    <dc:language>en</dc:language>
      <description><![CDATA[Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum í Føroyum, heldur enn at senda føroysk lið út í heim at kappast.
Tað vísa útrokningar hjá ÍSF, sigur Petur Elias Petersen, forseti, á aðalfundinum í felagsskapinum í gjár.
Útrokningar eru grundaðar á tvær altjóða kappingar, sum Flogbóltssamband Føroya skipaði fyri í fjør. 
- Útrokningarnar vísa greitt, at tað loysir seg fyri føroyska  samfelagið at stuðla føroyskum ítrótti at fyriskipa altjóða ítróttartiltøkum í Føroyum. 
- Tá ið kappingin verður fyriskipað í Føroyum, fær føroyska samfelagið ágóðan av, at nógvar tænastur verða keyptar í Føroyum í sambandi við kappingina, bæði hotell, flogferðaseðlar til Føroya, prentlutir, heiðursmerki, flutningur innanlands, hallarleiga og annað.
Harafturat er tað við at førleikamenna føroyska fyriskiparar. 
- Tá í føroysk ítróttarfólk hinvegin far av landinum til kappingar, er tað bert gjaldið fyri flogferðirnar hjá føroyska landsliðinum, sum liggur eftir í Føroyum. 
Ú́trokningar vísa, at verða kappingar fyriskipaðar í Føroyum, kastar tað um fýra ferðir so nógv av sær til føroyska samfelagið, sum tá ið føroysk landslið fara uttanlands til somu kapping, sigur Petur Elias Petersen. 
Í hesum sambandi vísir hann á, at einir føroyskir oyggjaleikir, høvdu uttan iva kastað nógv av sær til føroyska samfelagið. 
- Stóri hópurin av luttakarum skal ferðast til Føroya, her hann skal bæði gista og eta. 
Samstundis mugu tær msu ítróttagreinarnar førleikamenna seg í at fyriskipa og at døma. 
Men eisini reint ítróttarliga vísa royndir, at ung ítróttafólk flokkast til venjingar, tá ið tey síggja sær ein møguleika at umboða sítt móðurland. 
Hann heldur, at átaka Føroyar sær at skipa fyri oyggjaleikunum aftur, kann føroyskur ítróttur vænta sær stóra tilgongd av íðkarum. 
- Oyggjaleikirnir eru eisini gylt høvi hjá lands- og kommunalum myndugleikum at endurnýggja ítróttaverkløgini, so at tey lúka nýggjastu treytirnar, leggur hann afturat. 
      <description><![CDATA[Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og kvinnur í Høllini á Hálsi í Havn.
Liðini, sum kappast um heiðurin verða gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum, Støkk og Flog. Frá Fimleikasambandinum siga tey, at spenningur er í hásæti, tí liðini eru sera jøvn í bólkunum, ja bert marginalar skilja tær, so einki er avgjørt.
Gullvinnarin kann bæði eita HF, Ljósið, ella Støkk. Hetta er seinasta kappingin í ár í estetiskum fimleiki, tó halda liðini áfram at venja. 
Kvinnuliðini hjá HF og Støkk hava avgjørt at luttaka í HM, sum verður í Spania 26 og 27 mai.  
      <description><![CDATA[Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.
Tað staðfesti Petur Elias Petersen, ÍSF forseti á aðalfundinum í felagsskapinum i gjár.
Føroyska dopingeftirlitið hevur nógv ár á baki, og tað verða støðugt royndir av føroyskum ítróttafólkum. 
Av royndunum, sum vórðu tiknar í fjør, vórðu seks tiknar av mannligum fótbóltsspælarum, og seks av kvinnuligum hondbóltsspælarum.
Helvtin av royndunum vóru tiknar undir venjing og hin helvtin varð tikin eftir dyst. 
Allar royndirnar vóru negativar, t.v.s. at ongin farvegur av ólógligum stimbrandi evnum varð funnin. 
Síðani ÍSF gjørdi avtalu við Anti Doping Danmark í 2003, eru nú yvir 200 royndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum og enn er ongin tikin fyri at hava tikið ólóglig stimbrandi evni. 
Petur Elias Peterse sigur, at ætlanin er at halda fram við samstarvinum og framhaldandi verða eisini ófráboðaðar royndir tiknar. 
Hvussu nógvar tær verða sigur hann ikki, tí tær eru allar ófráboðaðar, og tí verður talið og títtleikin ymiskur gjøgnum tíðirnar. 
