    <dc:language>en</dc:language>
      <description><![CDATA[Kreppan og tað stóra arbeiðsloysið í teimum suðurevropeisku londunum hava fingið nógv fólk at leita sær til Týsklands í vónini um at tryggja sær betri livikor. 
Tøl hjá týsku myndugleikunum vísa, at í fjør komu 23.800 grikkar til Týsklands, og tað var heili 90 prosent meiri enn árið fyri. 30.200 italiumenn fóru til Týsklands í fjør slla 23 prosent fleiri enn í 2010, og úr Spania komu 20.700 fólk ella 52 prosent fleiri enn í fyrraárið. 
Hagtølini vísa, at tey flestu, sum leita sær úr Suðurevropa til Týsklands, eru millum 30 og 45 ára gomul, og at tey vilja sleppa at búgva í býum, har tey eiga vinir ella skyldfólk  frammanundan. 
Tilsamans fluttu 985.000 útlendingar til Týsklands í fjør, og 678.000 fólk fóru úr Týsklandi, sum hevur umleið 81,5 milliónir íbúgvar. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Tann heimskendi meksikanski rithøvundurin Carlos Fuentes doyði í gjár, 83 ára gamal. Tað var meksikanski forsetin, Felipe Calderon, sum bar deyðsboðini av honum. 
Carlos Fuentes verður roknaður sum ein av teimum týdningarmestu latínamerikonsku rithøvudunum, og bøkur hansara eru týddar til fleiri mál. Bókin "Gringo Viejo", sum kom út í 1985, gjørdist mest selda bók í USA, og seinni bleiv hon gjørd til film við Gregory Peck og Jane Fonda sum høvuðsleikarum. 
Fuentes var javnan í USA og helt fyrilestur á lærdum háskúlum so sum  Princeton, Harvard og Columbia. 
Carlos Fuentes doyði á einum sjúkrahúsi í Meksiko býi í gjár, eftir at hann hevði fingið trupulleikar við hjartanum. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Kinesiska leiðslan er ikki fegin um, at Avstralia og USA hava gjørt av at víðka tað hernaðarliga samstarvið millum londini bæði, og tí hevur júst hetta málið staðið ovarlaga á dagsskránni, nú avstralski uttanríkisráðharrin, Bob Carr, er í Kina og ferðast. 
Í Beijing hevur Bob Carr hitt millum annað uttanríkisráðharran, Yang Jiechi, og tíðindastovurnar skriva, at hernaðarsamstarvið millum Avstralia og USA var høvuðsevnið á fundinum. Kina er serliga misnøgt við, at Avstralia hevur givið amerikanarunum loyvi til at byggja eina herflotastøð í Darwin har norðuri í Avstralia, og at 2.500 amerikanskir herflotamenn skulu hava støð har. Men avstralskir og amerikanskir eygleiðarar hava sagt, at herflotastøðin er ein beinleiðis avleiðing av, at Kina hevur nútímansgjørt sín herflota og hótt við at brúka hermegi til at loysa trætur um ræðisrættin yvir leiðum í Suðurkinesiska havinum. 
Bob Carr og Yang Jiechi tosaðu eisini um samhandil. Kina er tað landið, sum keypir mest av avstralskum vørum, og sum er fer ein fjórðingur av avstralska útflutninginum til Kina.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, kunngjørdi í dag, at hon hevði koyrt umhvørvismálaráðharran, Norbert Röttgen, úr stjórnini. 
Avgerðin er ein beinleiðis avleiðing av landspartavalinum í Nordrhein-Westfalen seinasta vikuskiftið. Har stillaði Norbert Röttgen upp sum oddavalevni hjá stjórnarflokkinum CDU, men valið gjørdist ein dyggur smeitur fyri flokkin, sum fekk 26 prosent av atkvøðunum, meðan Sosialdemokratarnir fingu 39 prosent. 
Ósigurin í Nordhrein-Westfalen verður mettur sum eitt álvarssamt bakkast fyri Angelu Merkel. Tann 46 ára gamli Röttgen hevur leingi verið ein av hennara næstu samstarvsfeløgum, og hann hevur av og á verið umrøddur sum ein møguligur eftirmaður hjá henni sum floksformaður. 
