    <dc:language>en</dc:language>
      <description><![CDATA[Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping á Østerbro Stadion í Keypmannahavn. Hon skal luttaka á 10.000m-teininum, sum hon fyri seks vikum síðani setti met á í kapping í North Carolina, USA, við tíðini 36.58,27 min.
Uttan mun til hvussu úrslitið hjá Bjørk verður, so fer hon at skriva søgu. Hon verður nevniliga hin fyrsti føroyingurin, sum á pappírinum fer at umboða Føroyar í einari millumtjóðakapping í frælsum ítrótti.
Frælsur Ítróttur Føroya var í fjør á fundi við Dansk Atletikforbund. Tey fingu fatan av, at tað verður trupult hjá Føroyum at fáa limaskap í altjóða samgonguni IAAF, men hinvegin gjørdust føroyska og danska sambandið samd um, at Føroyar høvdu uppiborið eitt undantaksloyvi, soleiðis at føroyskir luttakarar luttaka sum føroyingar í norðurlandakappingum. Hetta tók danska sambandið upp á fundi við hini norðurlondini, og har var undirtøka fyri hesum, soleiðis at føroyingar innan frælsan ítrótt ikki longur umboða Danmark í millumtjóðakappingum.]]></description>  
      <description><![CDATA[Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele Cup, var um vikuskiftið.
Skjótasti maðurin á koyribreytini var Jógvan Isaksen, sum koyrir fyri lakkverkstaðin ProLakk. Hann koyrdi eina rundu upp á 32,469 sekund.
Kappingin byrjar aftur fríggjadagin 25. mai og heldur fram til sunnudagin 27. mai, tá føroyameistarin í Go-Kart fyri virkir 2012 verður funnin. Kappingin er á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. 
      <description><![CDATA[Høllin á Hálsi í Havn var sunnudagin karmur um FM í estetiskum fimleiki. Enn sum áður er tað Havnar Fimleikarfelag, sum er á tindunum, og gjørdi felagið bart við at vinna gull í øllum bólkunum, sum kappast varð í henda dagin – nevniliga í gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.
Støkk var tó ógvuliga nær við at koppa Havnar Fimleikarfelag hjá bæði gentum og kvinnum, men tað er framvegis tær úr Havn, sum hava munin. 
Júst Havnar Fimleikarfelag og Støkk skulu seinni í hesum mánaðinum luttaka í heimsmeistarakapping í estetiskum fimleiki í Cartagne, Spania.
Gentur
1. HFa 14,40 stig
2. Støkk 14,10
3. Ljósið 12,95
Kvinnuunglingar
1. HF 14,05 stig
2. Ljósið 12,70
3. Støkk 12,45
Kvinnur
1. HF 13,65
2. Støkk 13,45
3. Ljósið 12,40]]></description>  
Kvinnurnar á nýggju fimleikadeildini hjá føroyska útisetafelagnum í Keypmannahavn, ÍF Føroyum, framdu í dag eitt megnaravrik. Tær vunnu nevniliga DM-kappingina í 3. division. Ætlanin var, at tær skuldu luttaka í bestu deildini, men tær gjørdust ov seinar at tilmelda.
ÍF Føroyar, sum er mannað við kvinnum, ið áður hava verið í Havnar Fimleikarfelag, vunnu kappingina greitt. Tær fingu 15,70 stig og endaðu heili trý stig frammanfyri Bellatrix úr Espergærde, meðan Team Bianca úr Greve gjørdist nummar trý við 12,60 stigum.
Hóast eingin føroyskur fjeppari var til framførsluna í Silkeborg hjá føroysku kvinnunum, so var høllin á gosi eftir frálíku framførsluna, sum tryggjaði teimum greiða sigurin.
- Kappingarárið er nú komið at enda, og sigast kann, at vit eru væl nøgdar við úrslitið, hóast smá kiks vóru í framførsluni. Vit eru sera spentar til komandi ár, og vit eru longu farnar í gongd við at fyrireika. Ætlanin er at fáa eina amboðsseriu, soleiðist at vit kunnu gera okkum galdandi í 1. division, sigur Ruth Smith, ein av fimleikarunum hjá ÍF Føroyum.
Tær, ið mannaðu føroyska liðið, vóru Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursdóttir, Elin Bærentsen og Turið Nattestad.]]></description>  
      <description><![CDATA[Ítróttasamband Føroya, ÍSF, hevði ársaðalfund í gjárkvøldið og har varð Petur Elias Petersen, forseti, afturvaldur.
