tíðarskeið í ár.
– Tað er altíð tungt at fáa endarnar at røkka saman í vetrarhálvuni, og so var eisini hesaferð. Vit hava kortini vónir um betri úrslit sum frálíður, men høgi oljuprísurin er kortini ein støðug avbjóðing, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Farnu mánaðirnar hava verið søguligir hjá felagnum. Tann 28. mars varð nýggja Airbus 319- flogfarið sett í flúgving. Samstundis tók felagið sum fyrsta felag í Evropa í nýtslu navigatiónsskipanina RNP AR 0.1, sum økir um trygd og reglusemi við fráferð og lending.
– Tá Airbus-flogfarið varð sett í flúgving, minkaði oljukostnaðurin fyri hvønn ferðandi, og nýggj prísskipan varð stutt frammanundan sett í gildi. Hesi átøk høvdu gildi so stutt fyrsta ársfjórðing, at ávirkanin av teimum sæst ikki fyrr enn annan ársfjórðing, sigur Magni Arge.
Airbus 319-flogfarið fer í høvuðsheitum at verða brúkt á leiðini til Danmarkar, men í summar skal flogfarið eisini flúgva beinleiðis til Barcelona.
– Sjálv flúgvingin við Airbus-flogfarinum hevur riggað sær væl, og ferðafólkini hava verið fegin um flogfarið. Vit gleða okkum til næstu avbjóðingarnar bæði viðvíkjandi rutuflúgving og leiguflúgving, sigur Magni Arge.
Serliga Noreg sum stendur fyri tørni í næstum, tí Atlantic Airways fer at flúgva alt árið til Bergen.
– Felagið hevur gjørt av at leingja summarflúgvingina til Bergen, so hon røkkur fram til endan av oktober. Í vetur er ætlanin at flúgva umvegis Bergen á farleiðini til Billund tvær ferðir um vikuna, sigur Magni Arge.]]></description>  
      <description><![CDATA[Í gjár var aðalfundur í MBF, har fremsta mál á skránni var at velja nýggjan formann fyri Leilu Solmunde, sum knappliga og óvæntað doyði herfyri.
Tvey valevni vóru at velja ímillum, Carita Bjørklund og Maria Olsen. Og tað valið fall Caritu Bjørklund til fyrimunar.
Hon hevur royndir innan felagsarbeiði, og hevur eitt skifti verið forkvinna í Pedagogfelagnum, og tað er næstan neyðugt, tí tey flestu eru samd um, at tað verður ikki lætt at fylla skógvarnar hjá Leilu Solmunde.
Tveir aðrir nevndarlimir stóðu eisini fyri vali, Sigrun Wardum og Jensa Heinesen, og tær vórðu báðar afturvaldar í starvsnevndina
      <description><![CDATA[Á aðalfundi í apríl løgdu Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag saman í eitt felag. Felagið eitur nú Heilsurøktarafelagið og hevur umleið 350 limir.
Í nývaldu nevndini sita: Majbritt Mohr, forkvinna, Kerstin Laksáfoss, næstforkvinna, Gunvør Sigurðsson, Jóhanna Henriksen og Sveinbjørn Olsen nevndarlimir. Tiltakslimir eru Anna-Britt Eið og Sunrid Berg. Nevndin í Heilsurøktarafelagnum hevur havt sín fyrsta fund og má staðfesta, at vit hava nógvar samfelagsligar avbjóðingar fyri framman. 
Heilsurøktarafelagið vil millum annað arbeiða fyri, at Føroyska samfelagið hevur ein vælskipaðan arbeiðsmarkna, har eisini heilsurøktarar hava sítt pláss og virka við sínum førleikum, soleiðis at alt teirra tilfeingi verður brúkt til fulnar. 
Feløgini høvdu undan samanleggingini skipað fyri eini búmerkjakapping. Á aðalfundinum varð nýggja búmerkið avdúkað. Vinnarauppskotið átti Marita Sivertsen úr Klaksvík.