Tað var væntandi, at Norbert Röttgen fór at missa ráðharrasessin, eftir at hann segði seg úr øllum álitisstørvum hjá CDU sunnukvøldið, tá valúrslitið kom. Í hansara stað sum umhvørvismálaráðharri kemur Peter Altmaier, sum eisini er úr CDU. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Danska stjórnin og Eindarlistin samdust í dag um eina kommunala útjavningaravtalu, sum skal flyta meiri pengar frá teimum ríku kommununum til tær fátæku kommunurnar. Haraumframt samdust partarnir um at játta 400 teimum fátæku økju8num 400 milliónir krónur afturat. 
Útjavningaravtalan fer at kosta kommunum við stórum skattainntøkum so sum Rudersdal, Gentofte og Hørsholm mest, meðan kommunur við lágum skattainntøkum so sum Guldborgsund og Langeland fáa mest burtur úr avtaluni. Eitt nú fer avtalan at geva Langeland Kommunu, sum hevur beint oman fyri 13.000 íbúgvar, 47 milliónir krónur. 
Tilsamans skulu 11 milliardir krónur takast frá teimum ríkastu kommununum. 63 kommunur fáa ágóða av avtaluni. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í rættarmálinum móti Anders Behring Breivik í dag hevur 20 ára gamli Glenn Martin Waldenstrøm givið frágreiðing.
Hann var ein av teimum trimum, sum komu undan við lívinum av teimum av 10, sum vórðu skotin í Lítlasali á Utøya.
Hann varð raktur í andlitið, og sum eina avleiðing fekk hann ikki tosað. Hann skrivaði tí telefonnummarið hjá foreldrunum við blóði í gólvið, so hini yvirlivandi kundi ringja og siga frá, at hann var á lívi.
- Eg orkaði ikki at tosa og siga teimum telefonnummarið, greiddi hann frá í rættinum í dag.
Áðrenn Svelvikbúgvin í Vestfold kom inn í rættin, bað hjásitarin hjá honum, Elisabeth Hagen, um at Anders Behring Breivik skuldi fara úr rættarsalinum.
- Hann hevur stúrt ræðuligt fyri hesum degnum, men var sinnaður at royna. Nú síggja vit, hvussu trupult tað verður fyri hann, og vit óttast fyri, at hann ikki kann greiða frítt frá, um Breivik er til staðar, segði Elisabeth Hagen.
Anders Behring Breivik varð latin í hondjørn og leiddur út gjøgnum bakdyrnar av salinum saman við verjanum, Odd Ivar Grøn, og teir fylgdu avhoyringini á videoskíggja.
Tað skrivar norska heimasíðan, vg.nett
Myndin vísir ein reinan og ruddiligan Lítlasal.]]></description>  
      <description><![CDATA[Sonur til upprunaliga stovnaran av Cimber Air, Jørgen Nielsen, hevur saman við tveimum av ovastu leiðarunum í Cimber Sterling, sum er farið av knóranum, hava stovnað eitt nýtt felag og keypt partar av gamla felagnum.
Tað var Ingolf Nielsen, sum í sínari tíð stovnaði Cimber Air, og nú er felagið so aftur á familjuhondum. Nýggja felagið eitur Cimber A/S.
Saman við Jørgen Nielsen eru tað Alex Dyrgaard og Jacob Krogsgaard, ið mynda nýggja felagið.
Danskir miðlar siga, at nýggja Cimber A/S fer at halda fram við rutunum, sum Cimber Sterling hevði, millum annað fyri SAS.
Hin parturin av Cimber Sterling, sum hevur við viðlíkahald av flogførum at gera, er keypt upp av einum felagið, ið nevnist Mansvel.