Í formansfrágreiðing síni nýtti hann høvi til at hyggja frameftir til Olympisku Leikirnar og Paralympisku Leikirnar seinni í ár, og til Oyggjaleikirnar á Bermuda í 2013.
Í hesum sambandi hevði ÍSF-forsetin fleiri áheitanir til føroysku myndugleikarnar. 
Hann eftirlýsti dyggum stuðuli til føroyska boðið um at skipa fyri Oyggjaleikum í Føroyum aftur. Hann eftirlýsti eisini meiri ítrótti í skúlunum kring landið, t.d. í samstarvi við lokalu ítróttarfeløgini.
Samstundis sum Petur Elias Petersen takkaði fyri dyggan fíggjarligan stuðul frá landsins myndugleikum, eggjaði hann teimum til økja stuðulin eitt nú til úrvalsítróttin. 
Hesin stuðulin hevur seinastu árini havt stóran týdning fyri arbeiðið hjá Pál Joensen og Jón Bjarnason.
Nevndarval var eisini á skránni. Forsetin stóð fyri vali og Petur Elias Petersen, sum er á myndini, varð afturvaldur uttan mótvalevni. 
Anna Rein, sum herfyri loysti Katrin Joensen av í starvsnevndini, varð vald til skrivara í starvsnevndini næsta árið. Og Tóra Øre Hansen varð vald til nýggjan varalim í starvsnevndini.
      <description><![CDATA[Í morgin fer nýggja fimleikaliðið hjá føroyska útisetafelagnum, ÍF Føroyum, at dystast um danmarksmeistaraheitið í rútmiskum fimleiki. Kappingini fer fram í Silkeborg, har 31 lið eru tilmeldað. 
- Vit eru sera spentar og fara so avgjørt eftir gullinum. Men av tí at vit meldaðu okkum til eftir at freistin var farin, so sluppu vit bara í 3. division, og tað vil siga, at vit kappast við 19 onnur lið, ið hava eina seriu, meðan 1. og 2. division hava fría seriu og eina amboðsseriu. Men vit kunnu framvegis samanbera karakterin við 1. og 2. division, sigur Turið Nattestad úr ÍF Føroyar Fimleikur.
- Av teimum 19 liðunum, sum eru í 3. division, eru tað fá lið, sum vit hava sæð fyrr. Tískil vita vit ikki heilt hvussu støðið fer at liggja, men aftaná síðstu kappingina, sum var 31. mars í ár, eru vit helst millum tey bestu í 3. division. Men ein veit ongantíð hvussu tað fer at gangast inni á gólvinum teir 2-3 minuttirnar, ein hevur. Ein kann eins væl hava ein ringan dag, sum ein góðan dag, sigur Turið.
Kappingin byrjar kl.11.45 føroyska tíð.
Tær, sum manna føroyska liðið, eru Ruth Smith, Bjørg E. Ellendersen, Jeanni Petersen, Lindis Petersen, Unn Øssursfóttir, Elin Bærentsen og Turið Nattestad.
ÍF Føroyar Fimleikur hevur ein bolk á facebook, har tær leggja myndir, úrslit og video út sohvørt. Bólkurin eitur ÍF Føroyar Fimleikur.]]></description>  
      <description><![CDATA[Í áttandapartsfinaluni í einari WTA-kapping í Madrid hittust tær báðar, danska Caroline Wozniacki og amerikanska Serena Williams, seinnapartin. Wozniacki byrjaði best, og tá Williams als ikki fekk sítt spæl at rigga, endaði settið við donskum tryggum donskum sigri, 6-1. 
Í øðrum setti kom Serena Williams fyri seg, samstundis sum Caroline Wozniacki misti takið, og hon kundi tí ikki forða Williams at vinna tey bæði næstu settini ávikavist 6-3 og 6-2. Harvið eydnaðist tað Serena Williams at fáa hevnd fyri ósigurin ímóti Woaniacki fyrr í ár. 
Í fjórðingsfinaluni skal Serena Williams spæla ímóti Mariu Sharapova. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Usain Bolt hevur verið fullkomiliga einaráðandi á 100m-teininum seinastu tíðina, men nú fær hann mótstøðu frá verandi heimsmeistaranum og landsmanninum, Yohan Blake. Í gjárkvøldið rann hann tíðina 9,84 í einari kapping á Cayman-oyggjunum, og er hetta einans 2/100 seinri enn ársins besta tíð, sum Usain Bolt setti leygardagin.
- Eg segði við Usain, at eg skuldi vísa honum. Eg eri sera væl nøgdur við mína tíð, og eg eri í grundini komin longri enn væntað í fyrireikingunum til OL, segði Yohan Blake á tíðindafundi eftir kappingina í gjár.
