    <dc:language>en</dc:language>
      <description><![CDATA[AB og 07 Vestur eru eisini eftir 8. umfar ósigrað í í næstbestu fótbóltsdeildini.
Fýra dystir vóru á skránni í kvøld. Oddaliðið AB var í Klaksvík. Úrslitið var 4-0 til AB eftir 3-0 leiðslu í hálvleikinum. Sigurin ber við sær, at AB framvegis hevur fult stigatal.
07 Vestur hevði vitjan av EB/Streymi, og úrslitið var 4-1, eftir at EB/Streymur legði seg á odda, og støðan var 1-1 í hálvleikinum.
Grannauppgerðina á Svangaskarði vann B68 5-2 á NSÍ, sum er aftast.
Skála megnaði ikki á útivølli at vinna á Víkingi. Úrslitið var 1-1, eftir at Víkingur var á 1-0 eftir 1. Hálvleik.
Síðsti dysturin í 8. umfari er millum HB og B71, sum hittast hóskvøldið í næstu viku. 
Støðan
Støðan
AB 24 stig
07 Vestur 22 stig
Víkingur 13 stig
Skála 10 stig
KÍ 10 stig
B68 10 stig
HB 7 stig
B71 7 stig
EB/Streymur 5 stig
NSÍ 3 stig
      <description><![CDATA[Kenny Dalglish er koyrdur sum venjari hjá Liverpool, eftir at felagið endaðí á einum áttanda plássi í Premier League.
61 ára gamli Dalglish førdi Liverpool til sigurs í Carling Cup og í finaluna í FA Cup, men tað var ikki nóg mikið fyri amerikansku eigararnar, tí Liverpool endaði við einum áttanda plássi í Premier Leagu og harvið heilt uttan fyri europeisku kappingarnar.
Sambært BBC Sports sigur Dalglish, at hann varð koyrdur á ein tignarligan og virðisligan hátt.
Eigararnir, Fenway Sports Group, sigur í skrivi, at avgerðin at koyra Dalglish ikki hevur verið løtt ella framd í skundi, og at leitanin eftir einum avloysara byrjar beinanvegin.
Verandi Wigan-venjari, Roberto Martinez, og fyrrverandi venjarin, Rafael Benitez, verða mettir sum bestu boðini millum veddingarfyritøkurnar.]]></description>  
      <description><![CDATA[Fýra dystir í 8. umfari í næstbestu fótbóltsdeildini verða spældir í kvøld. Síðsti dysturin - tann millum HB og B71 - verður hóskvøldið í næstu viku.
AB er einasta liðið, sum í sjey teimum fyrstu umførunum hevur vunnið fullia úrtøku. Í kvøld skulu argjamenn royna seg á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ.
07 Vestur misti fyrstu stigini í vikuskiftinum, tá ið teir á Skála spældu 2-2. Í kvøld eigur 07 Vestur heimavøll ímóti EB/Streymur, sum er næstaftast.
Í kvøld
07 Vestur-EB/Streymur: Bent Tommy Linklett kl. 19.00
B68-NSÍ: Johan Petur Michelsen kl. 19.00
KÍ-AB: Rói Jacobsen kl. 19.30
Víkingur-Skála: Súni Fríði Barbá kl. 19.30
Hósdagin 24. mai
HB-B71: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00
Støðan eftir 7 umfør
AB 21 stig
07 Vestur 19 stig
Víkingur 12 stig
KÍ 10 stig
Skála 9 stig
HB 7 stig
B71 7 stig
B68 7 stig
EB/Streymur 5 stig
NSÍ 3 stig]]></description>  
      <description><![CDATA[Kenny Dalglish er ikki longur venjari hjá Liverpool. Tað skrivar millum annað BBC í hesu løtu. Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Liverpool í ár, sum endaði nummar átta í Premier League.
Kenny Dalglish hevur í hesum døgum verið í USA har hann hevur fundast við John W. Henry og FSG, sum eigur og rekur fótbóltsfelagið. Fyrr í ár varð ítróttarstjórin, Damian Comolli, koyrdur frá. Nú fer Kenny Dalglish sama vegin.