Av tí at talan er um eina skipan,  har revsimøguleikar fyri brot reglugerðina ikki er annað enn at ítróttarfólk verða útihýst frá skipaðum ítrótti, hevur dopingeftirlitið bert gjørt royndir av ítróttafólkum í feløgum, sum eru skipað undir ÍSF. 
Sostatt eru royndir ikki tiknar í heilsumiðstøðum, har nógv fólk venja dagliga. 
Hetta seinasta árið hevur ÍSF kortini fingið tað fyrsta limafelagið, sum beinleiðis fæst við fitness og tað er Trúðhamar í Klaksvík. 
- Av tí at felagið er limur í ÍSF, eru limirnir í felagnum undir dopingeftirlitið hjá Ítróttasambandi Føroya, og hetta fegnast vit um. 
Petur Elias Petersen vildi kortini ynskt, at heilsumiðstøðir gjørdu avtalur við ÍSF,  at dopingroyndir eisini kundu verði tiknar har. 
Tað er ein dopings-eftirlitsnevnd, sum tekur sjálvir royndirnar, men í dopingnevndini hjá ÍSF, sum fellur dóm í dopingmálum, eru Jónfinn Thomsen, formaður, nevndarlimir eru Jóhanna Arge og Pál Weyhe og varalimur er Jógvan Ellefsen.]]></description>  
      <description><![CDATA[Leygardagin skipar flogbóltsfelagið Fleyr úr Havn fyri firmakapping, har fyritøkur úr øllum landinum hava møguleikan at kappast ímóti hvørjum øðrum.
Seks spælarar skulu vera á vøllinum í senn og av teimum skulu vera minst tvær kvinnur. Tað er einans loyvt at hava ein meistaradeildarleikara á liðnum, sum hevur luttikið seinasta kappingarár. Spælt verður við flúgvandi útskiftingum, og tað er einans loyvt at gera undirhondsservu - annars eru vanligar flogbóltsreglur galdandi.
Longu nú eru fleiri lið tilmeldað, men Fleyr boðar frá, at tað framvegis er pláss fyri nøkrum liðum afturat. Kappingin verður spæld í Hoyvíkshøllini og í Gundadalshøllini.
Meiri kann lesast um kappingina á heimasíðuni hjá Fleyr, www.fleyr.fo.
      <description><![CDATA[Atlético Madrid er vinnari av Europa League 2012. Hetta gjørdist greitt í kvøld, eftir at teir vunnu 3-0 í reinu sponsku finaluni ímóti Athletic Bilbao. Finalan varð spæld í Bukarest í Rumenia.
Tað var Radamel Falcao, sum við tveimum málum í fyrra hálvleiki stjól myndina og syrgdi fyri, at Altético Madrid var á odda 2-0 í hálvleikinum. Hann hevur nú skotið 29 mál í 29 Europa League-dystum.
Í seinna hálvleiki trýsti Athletic Bilbao fyri at minka um munin, og hóast teir í fleiri atløgum vóru ógvuliga nær við, so eydnaðist hetta ikki. Heldur hinvegin var tað Diego, sum fimm minuttir fyri leiklok økti til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 3-0 til Atlético Madrid.
Hetta er aðru ferð upp á bara trý ár, at Atlético Madrid vinnur Europa League. í 2010 vunnu teir finaluna 2-1 ímóti Fulham.]]></description>  
      <description><![CDATA[Allur svimjiheimurin er skelkaður, nú tað frættist í dag, at norski svimjarin, Alexander Dale Oen, brádliga er deyður á einum hotelli í Flaggstaff Arizona í USA, har hann var á venjingarlegu.
Hann var 26 ára gamal.
Tað boðar norska svimjisambandið frá í dag.
Alexander Dale Oen vann HM í 100 metra bringusvimjing í fjør. Tað vakti miklan ans, tí tað var tann 25 juli, bara tríggjar dagar eftir høpisleysu yvirgangsatsóknina hjá Anders Behring Breivik.
Hann var eisini ein av stóru norsku gull vónunum á olympisku leikunum í London í summar.
Tað var í gjárkvøldið, Arizona tíð, ella í morgun føroyska tíð, at svimjifelagir varnaðist, at hann hevði verið rættiliga leingi undir brúsu, áðrenn tey skuldu hittast til hugnaliga samveru.