Tað merkir, at millum 200 og 260 arbeiðspláss verða varðveitt. Hartil kemur, at 50 starvsfólk hava fingið starv hjá Jettime, eftir at felagið tók yvir tvey Boeing flogfør frá trotabúðnum, skriva danskar heimasíður.]]></description>  
      <description><![CDATA[Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn krevur nú endurgjald frá kvinnuni, sum skuldsetti hann fyri kynsligan ágang á einum hotelli í New York í fjør. Strauss-Kahn hevur stevnt Nafissatou Diallo við kravi um eina millión dollarar í endurgjaldi fyri ærumeiðing og falskar skuldsetingar. Sakførararnir hjá Strauss-Kahn siga, at endurgjaldið umfatar eisini inntøkumiss og endurgjald fyri ta tíðina, hann sat í varðhaldi. 
Diallo skuldsetti Dominique Strauss-Kahn fyri kynsligan ágang á hotellinum, sum hon arbeiddi á, og har hann var gestur. Tann 15. mai tók løgreglan í New York hann, og tað fekk Strauss-Kahn at siga seg úr stjórastarvinum í Altjóða Gjaldoyragrunninum 14 dagar seinni. Men løgreglan valdi at sleppa Strauss-Kahn leysum, tí hon kom eftir, at kvinnan hevði sagt ósatt um ymiskt, sum løgreglan hevði spurt hana um. Tí metti løgreglan ikki, at henna trúvirði var nóg gott til at halda fram við málinum. So Strauss-Kahn slapp úr varðhaldinum og fór alt fyri eitt til Fraklands. 
Men heldur ikki har hevur hann fingið frið. Franska løgreglan er í ferð við at kanna, um hann hevur havt tilknýti til ein skøkjufelagsskap. Harafturat hevur ein fronsk kvinna skuldsett hann fyri neyðtøkuroynd í 2003, og í einum øðrum føri verður kannað, um hann var við til eina neyðtøku á einum hotelli í Washington í 2010.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Ein 18 ára gamal drongur, sum vitnaði í rættarmálinum ímóti Anders Behring Breivik í dag, kallaði tann álærda landasvíkjara. 
Undir avhoyringini greiddi tann 18 ára gamli frá, at hann spældi deyður, meðan drápsmaðurin skjeyt hini tíggju ungfólkini, sum vóru inni í Lítlasali á Utøya. 
-Eg hoyrdi, at hann løddi byrsuna, og tá helt eg, at mín seinasta løta var komin, segði drongurin í rættinum. Hann segði, at hann helt dráspmannin vera av norskum uppruna, og hann hevði eisini síona hugsan um hann. 
-Tað vísti seg at vera rætt. Allir landasvíkjarar síðani 2. heimsbardaga hava verið víðgongdir høgramenn, segði vitnið. 
Anders Behring Breivik brosaði, tá hann hoyrdi hetta. So setti hann seg at skriva okkurt í blokkin, og tað fekk tey sakkønu í rættarhølinum at taka pennin og at skriva niður, skrivar norska kringvarpið. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Hóast danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk hevði knappar 8,5 milliardir krónur í avlopi í fyrsta ársfjórðingi, var avlopið heili 44 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hinvegin vaks umsetningurin trý prosent, úr 79,1 milliardum upp í 81,3 milliardir krónur. 
Tað er serliga bingjudeildin Mærsk Line, sum tyngir roknskapin. Í fyrsta ársfjórðingi hevði bingjudeildin 3,4 milliardir krónur í halli ímóti 2,5 milliardum krónum í avlopi somu mánaðir í 2011. Felagið sigur, at Mærsk Line hevði 18 prosent meiri farm í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør, men at farmagjaldið er lækkað 9 prosent. 
42 prosent av umsetninginum hjá A.P. Møller-Mærsk stava frá Mærsk Line. Felagið hevur sett farmagjaldið upp á rutunum úr Evropa til Asia, men roknar kortini við halli, tá árið í ár skal gerast upp.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í dag kemur fyrrverandi bosniaserbiski generalurin Ratko Mladic fyri tann krígsbrotsmannadómstólin í Haag, sum tekur sær av málum viðvíkjandi gamla Jugoslavia. 
Tann 69 ára gamli Mladic fjaldi seg aftan á borgarakríggið í Bosnia í 1995, men varð tikin í Serbia fyri einum ári síðani og sendur til Haag. Har er hann ákærdur fyri krígsbrotsverk, eitt nú hópdrápið í bosniska  býnum Screbrenica í juli í 1995, tá hermenn hansara myrdu næstan 8.000 menn og dreingir. 