Usain Bolt eigur heimsmetið á 100m við tíðini 9,58, sum hann setti í 2009. Persónliga metið hjá 22 ára gamla Yohan Blake er 9,82. Tað setti hann í fjør.]]></description>  
      <description><![CDATA[Føroyameistarakappingin í GoKart fyri virkir byrjar fríggjadagin 11. mai. 
Talan er um kappingina Føroya Tele Cup, sum verður um vikuskiftini 11.-13. mai og 25.- 27. mai. Tað er AD-Import í Havn, ið skipar fyri kappingini, sum verður á økinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Eisini verður kapping millum MC-feløgini í Føroyum. Kappingin verður skipað við einum innleiðandi umfari og síðan eini kapping um meistaraheitið. Eins og í fjør verður skipað fyri Mini LeMans koyring. Hetta er ein kapping, sum varar í fýra tímar, og tað toymið sum hevur koyrt flest rundir í teir fýra tímarnar hevur vunnið. 
      <description><![CDATA[Um jóansøkuleitið í ár verður eitt serligt tiltak í Suðuroy.
Tá fer rørslufelagið, Hvistan, í Suðuroy, at skipa fyri náttarrenning, har tey fara at renna um náttina úr Vági til Trongisvágs.
Renningin kallast Suðuroy 25K, har heitið sipar til, at teinurin, sum rennast skal er 25,3 kilometrar. 
Renningin verður náttina ímillum leygardagin 16. juni og sunnudagin 17. juni og runnið verður av Vágseiði, umvegis Hovsegg, til nýggja fótbóltsvøllin í Trongisvági.
Byrjað verður á Vágseiði 17. juni klokkan eitt um náttina. 
Tann 17. juni er sólarris klokkan 02.37. Teinurin upp á Hovsegg er einar 15 kilometrar, so er veðrið til vildar, er hugsandi, at flestu rennarar fara at síggja sólina rísa, meðan runnið verður um Hovsegg.
Hetta er ein kapping, tey ætla, skal vera afturvendandi.
Annaðhvørt ár, tá ið jóansøkan er í Vági, verður runnið úr Vági til Trongisvágs og annaðhvørt ár, tá ið jóansøkan er á Tvøroyri, verður runnið av Trongisvági til Vágs.
Fyrireikararnir siga, at tiltakið er avmarkað til 100 rennarar.
      <description><![CDATA[Guðmundur Joensen gjørdi seinasta vikuskiftið um seg við at seta nýtt føroyskt met á 13km-teininum í súkkling, og nú um vikuskiftið gjørdi hann aftur um seg – hesaferð í stórari triathlon-kapping í Portugal; eisini kallað ½ Ironman, sum fevnirum 1,9 km svimjing á sjónum, 90 km súkkling og 21,1 km renning. 
Hann luttók í Lisbon International Triathlon, har hann við tíðini 4:07:08 gjørdist nummar fýra út av øllum teimum 457 luttakarunum.
Kappingin byrjaði í góðveðri longu kl.8 á morgni í portugisiska høvuðsstaðnum. Tað sást beinanvegin, at Guðmundur vildi kappast og lá hann í fremsta feltinum allan teinin. Lagt varð út við at svimja, og her vann Guðmundur sær eitt triðja pláss, sum hann eisini vardi allan súkkluteinin. Hann súkklaði væl henda dagin og hevði eina miðalferð omanfyri 40 km/t.
Í renningini mótvegis málinum stríddist Guðmundur í omanfyri 20 hitastigum, men hann helt eitt gott støði og kom á mál á fjórða plássi við tíðini 4:07:08. Hann endaði fimm minuttir og 47 sekund aftanfyri vinnaran, sum gjørdist José Estrangeiro úr Portugal.
Hetta var fyrsta triathlon-kappingin hjá Guðmundi Joensen í ár og skuldi lunnar nú verið lagdir undir góðum úrslitum í framtíðini.]]></description>  
      <description><![CDATA[Badminton: Um vikuskiftið luttók ein úrsvalshópur við føroyskum badmintonungdómi í stóru kappingini Danish Open, sum varð spæld í Farum. Her luttóku fremstu badmintonleikararnir úr øllum norðurlondum.
Evnaríka 13 ára gamla Gunnva Jacobsen úr Havnar Badmintonfelag kom í gjár aftur til Føroya við einum gullheiðursmerki eftir hon hevði vunnið finaluna í U13-aldursbólkinum ímóti Matildu Kapell úr Svøríki. Gunnva vann dystin 2-1 eftir settúrslitini 21-14, 20-22, 21-16.