Tá ið tað onki nyttaði at rópa á hann, fóru tey inn á baðiverilsi, har tey funnu hann lívleysan á gólvinum.
Boð vórðu send eftir sjúkrabili og roynt varð at fáa lív í hann aftur. Men tað var alt til fánýtis og ein góðan tíma seinni komu formligu boðini frá læknunum um, at hann var deyður.
Ongin veit, hví hann brádliga doyði, men han skal nú kannast.
      <description><![CDATA[Í gjár handaði Birgir Andreasen úr Idémøblum Eysturkommunu nýggja graslíkisvøllin til vøllin í Leirvík.
Nýggi graslíkisvøllurin er av slagnum FIFA 2 Star, og tað eru Idémøblar, sum hava latið vøllin.
Gamli vøllurin fekk so mikið stóran skaða í ódnarveðrinum fyri jól, at neyðugt var at skifta hann út.
– Arbeiðið at leggja vøllin á hevur gingist hampuliga væl, sjálvt um veðrið hevur darvað arbeiðinum nakað, siga tey úr Eysturkommunu.]]></description>  
      <description><![CDATA[Í gjár var endabresturin í kappingini í estetiskum fimleiki, tá føroyameistarakapping var í Høllini á Hálsi í Havn. Tær sum kappaðust vóru pinkur, smágentur í A-kappingini og pinkur, smágentur og gentur í B-kappingini.
Í A-kappingini  hjá pinkum kappaðust Havnar Fimleikafelag, Støkk og Ljósið. Støkk B var eisini við sum vinnari av B-kappingini.
Úrslitið varð, at Havnar Fimleikafelag vann kappingini hjá pinkum við  14,38 stigum, sum bert var 0,13 stig framman fyri Støkk A. Nummar trý gjørdist Ljósið og Støkk B var nummar fýra.
Í A-kappingini hjá smágentum kappaðust Ljósið, Støkk og Havnar Fimleikafelag A og Havnar Fimleikafelag B sum vinnari av B-kappingini.
Úrslitið varð, at Havnar Fimleikafelag A vann við 14,68 stigum. Nummar tvey var Støkk, nummar trý var Ljósið og nummar fýra var Havnar Fimleikafelag B.
Í B-kappingini hjá pinkum vann Støkk framman fyri Havnar Fimleikafelag.
Hjá smágentum vann Havnar Fimleikafelag, nummar tvey var Støkk, nummar trý var Flog A og nummar fyri Flog B.
Hja gentum vann Havnar Fimleikafelag, meðan Støkk og Flog endaðu bæði øðrum plássi, tí tey vóru púra jøvn í stigum við 13,37. A kappingin hjá gentum verður 12. mai.]]></description>  
      <description><![CDATA[Neistin fær aftur ágóðan av øllum teimum royndunum, hann hevur fingið í felagnum. Áki Mørk hevur sum spælari verið ein viðurkend ímynd av felagnum í nógv ár - nú skal hann venja besta mansliðið hjá Neistanum.
30 ára gamli havnarmaðurin fekk seg royndan í venjarastarvinum í fjør. Tá loysti hann av Morten Hust Pedersen, sum varð uppsagdur eftir fýra dystir sum ábyrgdarmaður. Áki Mørk hevði ábyrgdina fyribils til Páll Poulsen tók við, fremst av øllum tí Áki vildi spæla sjálvur.
Longu 18 ára gamal fekk Áki Mørk ein av høvuðsleiklutunum á besta mansliðnum hjá Neistanum. Seinastu árini hevur hann sum spælari eisini havt virknan lut í sigursgongdini hjá Neistanum. Árini frá 2009 til 2011 var Neistin mest sum einaráðandi í føroysku kappingini, umframt at liðið hevur verið virðiligt umboð fyri føroyskan hondbólt í altjóða kappingum.
Áhaldandi skaðar hava ofta forðað honum at sleppa á vøllin seinastu árini, men hóast venjingarstøðan ikki longur var tann, hon hevði verið, var bólteygað og teknikkurin einki viknaði. Nú roynir hann venjaraleiðina. Avtalan er galdandi fyri komandi kappingarár.
Neistin er verandi steypavinnari og var nummar fýra í landskappingini í ár.]]></description>  
      <description><![CDATA[Soleiðis segði Fernando Torres við Eurosport undan dystinum millum Barcelona og Chelsea í gjárkvøldið.