Mladic sigur seg vera ósekan. Verjar hansara royndu at fáa málið útsett, men tað vildi dómstólurin ikki. 
Ratko Mladic fekk blóðtøpp í heilan fyri nøkrum árum síðani, og heilsan er ikki góð. Fleiri av teimum, sum kenna hann, bera ótta fyri, at hann doyr, áðrenn dómur fellur í málinum ímóti honum. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Franski forsetin, François Hollande, og týski kanslarin, Angela Merkel, søgdu aftan á teirra fyrsta fund seinnapartin í gjár, at tey eru samd um at arbeiða saman, hóast teirra politisku flokkar eru ólíkir. 
Á tíðindafundi aftaná segði Merkel, at á ríkis- og stjórnarleiðarafundinum hjá ES í næsta mánað fara Týskland og Frakland at leggja fram eitt felags uppskot, sum skal hava til endamáls at skapa vøkstur í samveldinum. Hetta er í samsvari við politikkin hjá Hollande, sum undir valstríðnum segði, at hann vildi hava ES at leggja størri dent á vøkstur. 
Sum vera man stóð Grikkaland ovarlaga á dagsskránni fyri fundin, og teir báðir leiðararnir søgdu seg vera á einum máli um, at Grikkaland eigur at verða verandi í evrusamstarvinum. 
Annars fekk tann fyrsta uttanlandsferðin hjá franska forsetanum eina heldur baldruta byran. Tá flogfar hansara var á veg úr París til Berlin, vildi so illa til, at toran slóð niður í flogfarið, so flogskiparin noyddist at venda aftur at skifta flogfar. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í Íslandi hevur Jón Lárusson boðað frá, at hann tekur seg aftur sum valevni til forsetavalið, sum verður í summar. 
Í dag var seinasta freist hjá Jóni Lárussyni (myndin) at lata valmyndugleikunum undirskriftir frá stillarum, men Jón sigur, at hann hevur ikki megnað at savna nóg nógvar unsirskriftir, og at hann tí noyðist at sleppa ætlanini at stilla upp. 
Jón Lárusson arbeiðir sum løgreglumaður á Selfossi. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Leygardagin 26. Mai, klokkan 14 verður stór kappróðrastevna í Norðhavnini í  Keypmannahavn. 
Tað er róðrafelagið Tvørábáturin, sum skipar fyri. 
Tad verður róð við føroyskum bátum, som koma ú Keypmannahavn, Ishøj, Hvidovre , Sorø, Odense og fyri fyrstu ferð eisini við einari manning av Tvøroyri. 
Tað verður Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sum er á myndini, ið setir stevnuna. '
Áhoyrararnir fáa eisini høvi til at hoyra harmonikuspælararnar  Tór Johannesen og Asbjørn Strøm og dansur verður við við Eyðuni Nolsøe, Kim Hansen og Johannus á Rógvi. 
      <description><![CDATA[ES-herskipini, sum stríðast við sjórænararnar úti fyri somalisku strondini, lupu í dag fleiri mál uppi á landi í Somalia. Talan var um eitt tyrluálop, og álopið er tað fyrsta av hesum slagnum, síðani ES-herskipadeildin fekk víðari heimildir fyrr í ár. 
Admiralurin Duncan Potts, sum stóð fyri álopinum, segði í dag, at fleiri bátar hjá sjórænarunum vórðu oyðilagdir í álopinum, og hann ivaðist ikki í, at hetta fer at avmarka virksemið hjá sjórænarunum. 
ES-herdkipadeildin hevur fyrr søkt at sjórænarum í somaliskum og altjóða sjógvi, men fyri tveimum mánaðum síðani fekk deildin eisini heimild til at leypa á mál uppi á landi.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Russiski forsætisráðharrin, Dmitrij Medvedev, var í dag hjá Vladimir Putin, forseta og handaði honum ein lista við nøvnunum á ráðharrunum í teirri nýggju stjórnini. 