Fyribils verða menn sum Roberto Martinez(Wigan) og fyrrverandi Liverpool venjarin, Rafael Bentiez, settir í samband við starvið. 
      <description><![CDATA[Seinnapartin tók Morten Olsen út 20 av teimum 23 leikarunum, sum skulu verða við til EM í Ukraina og Polen.
Hann bíðar við tveimum útileikarum til danska kappingin er liðug, har resta tveir dystir.
Triðja valið á málmanspostinum stendur millum Andersw Lindegaard og Kasper Schmeichel.
Hópurin sær higartil soleiðis út:
Thomas Sørensen
Stephan Andersen
Andreas Bjelland
Daniel Agger
Daniel Wass
Lars Jacobsen
Simon Poulsen
Simon Kjær
Christian Poulsen
Christian Eriksen
Jakob Poulsen
Lasse Schøne
Michael Silberbauer
Niki Zimling
Thomas Kahlenberg
William Kvist
Dennis Rommedahl
Michael Krohn-Dehli
Nicklas Bendtner
Tobias Mikkelsen]]></description>  
      <description><![CDATA[Enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, hevur úttikið enska landsliðið, ið skal við til EM endaspælið í Ukreina og Póllandi í summar. Tað er ikki pláss fyri monnum sum Peter Crouch, Micah Richard og Rio Ferdinand, meðan Andy Carroll, Stewart Downing og Alex Oxlade-Chamberlain eru við.
Hópurin:
Málmenn: Joe Hart(Man City), Robert Green(West Ham) og John Ruddy(Norwich).
Verjuleikarar: Glen Johnson(Liverpool), Gary Cahill(Chelsea), John Terry(Chelsea), Ashley Cole(Chelsea), Leighton Baines(Everton), Joleon Lescott(Man City) og Phil Jones(Man Utd).
Miðvallarar: Steven Gerrard(Liverpool), Frank Lampard(Chelsea), Gareth Barry(Man City), Ashley Young(Man Utd), Scott Parker(Tottenham), Alex Oxlade-Chamberlain(Arsenal), Stewart Downing, Theo Walcott(Arsenal) og James Milner(Man City).
Áleyparar: Wayne Rooney(Man Utd), Jermain Defoe(Tottenham), Andy Carroll(Liverpool) og  Danny Welbeck(Man Utd).
Adam Johnson, Jordan Henderson, Phil Jagielka, Daniel Sturridge og Jack Butland eru í bíðustøðu. Verður onkur skaddur ella tveittur heim, so er tað onkur av hesum fimm, ið kemur í teirra stað.]]></description>  
      <description><![CDATA[Nýggi venjarin hjá Onglandi, Roy Hodgson, fer helst at lata Rio Ferdinand verða verandi heima frá EM í summar, meðan Kyle Walker ikki verður við vegna skaða.
Tað skrivar BBC Sports í morgun.
33 ára gamli Rio Ferdinald hevur ikki sælt fyri Ongland síðani 2-2 javnleikin móti Sveis í juni í fjør.
23 manna hópurin verður almanna kunngjørdur klokkan 13 í dag, og sambært BBC verður fyrrverandi liðskiparin, John Terry, eitt av nøvnunum, sum er við á listanum.
Rio Ferdinand hevur drigist við trululleikar við rygginum seinnju árini, men hevur verið á vølli í 30 Premier League dystum hetta kappingarárið, og so ofta hevur hann ikki verið í dysti síðani kappingarárið 2007/08.]]></description>  
      <description><![CDATA[Fyrr í dag tóku heimsmeistararnir úr Spania sín EM-hóp út, og nú hevur Frakland gjørt tað sama. 
Franski landsliðsvenjarin, Laurent Blanc, hevur ikki Tottenham-verjuleikaran Younes Kaboul tøkan vegna skaða. Í hansara stað er komin Mapou Yanga-Mbiwa úr franska oddaliðnum, Montpellier. Hóast Marseille-áleyparin Loic Remy er úttikin, so er ivasamt, um hann verður við í endaliga hópinum vegna ein lærskaða.
Bacary Sagna úr Arsenal er eiheldur við vegna skaða.
26 mans eru við í bruttohópinum, og um tvær vikur verða tríggir av hesum vrakaðir.