Á myndini er nýggja nevndin fremst frá vinstru: Jóhanna Henriksen, Majbritt Mohr, forkvinna, og Gunvør Sigurðsson. Aftast standa Kerstin Laksáfoss, næstforkvinna, og Sveinbjørn Olsen]]></description>  
      <description><![CDATA[Púra úr leysum lofti kemur Mentamálaráðið við ásetingum um próvtøku, sum eru lærarum eins væl og næmingum ókunnug, bara fimm dagar undan, at próvtøkan byrjar.
Og hesum mótmæla lærararnir í føroyskum nú.
Soljóðandi fingu lærarar sendandi í gjár:
»Til færøsk lærerne i 3.s
MMR har i dag meddelt, at det i år IKKE er muligt for eleverne at gå til skriftlig eksamen  i FØR-A i grupper!
Til vinnu- og miðnámsskúlarnar
Próvtakararnir skulu í sambandi við próvtøku í FØR-A mánadagin 21. mai 2012 í teimum gymnasialu miðnámsútbúgvingunum hava:
1.       oyratelefonir ella oyrasniglar við til próvtøku, so teir uttan at órógva hinar  próvtakararnar kunnu avspæla talgilt próvtøkutilfar
2.       innstallerað Windows Media Player ella samsvarandi fyri at kunna avspæla nakað av próvtøkutilfarinum talgilt.
Vinarliga kunnið næmingarnar um hetta.
Vinarliga / Kind regards
Claus Reistrup«.
Lærararnir hava havt fund fyrrapartin, og hava sent út fylgjandi mótmælisskriv:
»Vit lærarar í føroyskum í Hoydølum mótmæla mannagongdini í sambandi við at avtaka bólkapróvtøkuna, og at nýtt tekstaslag verður partur av próvtøkuni, sum hvørki lærarar ella næmingar,  vita hvat er. Hetta er als ikki í samsvari við kunngerðina og vanliga undirvísingarpraksis.  Í kunngerðunum fyri føroyskt stk. 12.1 í studentaskúlakunngerðini og stk. 10.1 í HF-kunngerðini verður talgilt tilfar als ikki nevnt.
At hetta verður sent okkum lærarum og næmingum til kunningar bara fimm dagar fyri próvtøkudagin er átaluvert og kann ikki verða góðtikið.  Lærararnir hava allir havt sínar seinastu undirvísingartímar og kunnu tí ikki fyrireika næmingarnar til hesi broyttu próvtøkukrøvini. 
Harafturat er hetta brot á alla rættar- og umsitingarliga siðvenju.  Tá ið broytingar av hesum slagi verða gjørdar, eigur borgari (heruppií næmingar og lærarar) at verða kunnaður í so góðari tíð, at møguleiki í allar mátar er at laga seg til innihaldið í broytingunum. 
Hetta er beinleiðis oyðileggjandi fyri samskiftið og trúvirðið millum næmingar og lærarar.  Mentamálaráðið kann við hesum verða orsøk til beinleiðis álitisbrot millum undirvísingarpartarnar.  
Heldur ikki kann tað verða  góðtikið,  at næmingar verða noktaðir at fara upp til bólkapróvtøku við so stuttum skotbrái.  Slíkt eigur at vera kunngjørt ár frammanundan.  Her er at leggja afturat, at til várroyndina vóru allir flokkar uttan ein til bólkapróvtøku, og at næmingarnir hava roynt seg í hesum próvtøkuformi  í undirvísingini. Øll hesi, sum vóru til bólkaroynd til várroyndina hava valt at fara til bólkapróvtøku. 
Lærararnir í føroyskum í Hoydølum«.]]></description>  
      <description><![CDATA[Í rættarmálinum móti Anders Behring Breivik í dag hevur 20 ára gamli Glenn Martin Waldenstrøm givið frágreiðing.
Hann var ein av teimum trimum, sum komu undan við lívinum av teimum av 10, sum vórðu skotin í Lítlasali á Utøya.
Hann varð raktur í andlitið, og sum eina avleiðing fekk hann ikki tosað. Hann skrivaði tí telefonnummarið hjá foreldrunum við blóði í gólvið, so hini yvirlivandi kundi ringja og siga frá, at hann var á lívi.