Hvussu var og ikki endaði dysturin javnt, eftir at Barcelona hevði havt bóltin 72% av tíðini.  Chelsea verjan stóð tó stinn, og sum dysturin leið vísti heimaliðið seg ikki at hava nakran »plan B«, og tí gjørdist tað sama oyðumarkargongan, sum eisini setti sín dám á fyrra dystin.
Tað gjørdist ikki lættari hjá Chelsea, tá John Terry í sansaloysi rendi knæið í ryggin á Alexis Sanchez og fekk reyða kortið.
Og tað var eitt sindur av lagnunnar speisemi, at Fernando Torres kundi javna til 2-2 í yvirtíðini, tí hann ikki tímdi at renna aftur í verjuna eftir miseydnað mótálop.
Men dysturin veik ikki frá hagtølunum, tí í átta teimum seinastu dystunum hevur Barcelona ikki megnað at vunnið móti Chelsea, har allir fýra teir seinastu dystirnir á Camp Nou eru endaðir við javnleiki.
Í somu átta dystunum hevur Messi ongantíð megnað at skora móti Chelsea, tó at hann hevði ein gyltan møguleika frá 11 metrum í gjárkvøldið.
Og so gjørdist Fernando Torres 19. leikarin í Champions League søguni, ið hevur skorað móti bæði Real Madrid og Barcelona – og tann fyrsti spaniólin.]]></description>  
      <description><![CDATA[Í dag klokkan 16 verður triðji dysturin í finaluni millum KÍF og H71. Fyrsta dystin vann H71 21-20, annan dystin vann KÍF í gjár 22-21. Tí verður triðji og seinasti dysturin í dag millum feløgini, og fellir avgerðir, hvør teirra verður føroyamestari 2012, KÍF ella H71. KÍF hevur ongantíð vunnið heiðurin, meðan H71 bert hevur vunnið eina ferð.
Kollfirðingar ælta at fyrireika seg væl til dystin. Í tí sambandi skipa tey fyri upphiting í Café Chill frá klokkan 13 við andlitsmáling og øðrum.
Kollfirðingar hetia á viðhaldsfólk um at møta í góðum lag og í REYÐUM klæðum!
      <description><![CDATA[– Bara tí at veturin er av, merkir tað ikki, at fimleikurin er av. 
Tað sigur Fimleikafelagið Ljósið í tíðindaskrivi, tí nú byrjar summarfimleikurin hjá Fimleikafelagnum Ljósinum í FIMI. Summarfimleikurin fevnir bæði um amboðs- og um rútmiskan fimleik – og øll kunnu vera við.
– Teir dagar eru farnir, tá fimleikurin var ein vetrarítrótt burturav, tí nú kunnu øll tey, ið hava hug, koma til summarfimleik í Fimleikafelagnum Ljósinum. Talan er um eitt intensivt skeið, har vant verður tvær ferðir um vikuna við bestu venjarum vit eiga, sigur felagið.
Tey ið hava hug til at venja amboðsfimleik í framúr góðu umstøðunum í FIMI fáa nú møguleikan at arbeiða við teimum venjarum, ið vanliga taka sær av kappingaríðkarunum í felagnum, ið júst hava staðið seg framúr væl til kapping um vikuskiftið.
– Høvuðsvenjari til amboðsfimleikin í summar verður Medhi, ið er okkara fulltíðar professionelli venjari, ið kemur úr Iran. Saman við honum verða eisini okkara bestu kappingaríðkarar venjarar, sigur felagið.
Summarfimleikurin hjá amboðsliðunum byrjar í viku 17 og heldur fram til og við viku 24 og venjing er týsdag og hósdag kl. 17-18.
Um fólk hava meira hug til at venja rútmiskan fimleik, so er møguleiki sjálvandi eisini fyri tí. Har verða tað venjarar, ið vanliga taka sær av breiddarfimleikinum, umframt royndu estetisku íðkararnar hjá Ljósinum, ið fara at taka sær av summarfimleikinum hjá rútmufimleikinum.  
Eisini rútmuvenjingarnar vera í FIMI, og hesar byrja í viku 18 og halda fram til og við viku 25. Vant verður týsdag og hósdag kl. 17-18.
Pláss er fyri 60 íðkarum á amboðsliðnum, og 60 íðkarum á rútmuliðnum, og tilmelding fer fram á heimasíðuni ljosid.fo. 