Nøvnini eru ikki almannakunngjørd enn, men vælvitandi keldur í Moskva vita at siga, at nakrir av teimum fremstu samstarvsmonnunum hjá Putin fara úr stjórnini. Teirra millum eru Igor Sechin, sum var varaforsætisráðherri hjá Putin, og Rashid Nurgaliyev, sum hevur verið innanríkisráðharri. 
Hinvegin verður roknað við, at Sergei Lavrov, uttanríkisráðharri, og Antonin Siluanov, fíggjarmálaráðharri, halda fram sum ráðharrar. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Nýtilnevndi franski forsetin, François Hollande, hevur í dag tilnevnt tann 62 ára gamla Jean-Marc Ayrault nýggjan forsætisráðharra. Tað kunngjørdi talsmaður forsetans, Pierre-René Lemas, seinnapartin. 
-Forsetin hevur tilnevnt Jean-Marc Ayrault stjórnarleiðara og biðið hann skipa nýgja stjórn, segði talsmaðurin. 
Jean-Marc Ayrault (myndin) tekur við sum forsætisráðharri eftir Francois Fillon, sum Nicolas Sarkozy setti í embætið. Tann nýggi forsætisráðharrin er útlærdur lærari í týskum, men hevur verið virkin í politikki í næstan 40 ár. Eitt nú var hann eitt skifti formaður í París-deildini hjá Sosialistaflokkinum, og tey seinastu árini hevur hann verið borgarstjóri í býnum Nantes. 
      <description><![CDATA[Tað eydnaðist ikki teimum griksku politikarunum at semjast um at skipa stjórn, og tí er nú greitt, at grikkar skulu aftur á val í næsta mánað. Tað sigur talsmaðurin hjá Karolos Papoulias, forseta. 
Á valinum fyri níggju døgum síðani fekk eingin flokkur nóg stóra undirtøku til at skipa stjórn, og fleiri royndir at fáa eina samgongu eru miseydnaðar. 
Enn er valdagurin ikki ásettur, men sambært griksku vallógini verður tað miðskeiðis í næsta mánað, og fleiri fjølmiðlar gita, at tað verður tann 17. juni. Hetta til valið skal ein fyribilsstjórn stýra, og hon verður ætlandi mannað í morgin.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Meðan búskapurin í øðrum evropeiskum londunum hevur mist ferðina ella minkar, er framvegis vøkstur í týska búskapinum. Nýggj tøl, sum eru komin í dag, vísa, at vøksturin í týska búskapinum í fyrsta ársfjórðingi var 0,5 prosent. 
Greinarar høvdu væntað, at týski vøksturin var 0,1 prosent í fyrsta ársfjórðingi, men størri útflutningur og veksandi eftirspurningur á heimamarknaðinum hava gjørt, at vøksturin bleiv størri enn væntað. Greinararnir siga, at tað er merkisvert, hvussu mótstøðuførur týski búskapurin er, samstundis sum fleiri av grannalondunum og teimum týdningarmestu samhandilslondunum líða nógv av kreppuni. 
Arbeiðsloysið í Týsklandi er tað minsta síðani týsku sameiningina í 1990. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Ein maður, sum hevði sett eld á seg sjálvan, royndi at troðka seg inn í Oslo tinghús nú seinnapartin, har sakarmálið móti Anders Behring Breivik verður ført.
Maðurin royndi fyrst at sleppa sær inn um gyrðingina til tinghúsið, eftir at hava sett eld á troyggjuna. Politiið kastaði seg tó yvir mannin og skræddi troyggjuna av honum.
Maðurin hevur fingið álvarsligan skaða, váttar politiið fyri vg.nett.
Login varð skjótt slóktur við einari vatnfløsku. Fleiri rættarvaktir komu síðani rennandi við fleiri vatnfløskum, sum vórðu oystar yvir mannin, meðan hann lá á einari børu. Maðurin skal hava rópt hart.
Nógv politi og portørar tóku sær av manninum. Hann varð síðani koyrdur burtur við sjúkrabili.
Øll ferðsla varð steðgað, og eingin slapp inn í tingrættin.]]></description>  