Kappingin varð skipað í elitu-, meistara- og síðani A-, B-, C- og D-bólkar. Flestu føroyingar luttóku í A-bólkum. Stórtalentið Bartal Poulsen er einasti føroyingur, sum hevur spælt seg allan vegin í elitudeildina. Her vann hann tveir út av trimum dystum.
- Gaman í hava stór talent myndað føroyskt badminton í nógv ár, men at ein so stórur hópur av spælarum úr øllum Føroyum klárar seg so væl, er nakað nýtt. Stóra avbjóðingin næstu árini verður at geva ungdómsspælarunum møguleikar at halda hetta støðið til vaksnar spælarar, sum kunnu standa seg í oyggjaleikahøpi og enn sterkari kappingum eisini, sigur Magnus Gaard, venjari.
Á myndini síggjast Gunnva K. Jacobsen, Kristina Eriksen, Sólfríð Hjørleifsdóttir, Marjun á Lakjuni, Dann Fróðason, Brandur Jákupsson, Bartal Poulsen, Magnus D. Christiansen og Jákup Jacobsen. Martin de Friis Justinussen vantar á myndini.]]></description>  
      <description><![CDATA[Jamaica-rennarin Usain Bolt vísti í gjár, at hann er eitt sera gott boð upp á eitt og kanska fleiri gullmerkir á teimum olympisku leikunum í London í summar. 
Í einari 100 metrar kapping í Kingston í gjár kom Usain Bolt fyrstur á mál við tíðini 9,82 sekund, sum er besta tíð í heiminum higartil í ár. Næstir honum vóru landsmenninir Michael Frater við 10,00 sekundum og Lerone Clarke við 10,03 sekundum. 
-Eg eri betri fyri nú enn um hesa tíðina í fjør, men venjarin hjá mær, Glen Mills, sigur, at eg gjørdi onkur mistøk í dag, sum vit skulu rætta undir venjingunum, segði Bolt við tíðindafólk aftan á sigurin. 
Usain Bolt hevur heimsmet á bæði 100 og 200 metrum. Tað fyrra er 9,58 sekund og tað seinna 19,19 sekund. 
      <description><![CDATA[Sera  stórur áhugi er fyri rennikappingini sum verður í Klaksvík leygardagin, tá fyrsta Hálv Marathon her er á skránni.
-	Hetta er eitt nógv størri tal, enn vit høvdu væntað, sigur ein av fyrireikarunum, Guttorm Sørensen.
Tað er felagið Treysti í Klaksvík sum skipar fyri. Higartil eru 132 fólk tilmeldað, men freistin at tekna seg er úti í kvøld. Tí er ikki óhugsandi at tey verða enn fleiri sum fara at leggja til brots seinnapartin leygardagin.
Higartil eru tað bert føroyingar sum hava meldað seg til at renna hesar góðu 21 kilometrarnar kring vánna í Klaksvík.
Tilmelding kann fara fram á www.renn.fo
(savnsmynd)
      <description><![CDATA[Í dag vitjar fyrrverandi heimsmeistarin og ein av mætastu telvarunum í nýggjari tíð, GM Veselin Topalov, í Føroyum.
Nú klokkan 15 fór hann at telva tvey snartalv ímóti IM Helga Dam Ziska í hølum Havnar Telvingarfelags, og klokkan 16 verður simultantelving á Torginum í SMS, har ein samansjóðing av evnaríkum unglingum og eldri telvarum sleppur at royna seg ímóti bulgarsku heimsstjørnuni. 
Øll eru sjálvsagt vælkomin til tiltøkini sigur Talvsambandið.
Topalov, føddur 1975, gjørdist heimsmeistari í 2005, eftir at hava kveistrað alla mótstøðu til viks í HM-kappingini í San Luis. 
Hann fekk 10 stig av 14 møguligum, hálvtannað stig framman fyri nærmastu avbjóðararnar. Topalov misti HM-heitið í dysti ímóti Vladimir Kramnik árið eftir, men hevur síðani javnan ligið ovastur á styrkilistanum hjá FIDE. 
Topalov er ein av seks telvarum, sum hava megnað at vunnið seg upp um 2800 ratingstig, og so seint sum í mei 2010 ljóðaði styrkitalið á heili 2812. Í løtuni stendur hann við 2752 ratingstigum.
Við á ferðini til Føroyar er eisini Silvio Danilov, umboðsmaður hjá Topalov og núverandi forseti í ECU - Evropeiska Talvsambandinum.
