Longu hósdagin verður byrjað við Kringvarps Guðstænastu,har Jónsvein Bech prestur ferð at røða um keltisk árin á Kristnitrúgv Føroyinga, og setir Sunnbiarkórið dám á Gudstænastuna við frálíkum sangi.
Á andaliga økinum vera fleiri útimøti hildin teir dagarnar mentanardagarnir varða. Skráin er drúgv og eru tiltøk á skránni fyri bæði børn,ung og tilkomin, og verður ein riðil av fólkatónleiki at hoyra, eins og nógvar serstakar framsýningar, og náttúrulýsingar.
Nevnast kann, at útferð verður gjørd vestur undir vakrastu fuglabjørg í Føroyum, at skoða tað heilt sermerktu náttúru og meingi, ið har er.
Skutlibussar flyta fólk niðan á hest um viðrar, og verður síðan gingið niðan á Beinisvørð, haðani allar Føroyar síggjast um tað er klárt í veðrinum.
Eisini flyta Skutlibussar fólk í Akraberg, har vitin verður opin fyri almenninginum á mentunardøgunum, og tað er eitt frálíkt høvið at skoða landsins syðstu náttúru haðani.
Hildnir vera fólkafundir har Mentamálaráðharrin og fleiri flyta fram røðu. Tiltakið er í høvuðsheitinum bygt rundan um Sunnbiar Sóknar Bygdarsavn, sum letur upp alment Leygardagin 19.Mai, har millum annað landsins størsta fuglasavn kemur at húsast.
Sum á øllum slíkum stevnum, so verður eisini Tivoli hoppiborg og annað í skúlagarðinum, og fara Angela og Hanniball at hava familju sýning í Samkomuhúsinum.
Samkomuhúsið verður karmur rundan um tey flestu tónleika tiltøkini, framførslur og annað, og verður har eisini matsøla, men eisini verður Pannukøkubúðin við á mentanardøgunum.
Tey dansuglæðu kunnu fegnast um tiltakið í Sunnba,tí longu fríggjakvøldið verður bæði føroyskur og enskur dansur. Sunnbiar dansifelag skipar fyri almennum føroyskum dansi í gomlu dansistovuni, og í Samkomuhúsinum spælir Finnbogi Lisberg Band til frálíkan enskan dans, og samstundis skipar Áshild Kjærbo fyri Linedansi.
Les meira um tiltakið á www.sumba.fo
Seinastu árini hevur bólkurin Grandma’s Basement verið eitt festligt og undirhaldi ískoyti til føroyskan tónleik, og síðani summarið 2010, tá ið teir góvu sína fyrstu fløgu út, hava teir verið landskendir fyri sangir sum Hon Fær Ongantíð Nokk og Gay. Sangurin Hon Fær Ongantíð Nokk varð kosin ársins hitt  á Planet Awards 2010.
Grandma’s Basement er tónleikabólkur úr Klaksvík, sum hevur nøkur ár á baki. Sangirnir hjá bólkinum eru argandi, erligir og stuttligir, og bólkurn leggur dent á, at teir spæla fyri at hava tað stuttligt og fyri at undirhalda fólki. Teir syngja um nakað av tí, sum teir uppliva í gerandisdegnum, og tað verður gjørt við einum skálkabrosi.
Og við pallframførslum hava teir víst, at teir eisini duga at undirhalda og fáa lív í stórar áhoyrarafjøldir – eitt nú á undanfarnu Summar Festivalum, har teir hava havt framúr góðar konsertir. Og nú verða teir við aftur, tá ið stóri festivalurin í Klaksvík verður hildin í august.
Vit hava tikið nakrar kykmyndir gjøgnum kvøldið.