- Eg orkaði ikki at tosa og siga teimum telefonnummarið, greiddi hann frá í rættinum í dag.
Áðrenn Svelvikbúgvin í Vestfold kom inn í rættin, bað hjásitarin hjá honum, Elisabeth Hagen, um at Anders Behring Breivik skuldi fara úr rættarsalinum.
- Hann hevur stúrt ræðuligt fyri hesum degnum, men var sinnaður at royna. Nú síggja vit, hvussu trupult tað verður fyri hann, og vit óttast fyri, at hann ikki kann greiða frítt frá, um Breivik er til staðar, segði Elisabeth Hagen.
Anders Behring Breivik varð latin í hondjørn og leiddur út gjøgnum bakdyrnar av salinum saman við verjanum, Odd Ivar Grøn, og teir fylgdu avhoyringini á videoskíggja.
Tað skrivar norska heimasíðan, vg.nett
Myndin vísir ein reinan og ruddiligan Lítlasal.]]></description>  
      <description><![CDATA[Veðurgudarnir leikaðu í fyrst í vikuni, ikki minst á leiðini millum Ísland og Føroyar, og tað førdi til, at Smyril Line útsetti kvæðacruise’ina, sum annars skuldi havt verið mánadag til hósdag í vikuni.
Í staðin verður kvæðatúrurin framdur í komandi viku, og fyri tey, sum ikki eru sjóulkir burturav, er hetta góð tíðindi. Tí veðurvánirnar fyri komadi viku eru sera blíðar, og tað er hóast alt hugnaligari, enn at koyggjan stendur á skránni.
- Tað verður neyðugt at broyta skránna eitt lítið sindur. Nú verður til dømis eingin heiligdagur á túrinum, og tí er lesturin, sum annars skuldi havt verið Kristi Himmalferðardagur, avlýstur, sigur Svein í Heðiunum, sum er cruiseleiðari á ferðini.
Onnur smávegis broyting er, at undirhaldið verður skift út frá einum nólsoyingi til annan. Terji Rasmussen skuldi verið við á ferðini hesa vikuna, men nú verður tað so Kim Hansen í staðin.
Annars hevur tvungna útsetanin ikki havt tann stóra týdningin.
- Onkur hevur meldað frá, tí tað ikki liggur fyri í komandi viku, men aftur fyri eru nøkur komin upp á, har tað ikki lá fyri í síðstu viku, sigur Svein í Heiðunum.
Tað merkir, at tað framvegis eru nøkur fá pláss eftir til túrin, so um kvæðini ella góða veðrið lokkar, er bara at seta seg í samband við Smyril Line.
      <description><![CDATA[Grindin, sum fyri lítlum tíma síðani varð funnin á Trongisvágsfirði, hevur nú lagt beinini.
Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at ilt er at meta um, hvussu stór grindin er, men metir kortini, at hon er nakað omanfyri 50.
Tað hevur gingið skjótt fyri seg, tí tað var fyri lítlum tíma síðani varð boðað frá grind á Trongisvágsfirði. Grindin gjørdi landgongd, og drápið gekk bæði skjðótt og væl.
Tað var Smyril, sum hevði rakt við grindina.
Hvalirnir verða nú sleipaðir yvir á Drelnes, har teir verða merktir. Síðani verður gjørt av, hvussu grindin verður skift. Jaspur Vang sigur seg ikki í løtuni duga at siga, nær seðlarnir koma út.
Um onkur hevur tikið myndir av drápinum, tekur portalurin fegin ímóti.]]></description>  
      <description><![CDATA[Sonur til upprunaliga stovnaran av Cimber Air, Jørgen Nielsen, hevur saman við tveimum av ovastu leiðarunum í Cimber Sterling, sum er farið av knóranum, hava stovnað eitt nýtt felag og keypt partar av gamla felagnum.
Tað var Ingolf Nielsen, sum í sínari tíð stovnaði Cimber Air, og nú er felagið so aftur á familjuhondum. Nýggja felagið eitur Cimber A/S.