Áðrenn orrustuna í SMS fara teir báðir at vitja ymsa staðni og tosa um teirra royndir við talvi.
      <description><![CDATA[Russiska Maria Sharapova vann í dag WTA-tenniskappingina í Stuttgart við at vinna finaluna ímóti Victoria Azarenka úr Hvítarusslandi. Azarenka varð mett sum tann sterkasta í kappingini og Sharapova sum nummar tvey, men í finaluni bleiv skiftu teir pláss. Sharapova vann rættiliga greitt 6-1, 6-4. 
Danska Caroline Wozniacki var í kappingini í Stuttgart, men tapti í øðrum umfari ímóti týsku Angelique Kerber. 
Tann næsta stóra tenniskappingin hjá kvinnum verður í Madrid í aðru viku, og síðst í næsta mánað verður French Open.  
      <description><![CDATA[Spanska tennisstjørnan Rafael Nadal staðfesti í dag, at hann er kongurin, tá spælt verður á grúsi. 
Í finaluni í ATP-kappingini í Barcelona var Nadal komin í finaluna, og hinumegin netið var landsmaðurin David Ferrer, og við sínum 34. sigri á rað vann Nadal 7-6 og 7-5. 
Fyri einari viku síðani vann Rafael Nadal ATP-kappingina í Monte Carlo, sum eisini var á grúsi. Við sigrinum í dag hevur hann vunnið 48 ATP-kappingar, hóast hann bara er 25 ára gamal. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í dag verður FM fyri Pinkur og smágentur í estetiskum fimleiki. Kappingin er í Høllini á Hálsi í Havn.
Somuleiðis verður í dag klokkan 13.00 B-kapping fyri pinkur, smágentur og gentur, vinnarin ognar sær luttøku til FM kappingina. Feløgini sum luttaka verða Havnar Fimleikafelag, Støkk og Flog, íalt 9 lið. 
FM kappingin verður klokkan 16.00, og eru tað átta lið frá Ljósinum, Støkk og Havnar Fimleikarfelag sum kappast um føroyameistaraheitið.
Øll liðini hava verið til tvær steypakappingar í ár, har Havnar Fimleikarfelag vann báðar, Støkk bleiv nr. 2 og Ljósið nr. 3. Liðini hava vant sera miðvíst til FM kappingina, og spennandi verður, hvussu leikur fer. 
Hetta er seinasta kappingin í estetiskum fimleiki fyri hesa bólkar, men venjingin heldur á gjøgnum alt summarið. 
Kappingarnar enda við heiðursmerkjahandan og steypi til føroyameistararnar. 
Tað verða 11 dómarar til kappingarnar. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í morgin sunnudagin 29. apríl skipar Føroya Triathlon Felag fyri triathlonkapping í tí sokallaða OL teininum. Tað er júst hesum teininum kappast verður á til komandi Oyggjaleikir. 
OL teinurin er:
*        1500 metrar svimjing
*        40 kilometrar súkkling
*        10 kilometrar renning
Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað 4 ferðir millum rundkoyringarnar við Svimjihøllina, Skansan og Hvítanesvegin. Tá skift verður frá súkkling til renning, verður skift við parkeringsøkið við Plantusøluna á Hvítanesvegnum. Runnið verður vestanfyri Skógrøktini. Málið er á parkeringsplássinum hjá Skógrøktini. 
Favorittur at vinna kappingina er uttan iva Guðmundur Joensen, sum seinastu árini hevur vant miðvíst hesa spennandi ítóttargrein. Í næstum skal Guðmundur luttaka í stórari kapping í Lissabon. Tá verður kappast í ½ ironman, tað vil siga umleið tað dupulta av OL teininum.
Triathlonkappingin byrjar kl. 13.00, og luttakarar skulu møta í seinasta lagi kl. 12.30. 
      <description><![CDATA[Jákup Súni Berg kveistraði alla mótstøðu til viks í kappingini Føroya Sterkasti Maður 2012 og kann hann tískil annað árið á rað kalla seg Føroya sterkasta mann.
Menninir við teimum stóru musklunum kappaðust í góðar tríggjar tímar í høllini á Hálsi í gjár. Kappingin var býtt upp í seks ymiskar greinar, og vóru tað eisini favorittarnir báðir, Jákup Súni Berg og Bogi Hammer, sum fylgdust tað mesta av kappingini.
Endin var, at Jákup Súni Berg hevði munin og harvið verjir heitið sum Føroya sterkasti maður.]]></description>  