Trýst á hesa leinkjuna fyri at hoyra Kristinu Bærendtsen syngja: http://www.youtube.com/watch?v=-RAClIeroik&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g&index=4&feature=plcp
Trýst á hesa leinkjuna fyri at hoyra Magna Christiansen syngja: http://www.youtube.com/watch?v=fPloaiI-xbI&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g&index=2&feature=plcp
Trýst á hesa leinkjuna fyri at hoyra Arly Karlsen syngja: http://www.youtube.com/watch?v=MKW58HI7gzE
Trýst á hesa leinkjuna fyri at hoyra Arly Karlsen og Evi syngja: http://www.youtube.com/watch?v=mLziES8MOJg&feature=youtu.be
Føroyingar koma at spæla ein stóran leiklut, tá Arly Karlsen fer á pallin klokkan 23.30 í kvøld, sum tað næstseinasta navnið á Tórshavnar Countryfestivali í høllini á Hálsi.
Hann kemur at syngja duettir saman við bæði Evi Tausen og Halli Joensen, og undir øllum framførslunum hjá Arly verður gittarsnillingurin, Òlavur Øster partur av manningini hjá Arly Karlsen, sum eisini telur ein annan gittarsnilling, Laurent Colombani úr Fraklandi, sum er vanur at framføra á kenda tónleikastaðnum "Lido" í París í Fraklandi.
Arly lovar at framføra sangir sum "Heartaches by the number", "The Gambler" og "From a jack to a king".
Portalurin hevur júst skift orð við Hall Joensen um Tórshavnar Countryfestival, sum byrjaði í gjárkvøldið og heldur fram í ítróttarhøllini á Hálsi í kvøld.
- Vit høvdu eitt gott kvøld í gjárkvøldið, og tað var ein frægd at vera við. Eg haldi, at gjárkvøldið hevði nógv spennandi at bjóða. Okkurt var sjálvandi betri enn annað, men sum heild vóru framførslurnar og tónleikurin góður. Her var nógv fólk, og kvøldið var ein góð og væleydnað uppliving og upphiting til kvøldið í kvøld, sum verður tað stóra kvøldið.
Hallur Joensen sigur, at hann nú fer niðan á Háls at "hita" upp við at fáa sær ein góðan búff, og annars gleðir hann seg til at syngja duett saman við ávikavist Arly Karlsen og Kristinu Bærendsen.
- Eg haldi, at gjárkvøldið vísti, at Tórshavnar Countryfestivalur er komin fyri at vera. Tiltakið hevur higartil eydast væl. Okkurt smávegis verður kanska at justera, men eg ivist onga løtu í, at fyrireikararnir hava nógv gott at byggja víðari á eftir hetta frálíka tiltak, sigur hann.
Nú klokkan 19 fara kekkisku Country Sisters á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi. Klokkan 20 verður tað Kristina Bærendsen og henni á baki klokkan 21 Alex Bærendsen.
Klokkan 22.15 í kvøld er tað Magni Cristiansen, sum fer á pallin, og eftir hann Arly Karlsen, sum leggur fyri klokkan 23.30.
Teir hava verið eitt frískt lot í føroyskum tónleiki seinasta árið – rappararnir í Swangah Dangah. Fingu fyrst hitt við sanginum um Føroyaland –Frá bygd til bý – góvu síðani eina fløgu út við góðum føroyskum rappsangum, og á Planet Awards 2011 fingu teir tvær heiðurslønir – fyri at verða ársins bólkur og ársins nýggi bólk.
Bólkurin varð stovnaður av ungum monnum, sum eru uppvaksnir í sama grannalagi í Svanga í Havn, og navnið á bólkinum sipar eisini til hesa bakgrund.  Fyrsta fløgan hjá teimum kom út í november mánaði í fjør, og bæði áðrenn og eftir tað hava teir havt live-framførslur.
Nú skal Swangah Dangah undirhalda gestunum á Summar Festivalinum. Prísurin á atgongumerkjum til Summar Festivalin hækkar á midnátt sunnukvøldið.
- Úti við 1000 fólk vóru á Tórshavnar Countryfestivali í gjárkvøldið, og roknað verður við enn fleiri gestum, tá festivalurin heldur fram í kvøld.
Tað sigur Allan Samuelsen, fyrireikari.
Í gjárkvøldið spældu Evi, Rannvá Vesturklett, Country Sisters og Hallur Joensen á fyrra kvøldinum á Tórshavnar Countryfestivali, og lagið var avbera gott.