Saman við Jørgen Nielsen eru tað Alex Dyrgaard og Jacob Krogsgaard, ið mynda nýggja felagið.
Danskir miðlar siga, at nýggja Cimber A/S fer at halda fram við rutunum, sum Cimber Sterling hevði, millum annað fyri SAS.
Hin parturin av Cimber Sterling, sum hevur við viðlíkahald av flogførum at gera, er keypt upp av einum felagið, ið nevnist Mansvel.
Tað merkir, at millum 200 og 260 arbeiðspláss verða varðveitt. Hartil kemur, at 50 starvsfólk hava fingið starv hjá Jettime, eftir at felagið tók yvir tvey Boeing flogfør frá trotabúðnum, skriva danskar heimasíður.]]></description>  
      <description><![CDATA[Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn krevur nú endurgjald frá kvinnuni, sum skuldsetti hann fyri kynsligan ágang á einum hotelli í New York í fjør. Strauss-Kahn hevur stevnt Nafissatou Diallo við kravi um eina millión dollarar í endurgjaldi fyri ærumeiðing og falskar skuldsetingar. Sakførararnir hjá Strauss-Kahn siga, at endurgjaldið umfatar eisini inntøkumiss og endurgjald fyri ta tíðina, hann sat í varðhaldi. 
Diallo skuldsetti Dominique Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang á hotellinum, sum hon arbeiddi á, og har hann var gestur. Tann 15. mai tók løgreglan í New York hann, og tað fekk Strauss-Kahn at siga seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum 14 dagar seinni. Men løgreglan valdi at sleppa Strauss-Kahn leysum, tí hon kom eftir, at kvinnan hevði sagt ósatt um ymiskt, sum løgreglan hevði spurt hana um. Tí metti løgreglan ikki, at henna trúvirði var nóg gott til at halda fram við málinum. So Strauss-Kahn slapp úr varðhaldinum og fór alt fyri eitt til Fraklands. 
Men heldur ikki har hevur hann fingið frið. Franska løgreglan er í ferð við at kanna, um hann hevur havt tilknýti til ein skøkjufelagsskap. Harafturat hevur ein fronsk kvinna skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd í 2003, og í einum øðrum føri verður kannað, um hann var við til eina neyðtøku á einum hotelli í Washington í 2010.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Ein 18 ára gamal drongur, sum vitnaði í rættarmálinum ímóti Anders Behring Breivik í dag, kallaði tann álærda landasvíkjara. 
Undir avhoyringini greiddi tann 18 ára gamli frá, at hann spældi deyður, meðan drápsmaðurin skjeyt hini tíggju ungfólkini, sum vóru inni í Lítlasali á Utøya. 
-Eg hoyrdi, at hann løddi byrsuna, og tá helt eg, at mín seinasta løta var komin, segði drongurin í rættinum. Hann segði, at hann helt dráspmannin vera av norskum uppruna, og hann hevði eisini síona hugsan um hann. 
-Tað vísti seg at vera rætt. Allir landasvíkjarar síðani 2. heimsbardaga hava verið víðgongdir høgramenn, segði vitnið. 
Anders Behring Breivik brosaði, tá hann hoyrdi hetta. So setti hann seg at skriva okkurt í blokkin, og tað fekk tey sakkønu í rættarhølinum at taka pennin og at skriva niður, skrivar norska kringvarpið. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Hóast danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði knappar 8,5 milliardir krónur í avlopi í fyrsta ársfjórðingi, var avlopið heili 44 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hinvegin vaks umsetningurin trý prosent, úr 79,1 milliardum upp í 81,3 milliardir krónur. 
Tað er serliga bingjudeildin Mærsk Line, sum tyngir roknskapin. Í fyrsta ársfjórðingi hevði bingjudeildin 3,4 milliardir krónur í halli ímóti 2,5 milliardum krónum í avlopi somu mánaðir í 2011. Felagið sigur, at Mærsk Line hevði 18 prosent meiri farm í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør, men at farmagjaldið er lækkað 9 prosent. 