– Um ov nógv tekna seg, verður ‘Først til Mølle’ prinsippið galdandi. So verið vælkomin øll børn og ung, bæði roynd og óroynd til eitt gevand og stuttligt summar, sigur Fimleikafelagið Ljósið.
      <description><![CDATA[Úrslitini hjá Helga Dam Ziska hava ikki verið av teimum bestu, nú hann telvar um danmarksmeistaraheitið í talvi fyri einstaklingar.
Helgi Dam Ziska hevur ikki vunnið nakað talv, eftir at 8 av 9 umførum eru avgreidd. Helgi hevur tapt tvey talv og telvað seks jøvn. Tað gevur honum 3 stig, nú eitt umfar er eftir í kappingini.
Helgi Dam Ziska er styrkismettur sum nummar 8 av teimum 10 telvarunum í kappingini, og í løtuni liggur Helgi í aftara enda á stigatavluni saman við tveimum øðrum telvarum. Helgi skal hava 4,5 stig fyri at varðveita sítt ratingtal.
Fremstur í kappingini er Sune Berg Hansen úr Helsingør, sum hevur 5,5 stig áðrenn seinasta umfar. Helgi skal telva ímóti júst Sune í seinasta umfari í morgin.
John Arni Nilssen er eisini við í DM-kappingini. Hann telvar í tí, tey kalla kandidatbólkurin, og har er hann styrkismettur sum nummar 2. John Arni liggur tó mitt í røðini av teimum 26 telvarunum í bólkinum. 
      <description><![CDATA[Kapping um føroyameistaraheitið í telving er um páskirnar, og telvað hevur verið av lívsins kreftum í Klaksvík. 
Við vælvild frá Klaksvíkar Kommunu - sum eisini er høvudsstuðul - verður seinasta umfar telvað í hesi løtu – langa fríggjadag – í Skúlanum við Ósánna.
Skúlin, sum telist millum nýggjastu og flottastu skúlar, hevur framúr góðar umstøður til telving, siga fyrireikarnir Finnbjørn Vang og Hans Hjalti Skaale. 
29 telvarar manna landslidsbólkin, almenna bólkin og unglingar. Undan seinasta umfarinum hevur Rúni Tindskarð Jacobsen tryggjað sær FM-heitið fyri unglingar, meðan spenningur framvegis er í landsliðsbólkinum og serliga í almenna bólkinum, har mangt ymiskt kann henda
Telvingin byrjaði klokkan 14, og væntandi verður seinasti leikur leiktur uml. kl. 17. 
Jógvan Skorðheim handar steypini vegna Klaksvíkar Kommunu. Øll eru hjartaliga vælkomin framvið.
Úrslit og støður síggjast á www.faroechess.com
Orð og myndir: Dávur Winther]]></description>  
      <description><![CDATA[Høgni Madsen, sum var maðurin hjá ÍF, sum tók bóltin, sum B36 málmaðurin skjeyt út av vøllinum í dystinum millum B36 og ÍF í Gundadali í dag heldur, at tað var í fínasta ordan, at ÍF í yvirtíðini fekk fatur á bóltinum og skeyt hann í málið, hóast ein B36 leikari lá á vøllinum inni í 16 metrinum.
– Hatta var ikki ósportligt. Ein B36 dettur í eini duell, málmaðurin sparkar bóltin burtur, men hann fór ikki út av vøllinum. Tá vit soleiðis loftaðu bóltinum, fóru vit í skjótálop og skoraðu, sigur Høgni Madsen.
Hann vísir á, at tað til eina og hvørja tíð er dómarin, sum steðgar dystinum. Men tað gjørdi dómarin ikki. 
– Um hatta er ósportligt, so kundi dómarin havt steðgað dystinum. Tá hetta hendi yvirtíðini, so kundu vit eisini fatað tað sum drál frá B36, men tað er altso dómarin sum dømir, sigur Høgni Madsen.]]></description>  
      <description><![CDATA[– Eg havi ongantíð upplivað slíka hending í fótbólti, sum hana í Gundadali í dag, sigur Jákup á Borg, sum hevur spælt fótbólt á hægsta stigi síðani 1996.
Hann sipar til hendingina í dystinum millum B36 og ÍF í Gundadali í dag.