Fólk fingu frálíkar konsertir og hugnaðu sær óført.
Í kvøld heldur Countryfestivalurin fram, og fyrireikararnir rokna við enn fleiri gestum í kvøld.
Allan Samuelsen sigur, at í kvøld spæla Kristina Bærendsen, Alex Bærendsen, Magni Christiansen, Arly Karlsen og Joen Magnus Danielsen.
- Ein av stóru løtunum í kvøld verður, tá føroyskir sangarar fara at syngja duett við Arly Karlsen.
Hann leggur aftrat, at Country Sisters, sum eru komin allan vegin úr Kekkia, vilja fegnar seta dám á kvøldið í kvøld, og tí hava tær eina eyka framførslu.
- Tær byrja countryveitsluna í kvøld, tá tær fara á pallin klokkan 19 og spæla ein lítlan tíma, sigur Allan Samuelsen.
Tórshavnar Countryfestivalur verður hildin í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, og atgongumerki kunnu keypast við inngongdina frá klokkan 18, tá dyrnar lata upp.
Eftir at sendingin Ghetto Føroyar varð útsett fýra tímar seinasta mikudag, setti tøkningurin Búgvi Øster sær fyri at fáa greiðu á júst hvat hendi hendan dagin. Hann skrivaði tískil til Ustream, og spurdi um hetta var ein trupulleiki man kundi vænta sær hvørja viku.
Sambært svarinum hjá Ustream, so er nakað sum bendir á, at sterkar kreftir í Russlandi steðgaði síðuni hendan mikudag.
Ustream skrivar, at mótmælisgongur vóru ímóti russisku stjórnini  hendan dagin, og at journalistar vóru staddir har, sum skuldu senda beinleiðis frá mótmælinum umvegis síðuna hjá Ustream. Men tað eydnaðist teimum ikki, tí Russland snøgt sagt steðgaði síðuni við einum samskipaðum telduálopi á síðuna
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra Evi syngja "Silver Threads" : http://www.youtube.com/watch?v=oe32eoALnTM&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g&index=3&feature=plcp
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra Rannvá Vesturklett syngja "Let me be there" : http://www.youtube.com/watch?v=DlEJCnex_sg&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g&index=2&feature=plcp
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra ein sang hjá kekkisku Countrysisters: http://www.youtube.com/watch?v=rIc4zcaFSGY&list=UUhS1xjp6GzUmhTS77fYUy0g&index=1&feature=plcp
Á hesari leinkjuni ber til at hoyra Hall Joensen framføra tveir sangir: http://www.youtube.com/watch?v=fMQIzrUD9UA&feature=youtu.be
Tað sigur Allan Samuelsen, sum er ein av fyriskiparunum av stóra Country Festivalinum, sum er í Høllini á Hálsi í kvøld.
– Her er ordiliga nógv plúmm í, og fólk hugna sær. Alt hevur gingið fantastiska væl, og beint nú gera Country Sisters seg klárar at fara á pallin.
Spurdur um kekkisku systrarnar verða endabresturin í kvøld sigur Allan Samuelsen, at tað er, sum man sær upp á tað.
– Hallur Joensen kemur á pallin aftaná, og alt eftir, hvussu leingi hann heldur á, so fáa vit at síggja, hvussu gildið endar.
- Í nógv ár hava tey, sum lurta eftir countrytónleiki, saknað ein festival av hesum slag. Vit eru tí sera fegin um, at vit nú umsíðir kunnu bjóða fólki á ein spennandi og fjølbroyttan countryfestival.
Tað sigur Allan Samuelsen, sum er fyrireikari av Tórshavnar Country Festivali, sum um eina løtu fer av bakkastokki í Ítróttarhøllini á Hálsi.
- Stóru konsertirnar verða í ítróttarhøllini, men eisini økið rundan um høllina verður brúkt til festivalin. Stórt tjald er sett upp, har fólk kunnu fáa sær okkurt leskandi ella til matna, og smærri framførslur verða eisini í tjaldinum.