Teir, ið úttiknir eru:
Málverjar: Hugo Lloris, Steve Mandanda, Cedric Carrasso 
Verjuleikarar: Gaël Clichy, Patrice Evra, Laurent Koscielny, Philippe Mexes, Adil Rami, Mathieu Debuchy, Anthony Reveillere, Mapou Yanga Mbiwa
Miðvallarleikarar: Yohan Cabaye, Florent Malouda, Samir Nasri, Alou Diarra, Yann M’Vila, Yoann Gourcuff, Marvin Martin, Blaise Matuidi 
Áleyparar: Haten Ben Arfa, Karim Benzema, Franck Ribéry, Olivier Giroud, Jeremy Menez, Loic Remy, Mathieu Valbuena]]></description>  
      <description><![CDATA[Landsliðsvenjarin hjá sponsku heimsmeistarunum, Vicente del Bosque, hevur úttikið 21 mans, sum kunnu gera seg galdandi til EM-endaspælið í summar. Enn hevur hann tó ikki úttikið leikarar úr FC Barcelona og Athletic Bilbao, eftirsum hesi liðini spæla steypafinaluna 25. mei.
Við í fyribils hópinum eru tveir leikarar, sum kunnu fáa sín fyrsta dyst á spanska landsliðnum. Talan er um teir báðar Benat Etxebarria úr Real Betis og Javier Garcia úr Benfica.
Spania spælir seinni í hesum mánaðinum venjingardystir ímóti Serbia og Suðurkorea.
Teir, sum higartil eru úttiknir, eru:
Málverjar: Iker Casillas (Real Madrid), Pepe Reina (Liverpool), David De Gea (Manchester United)
Verjuleikarar: Jordi Alba (Valencia), Raul Albiol (Real Madrid), Alvaro Arbeloa (Real Madrid), Alvaro Dominguez (Atletico Madrid), Sergio Ramos (Real Madrid), Ignacio Monreal (Malaga), Juanfran (Atletico Madrid)
Miðvallarleikarar: Santiago Cazorla (Malaga), Xabi Alonso (Real Madrid), Isco (Malaga), Benat Etxebarria (Real Betis), Javier Garcia (Benfica), Bruno Soriano (Villarreal)
Áleyparar: Alvaro Negredo (Sevilla), Roberto Soldado (Valencia), Jesus Navas (Sevilla), Adrian Lopez Alvarez (Atletico Madrid), David Silva (Manchester City)]]></description>  
      <description><![CDATA[Tað kom sum ein bumba, tá Sir Alex Ferguson undan grannauppgerðin móti Manchester City í FA Cup í januar boðaði frá, at Paul Scholes hevði funnið fótbóltsskógvarnar fram aftur. Nú boðar Sir Alex Ferguson frá, at hann eisini heldur fram komandi ár.
Paul Scholes, sum í dag er 37-ára gamla, hevur somuleiðis verið upp á tal til enska landsliðið. Fabio Capello royndi at yvirtala miðvallaran at koma við til HM endaspælið í 2010, men Paul Scholes takkaði nei.
- Avtalan er komin upp á pláss. Paul Scholes heldur fram. Hann veit at hann gjørdi ein feil tá hann gavst. Hann veit nú, at um hann spælir 25 til 30 dystir í komandi kappingarári, so megnar hann at halda eitt høgt støðið, sigur Sir Alex Ferguson við MUTV.
Paul Scholes hevur sambært Sky Sports spælt 17 dystir síðani hann kom aftur. Av teimum hevur hann vunnið 14 og skotið fýra mál.
Spurningurin er nú um enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson, eisini fer at ringja til reyðhærda miðvallaran og bjóða honum við til Ukreina og Póllands í summar. Tað man ikki gera støðuna verri, at fyrrverandi liðfelagin og vinmaðurin, Gary Neville, nú er partur av venjaratoyminum.
      <description><![CDATA[Fótbóltsfelagið, B36, biður nú um umbering fyri tað, sum stóð á heimasíðuni hjá felagnum eftir umstrídda dystin ímóti HB, har B36 tapti í yvirtíðini og hartil fekk tveir leikarar útvístar.