42 prosent av umsetninginum hjá A.P. Møller-Mærsk stava frá Mærsk Line. Felagið hevur sett farmagjaldið upp á rutunum úr Evropa til Asia, men roknar kortini við halli, tá árið í ár skal gerast upp.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í samrøðu við Útvarpið hjá Kringvarpinum váttar Bergleif Brimvík, leiðari av kriminaldeildini, at tær DNA-royndirnar, sum kanningarstovan hjá donsku løgregluni hevur kannað, stuðla undir illgrunanum um, at varðhaldsfongslaði maðurin hevur gjørt av við Dánjal Petur Hansen.
Sambært Bergleif Brimvík er málið mest sum liðugt kannað nú, og at rættarmálið er ásett til at byrja fyrstu vikuna av september.
Kriminalpolitiið hevur alla tíðina kent seg sannført um, at prógvini móti varðhaldsfongslaða manninum hava verið nóg sterk tikl at fáa mannin dømdan – eisini um tað vísir seg, at líkið av Pidda Hansen ikki kemur fyri ein dag.
At tað ber til at fáa ein ákærdan dømdan uttan at nakað lík fyriliggur, er Peter Lundin eitt gott dømi um. Óbeinleiðis prógv í tí málinum vóru nóg mikið til at fáa drápsmannin dømdan, og í førinum Dánjal Petur Hansen eru umstøðurnar líknandi.
Bergleif Brimvík sigur við Útvarpið, at teir fara at krevja varðhaldsfongslaða mannin at verða stiandi í varðhaldi inntil rættarmálið byrjar.
- Men tað er sjálvandi upp til rættin at gera av, sigur Bergleif Brimvík.
Hann sigur, at umstøður kunnu gera, at teir framhaldandi far at avhoyra fólk, men at teirra arbeiðið nú liggur meira á tað borðið at gera málið klárt at leggja fyri rættin.]]></description>  
      <description><![CDATA[Í dag kemur fyrrverandi bosniaserbiski generalurin Ratko Mladic fyri tann krígsbrotsmannadómstólin í Haag, sum tekur sær av málum viðvíkjandi gamla Jugoslavia. 
Tann 69 ára gamli Mladic fjaldi seg aftan á borgarakríggið í Bosnia í 1995, men varð tikin í Serbia fyri einum ári síðani og sendur til Haag. Har er hann ákærdur fyri krígsbrotsverk, eitt nú hópdrápið í bosniska  býnum Screbrenica í juli í 1995, tá hermenn hansara myrdu næstan 8.000 menn og dreingir. 
Mladic sigur seg vera ósekan. Verjar hansara royndu at fáa málið útsett, men tað vildi dómstólurin ikki. 
Ratko Mladic fekk blóðtøpp í heilan fyri nøkrum árum síðani, og heilsan er ikki góð. Fleiri av teimum, sum kenna hann, bera ótta fyri, at hann doyr, áðrenn dómur fellur í málinum ímóti honum. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Franski forsetin, François Hollande, og týski kanslarin, Angela Merkel, søgdu aftan á teirra fyrsta fund seinnapartin í gjár, at tey eru samd um at arbeiða saman, hóast teirra politisku flokkar eru ólíkir. 
Á tíðindafundi aftaná segði Merkel, at á ríkis- og stjórnarleiðarafundinum hjá ES í næsta mánað fara Týskland og Frakland at leggja fram eitt felags uppskot, sum skal hava til endamáls at skapa vøkstur í samveldinum. Hetta er í samsvari við politikkin hjá Hollande, sum undir valstríðnum segði, at hann vildi hava ES at leggja størri dent á vøkstur. 
Sum vera man stóð Grikkaland ovarlaga á dagsskránni fyri fundin, og teir báðir leiðararnir søgdu seg vera á einum máli um, at Grikkaland eigur at verða verandi í evrusamstarvinum. 
Annars fekk tann fyrsta uttanlandsferðin hjá franska forsetanum eina heldur baldruta byran. Tá flogfar hansara var á veg úr París til Berlin, vildi so illa til, at toran slóð niður í flogfarið, so flogskiparin noyddist at venda aftur at skifta flogfar. ]]></description>  