Allan Samuelsen sigur, at stórur dentur er lagdur á at skapa eitt gott og hugnaligt umhvørvi, har fólk veruliga kunnu njóta tónleik og samveru við hvønn annan.
- Tað skal vera stuttligt, festligt og áhugavert á einum countryfestivali, og á pallinum vilja vit bjóða tað besta, vit eiga í Føroyum og góðar tónar úr útheiminum. Vit bjóða øllum hjartaliga vælkomnum á festival, sigur Allan Samuelsen.
-Vit hava  í fleiri ár arbeitt við at fáa tónleik í viðførið hjá ferðafólkum, antin sum fløga ella sum uppliving. Eitt nú við teimum umleið 50-60 summarkonsertunum í TUTLhandlinum á Káta Horninum. Í ár, hava vit tvey nýggj tilboð til tónleikaáhugaða ferðafólki og sum sjálvandi  eisini er til forvitna føroyingin, siga fyrireikararnir.
Umframt nýggj tilboð, hevur Tutl økt samstarv við Felagið Føroysk Tónaskøld, sum á 21. árið skipar fyri Summartónum kring alt landið. Í ár er skráin sera umfatandi, heili 101 konsertir á umleið 30 støðum, verða kring alt landið frá 5.juni til og  við 20. august 2012.
Tað eina nýggja ferðamannatilboðið, er ein hugnaligur tími í gomlu "Pæsastovu" ella "Pætursarstovu" sum hon eisini verður nevnd, úti á Reyni. Her fara serligir tónleikaferðaleiðarar at bjóða teimum vitjandi, eina ferð inn í føroysku tónleikasøguna, ið byrjar við kvæðunum og heilt til tað nýggjasta nýggja.
Pæsastova, sum var heimið hjá J.C.Svabo (1746-1824) hevur ein týðandi leiklut í  okkara tónleikasøgu. Tað var her á loftinum, ein í 1928 fann tjúkku nótabókina sum Svabo noteraði tónleikin tey spældu á hansara døgum.
"An Introduction to Faroese Music" sum tiltakið eitur, verður hildið týsdagar og  hósdagar frá 26.juni til og við 16.august 2012.
Hitt tilboðið, er ferðafólkafløgan við heitinum "Music from the Faroe Islands" sum er ein uppsamlingsfløga við 16 nýggjari løgum, sum lýsa rock/folk/jazz/world og  klassiska tónleikin sum er givin út á Tutl.  Fløgan er á sera høgum støðið, breið í stíli tó samanhangandi.
Við fløguni, 160 konsertum yvir tveir mánaðir og tiltakinum í Pæsastovu vónar Tutl, at kunna verða við at krydda upplivingina hjá ferðafólkunum í Føroyum. Somuleiðis er hettar ein  gyltur møguleiki, at fáa føroyskan tónleik út í verð.
Í hesum døgum hátíðarheldur Tutl sítt 35 ára hald. Ikki kann sigast annað enn at  plátufelagið, sum fáur hevur dugað, at tilpassað og ment seg við rákinum og tí kolusalu menning, sum hevur verið innan tónleikavinnuna síðani fyrstu útgávuna í  maj 1977.
Tónleikaferðavinna er ein partur av fleiri í menningsætlaninum hjá Plátufelagnum Tutl. Sostatt ætla fyrireikararnir, at kunna hátíðarhalda fleiri stórar merkisdagar í framtíðini.
Tær tríggjar songkvinnurnar, Anna Maria Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Laila Carlsen, eru kendar frá ymiskum tónleikaligum samanhangum. Tær hava sungið sum solistar og verið við í bólkum – eitt nú Mark No Limits og Carlsens.
Seinastu tíðina hava tær spælt saman og í stóran mun mynda bólin Divaz, og tað hevur riggað serstakliga væl. Divaz er eftir ongari tíð blivin ein tann best umtókti tónleikabólkurin er á landi, og nú arbeiðir bólkurin við útgávu, sum veruliga kann staðfesta teirra støðu sum eitt tað mest spennandi navnið í føroyskum tónleiki júst nú.