Ein spælari hjá B36 lá skaddur innan fyri 16 meturin. Málmaðurin hjá B36 skjýtur bóltin út móti síðulinjuni, fyri at steðga dystinum. Men Høgni Madsen hjá ÍF fangar bóltin, spælir hann til annan ÍF leikara, sum smekkar bólktin í netið, og so er støðan 1-1.
Jákup á Borg heldur ikki nógv um slíka gerð.
– Hatta var so langt úti, at hatta er undir alt lágmark. Hatta er ikki fyrimyndarligur fótbóltur, og einki fyri teir yngru at síggja upp til, sigur Jákup á Borg.
Men tað er ikki javnleikurin, sum argar Jákup á Borg, sum ikki spældi við B36 liðnum í dag.
– ÍF hevði uppiborið javnleikin, men tað er bara mátin, teir fingu hann uppá, sum ikki er í ordan, sigur Jákup á Borg,]]></description>  
      <description><![CDATA[Tveir føroyskir svimjarar hava verið við í Íslandsmeistarakapping í svimjing fyri fólk við tarni. 
Talan er um Kristu Mørkøre úr Ægir og Ragnvald Jensen úr Havnar Svimjifelag. 
Krista Mørkøre vann ikki færri enn fimm gullheiðursmerki og eitt silvur heiðursmerki. 
Umframt hetta setti hon persónlig met í 50 m frísvimjing, tá hon kom á mál við tíðini 32,47 sekund.  
Eisini á 100 m teininum í somu grein setti hon persónligt met við tíðini 1 min 11,34 sek.
Ragnvaldur stóð seg eisini væl og vann fleiri heiðursmerki 4 silvur og 1 bronsu, men í hesum umfari megnaði hann ikki at seta nakað persónligt met. 
Kappingini í Íslandi endaði sunnudagin,  men Ragnvaldur verður verandi í Íslandi saman við venjara sínum, har teir fara á venjingarlegu við Havnar Svimjifelag. 
      <description><![CDATA[Newcastle vann í dag greiðan sigur á Liverpool í Premier League, meðan Tottenham við sigri á Swansea aftur byrjar at slíkjast sær sjálvum.
Undan kappingarbyrjan vóru tað fleiri, ið mettu at Newcastle fór at fáa eitt torført ár. Umframt Andy Carroll, ið fór til Liverpool mitt í seinasta kappingarár, so fóru eisini leikarar sum Joey Barton, Kevin Nolan og José Enrique úr felagnum.
Alan Pardew hevur tó vita hvat hann hevur gjørt, tí nú sjey umført eru eftir, hevur felagið enn ein møguleika at røkka Champions League fótbólti komandi ár. Newcaste tók í dag ímóti Liverpool, sum hevði tríggjar fyrrverandi Newcastle leikarar á liðnum. Craig Bellamy, Andy Carroll og José Enrique hava allir spælt við Newcastle fyrr.
Tað var nýggi 9’arin hjá Newcastle, Demba Papiss Cissé, sum skoraði fyrsta málið í dystinum, tá hann hegnisliga stútaði eitt innlegg frá Hatem Ben Arfa í mál. Liverpool vildi í fyrra hálvleiki hava brotsspark, tá Danny Simpson at síggja til nýti armin ti hjálpar, tá bjargaði á málstrikuni.
Í seinna hálvleiki legði Liverpool bragliga fyri, men aftur var tað Demba Papiss Cissé, sum skoraði. Flott og skjótt samanspæl opnaði Liverpool verjuna og Demba Papiss Cissé kom at standa einsamallur. Hann snýtti málverjan og trillaði bóltin í tóma málið. Framherjin úr Senegal stóð rangstaddur, tá avlevering kom, men dómarin metti at bólturin fór umvegis ein Liverpool verjuleikara og tí varð málið góðkent.
Í seinastu minuttinum mistu fleiri Liverpool leikarar tamarhaldið á sær sjálvum. Fyrst gjørdist Andy Carroll í øðini, tá hann varð skiftur út. Løtu seinni fekk Liverpool málverjin, Pepe Reina reytt kort fyri at stúta Newcastle leikaran, James Perch, sum stutt framman undan tók beinini undan spanska málverjanum. Seinastu løtuna stóð vinstri bakkurin, José Enrique í mál fyri Liverpool, sum hevði brúkt allar tríggjar útskiftingarnar.
Samanlagt vann Newcastle ein greiðan sigur og hevur nú 53 stig á sætta pláss. Chelsea hevur eins nógv stig á fimta plássi, men hevur eina betri málúrtøku. Liverpool hevur 42 stig á áttinda plássi.