Aftan fyri tær tríggjar kvinnurnar eru royndir og dugnaligir tónleikarar. Henning Hjalt Nicodemussen, sum hevur trummað fyri eitt nú Kjølar, All That Rain, Jens Marna og Brand Enni, leggur saman við bassspælaranum Bjarka Meitel botnin fyri tónleikin hjá Divaz. Johan Ziskason spælir gittar, og Bjarni Lisberg situr við ljómborðið.
Divaz spæla fangandi popp, hugatakandi R&B, pumpandi rock n roll og frekan soul. Umframt høgt tónleikaligt støði, duga songkvinnurnar eisini væl at framføra á palli, og tær fáa áhoyrarafjøldirnar við sær. Nú spælir Divaz á Summar Festivalinum, sum verður hildin fyrsta vikuskiftið í august.
Tær gleða seg sum vera man til festivalin. Tær hava verið her eina ferð fyrr og siga, at tær ætla at gera eyka nógv burturúr, tí tær vita, hvussu væl fólkið í Føroyum er við upp á tað.
Transit varð skrivað í einum bussi í Íslandi, tá Petur var námsferð saman við 8. flokki og flokslærara teirra, Finnur Joen-Jacobsen. Árið eftir, tá hesi gingu í 9. flokki, varð fløgan útgivin og nú tey ganga í 10. flokki. Í ár hava tey miðlabreyt, har lærarin er Finnur Joen-Jacobsen, og har hava tey framleitt eitt videolag til "Transit".
Næmingarnir hava sjálvir staðið fyri øllum; leikstjórn, redigering, upptøkum og eftirviðgerðini. Tað eru tey 4: Allan Sonny Joensen, Sunneva Gaardlykke, Laila Christiansen og Eva Johansen, sum standa aftanfyri sjónbandinum.
Petur Pólson: Transit
http://www.youtube.com/watch?feature=player_embedded&v=EUpcBzYUkpw
MFS varpar við hesum tiltakinum ljós á vitan um fiskivinnuna í Føroyum.
-Tú kennir tað allarhelst. Tíðindini eru full av yvirskriftum um fiskivinnuna, men tú skilur ikki helvtina av tí. Ella skilur tú orðini, men ivast kanska í týdninginum og avleiðingunum tey hava fyri tjóðarbúskapin. Hvat merkir tað, at onkur fiskur fer fyri 5. Kr. Kilo? Er tað nógv? Hvat merkir tað, at nógvur uppisjóvarfiskur er fiskaður? Er tað gott ella ringt?, spyr MFS, sum stendur á odda fyri hesum tiltakinum.
Tey siga, at um vit vilja tað ella ikki, so er fiskivinnan alfa og omega í føroyskum politikki. MFS vil við hesum tiltakinum leggja fakta á borðið. MFS vil geva lesandi upplýsingar um fiskivinnuna, soleiðis at lesandi sjálvi kunnu gera sær eina meining um hvussu fiskivinnan skal skipast í framtíðini.
Stefan í Skorini leggur fram “Fiskivinnan for dummies”, har hann greiðir frá núverandi skipan.
Eftir hetta fara Jóannes Jacobsen og Tummas Justinussen at koma við hvør sínari framløgu um hvussu teir halda, at vinna skal skipar í framtíðini. Eftir hetta verður kjak, og áhoyrarar hava møguleikan at seta spurningar.
Skráin er hendan:
Kl. 19:00 - Tiltakið byrjar (Føroyahúsið er opið áðrenn)
Kl. 19:10 - Stefan í Skorini - greiðir frá um fiskivinnuna í Føroyum
Kl. 19:30 - Jóannes Jacobsen - greiðir frá um uppboðssølu og tilfeingisgjald
Kl.19.50 – Tummas Justinussen – greiður frá um hvussu vinnan sær uppá støðuna
Kl. 20.10 – steðgur
Kl. 20.20 – kjak
Orðstýrari er Eirikur í Jákupsstovu.
Eisini verður campingøki tøkt til festivalin. Countryfestivalurin bjóðar góðan føroyskan og útlendskan tónleik. Tey, ið verða við eru Country Sisters, countrykongurin Hallur Joensen. Norski countrykongurin Arly Karlsen, Alex Bærendsen, Kristina
Bærendsen, Magni Christiansen, Joen Magnus Danielsen, Rannvá Vesturklett og Evi Tausen.
Skráin fyri fríggjakvøldið sær soleiðis út.
20.00 Evi,
21.30 Rannvá Vesturklett
23.00 Country Sisters
01.30 Hallur Joensen
Leygarkvøldið sær skráin soleiðis út .
20.00 Kristina Bærendsen
21.00 Alex Bærendsen
22.15 Magni Christiansen
23.30 Arly Karlsen
02.00 Joen Magnus Danielsen.
Í tjaldinum verður ein lítil pallur, sølubúðir og borð og stólar, so fólk kunnu stytta sær stundir.
Allan Samuelsen, fyrireikari, sigur, at fyrreikingarnar hava gingið væl.
– Tjaldið verður liðugt uppsett seinni í dag, so tað verður klárt hjá ljóð- og ljósmonnum at gera sítt arbeiðið í kvøld, sigur Allan Samuelsen.
– Eitt av høvuðsnøvnunum á festivainum, Country Sisters, koma til landið í kvøld, sigur hann.
Countryfestivalurin byrjar í annaðkvøld klokkan 20, og tann fyrsta á pallinum, verður Evy, sum seinastu tíðina hevur gjørt nógv vart við seg uttanlands.
Fólkini handan sendingina Ghetto Føroyar máttu í dag ásanna, at tøknin ikki altíð er at lýta á. Sendingin skuldi sendast beinleiðis úr einum kollegiekamari á Sofiegarðinum í dag klokkan 15.00, men tøknin svíkti, og tí varð sendingini ikki send.
Men nú er greitt, at sendingin verður send í kvøld klokkan 19.00 og tveir tímar fram.
Á skránni er eitt nú eitt kjak um hvørjar alternativar vinnur kunnu stimbrast í Føroyum. Haraftrat verður práta um hvørt útisetar hava rætt til at blanda seg uppí kjakið í Føroyum, ella ikki.
Tú kanst vitja Facebook síðuna hjá sendingini, sum eitur Ghetto Føroyar, og har frætta meira um sendingina í dag, sum altso verður send í kvøld.
Hansara fantastiska rødd hevur í nógv ár verið hugtikið fólk kring allan heim. Hann hevur vunnið eina langa røð av heiðurslønum fyri sínar útgávur. Og hann hevur inspirerað, uggað og glett fólk við sínum sangi.
Russ Taff telist millum mest virdu gospelsangarar í USA, og seinnu árini hevur hann fingið eitt serligt tilknýti til Føroyar og føroyingar. Hann hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir, hann hevur havt framførslur, og seinasta fløgan hjá honum, um fekk heitið Faroe Islands, er framleidd í Føroyum. Hendan fløgan er tilnevnd til tríggjar sonevndar Dove heiðurslønir, sum verða lætnar til gospeltónleik í USA á hvørjum ári.
Russ Taff hevur í nógv ár eisini verið ein av profilunum á Gaither konsertum, og blaðið Billboard Magazine hevur skrivað, at Taff hevur ein av teimum bestu røddunum í kristnum tónleiki yvirhøvur. Og hesa rødd sleppa føroyingar nú aftur at hoyra á føroyskum palli.
Í august vitjar Russ Taff aftur í Føroyum, og hann skal syngja á  Summar Festivalinum í Klaksvík. Framførslan á Summar Festivalinum verður eitt natúrligt framhald av hansara samstarvi við føroyingar, og Russ Taff fer at syngja sangir av seinastu útgávuni hjá sær, Faroe Islands, umframt at hann eisini syngur aðrar góðar og kendar gospelsangir.
Hesum boðar Summar Festivalurin frá í dag.