Tottenham hálar inn á Arsenal
Tottenham hevur seinastu dystirnar mist nógv stig og tað hevur millum annað havt við sær, at Arsenal hevur yvirhálað teir á stigatalvuni. Í gjár tapti Arsenal og í dag vann Tottenham á Swansea, so liðini hava nú 58 stig í part á triðja og fjórða plássi. Arsenal hevur betri málúrtøku við einum máli.
Rafael Van der Vaart legði Tottenham á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá Swansea verjan ikki fekk ruddað burtur. Bólturin endaði fyri føturnar á hollendska miðvallaranum, sum við eini róligari og neyvari innarisíðu á vinstra beini legði Tottenham á odda.
Íslendingurin, Gylfi Sigurdsson, hevur verið Swansea góður, síðan hann bleiv leigaður í vetur. Hann javnaði við skoti á brotsteigarmarkinum. Seinasta korterið tryggjaði Emmanuel Adebayor Tottenham sigurin við tveimum málum. Fyrst stútaði hann í mál eftir hornaspark og løtu seinni stútaði hann í mál eftir innlegg úr høgru frá Aaron Lennon.
Premeir League:
Newcastle – Liverpool 2-0
Tottenham – Swansea 3-1
Í gjár:
Aston Villa – Chelsea 2-4
Everton – WBA 2-0
Fulham – Norwich 2-1
Manchester City – Sunderland 3-3
QPR – Arsenal 2-1
Wigan – Stoke 2-0
Wolves – Bolton 2-3
2/4: 
Blackburn - Manchester United]]></description>  
      <description><![CDATA[Bjørk Herup Olsen setti nýtt føroyst met fríggjakvøldið, tá tað eydnaðist henni at koma undir 37 minuttir á 10.000 metrum í eini kapping í North Carolina í USA, Bjørk kom á mál við tíðini 36.58,27 min.
Hetta er ein betran av hennara egna føroyska meti uppá 30 sekund, sum hon sjálv setti, tá hon vann silvur á Oyggjaleikunum seinasta summar.
Hóast nýtt føroystk met og munandi bedring av tíðini, so er Bjørk ikki heilt nøgd, tí hon fekk trupuleikar við tjúkkanum longu eftir teir fyrstu 5.000 metrarnar, so teir síðstu 5 km gjørdist sera harðir fyri hana.]]></description>  
      <description><![CDATA[Yvirtaka vit loftrrúmið yvir Føroyum, fer tað at føra til, at eini 50-100 vitanartung størv kunnu skapast í Føroyum.
Tað staðfestir Janus Rein, tingmaður fyri Framsókn. Í dag er uppskot frá honum til viðgerðar á Løgtingi um at yvirtaka loftrúmið yvir Føroyum.
Tjóðveldi hevur eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um tað sama og bæði uppskotini verða viðgjørd saman.
Janus Rein, sum eisini er flogskipari, sigur, at leyðsliga mett stívliga 55.000 flogfør í føroyskum loftrúmið um árið.
Eftir altjóða ásetingum skulu inntøkurnar av at umsita loftrúmið brúkast til ávís endamál.
Og yvirtaka føroyingar loftrúmið, sær Janus Rein tað sum sjálvsagt høvi til at brúka ein part av inntøkunum til at skipa eina ordiliga føroyska veðurtænastu.
- Sum flogskipari, ið hevur brúk fyri veðurtænastu hvønn dag, er ein føroysk tænasta eitt, stórur saknur er í.
- Sum støðan er nú fáa vit upplýsingar úr Danmark, Íslandi og úr Noregi og so kóka vit tað saman til eina veðurforsøgn.
- Tí er stórur saknur í eini føroyskari veðurtænastu.
Janus Rein heldur, at ein annar partur av inntøkunum kann brúkast til okkara tilbúgving og okkara vaktar- og Bjargingartænastu, sum eru álvarsliga skerd av fíggjarligum ávum.
- Vaktar- og bjargingartænastan fær so lága játtan, at skipini liggja stóran part av árinum, tí tey hava ikki ráð til olju og somuleiðis hevur tilbúgvingin við tyrlu verður undir stórum trýsti.
Tingmaðurin fyri Framsókn metir leyðsliga, at verður loftrúmið yvirtikið, fer tað at skapa eini 50-100 vitanartung størv.   