Í dystarfrásagnini á heimasíðuni hjá felagnum stóð, at av trygdarávum var ivaleyst gott, at dómarin hesa ferð hevði skiftipláss í HB-húsinum.
Felagið sigur nú á heimasíðu síni, at orðini hava tíverri elvt til misskiljing, og vit skulu her sláa fast, at ætlanin á ongan hátt var at hótta dómarar, sum “vága” sær at døma ímóti tí, sum áskoðarar okkara halda.
- Talan var bert um staðfesting av, at tað tílíkar støður ofta elva til øsing, og at tað í hesum førinum var munandi meira ómaksleyst at leiða dómarabólkin inn í HB-húsið heldur enn til B36-húsið.
- Sjálvandi skulu dómarar kenna seg tryggar her hjá okkum eins væl og aðrastaðni. 
Felagið staðfesti eisini, at tíbetur er sera sjáldan, at nakar veruligur tørvur er á trygdarvørðunum, tá dystur er av. 
- Og skuldi tað verið, ivast vit onga løtu í, at okkara trygdarvørðar eru sína uppgávu vaksnir, eins og trygdarvørðar hjá øllum føroyskum feløgum eisini eru tað.
- Við dómararnar er bert at siga, at teir hvør sum ein eru vælkomnir í Gundadal, og vit ivast onga løtu í, at teir til eina og hvørja tíð altíð døma eftir bestu sannføring, sigur B36.
      <description><![CDATA[Fyrrverandi liðskiparin hjá Manchester United verður nú at síggja rundan um enska landsliðið. Gary Neville verður komandi fýra árini ein partur av venjaratoyminum hjá Roy Hodgson, sum varð settur sum landsliðsvenjari fyri kortum.
Gary Neville gavst við at spæla fótbólt í feburar 2010 eftir at hava spælt 602 dystir fyri Manchester United og 85 landsdystir fyri enska landsliðið. Hann hevur seinasta árið roynt seg sum viðmerkjara á Sky Sport. Hann hevur fingið nógv rós fyri sínar beinraktu greiningar og nógvu vitan innan fótbóltsheimin.
Tíðindini eru væl móttikin í bretsku fjølmiðlinum. Gary Neville hevur verið partur av fimm endaspølum í síni tíð sum yrkisleikari.
      <description><![CDATA[35 ára gamli Ruud van Nistelrooy, sum gjørdist mest kendur í Manchester United og Real Madrid, men seinast leikti fyri spanska Malaga, setir nú fótbóltsstylvarnar á hillina.
- Eg spældi í gjár mín seinasta dyst á leiðini. Eg havi havt eina góða yrkisleið í feløgum sum Den Bosch, Heerenveen, PSV, Manchester United, Real Madrid, Hamubrger SV og Malaga. Tíðin er komin til at steðga, sigur van Nistelrooy sambært AS.
- Eg vil fegin takka familju og vinum mínum, sum hava stuðlað mær øll hesi árini. Ein stór tøkk til fjeppararnar hjá teimum feløgunum, ið eg havi spælt við. Teir hava verið fantastiskir, sigur van Nistelrooy.
35 ára gamli Ruud van Nistelrooy spældi á yrkisleið síni 588 dystir og skeyt heili 347 mál. Á hollendska landsliðnum gjørdi hann somuleiðis nógv um seg - har skeyt hann 35 mál í 70 landsdystum.]]></description>  
      <description><![CDATA[Ítrótturin í Noregi er raktur av enn einum sorgarleiki. 22 ára gamli Tor-Marius Gromstad, sum spældi við Stabæk í Tippeliguni, er í morgun funnin deyður í Oslo. 
Hann hvarv um vikuskiftið og varð seinast sæddur á lívi leygarmorgunin. Sunnumorgunin varð hann alment eftirlýstur og alt fyri eitt skipaðu sjálvboðin, sum eitt nú umfataði leikarar og fjepparar hjá felagnum Stabæk, fyri leiting eftir Tor-Marius. Fram til í morgun hevði leitingin verið úrslitaleys, men tá fekk løgreglan fráboðan frá fólki um, at tey vóru komin fram á eitt lík á einum byggiplássi í býarpartinum St. Hanshaugen í Oslo. Eftir nærri kanningar varð staðfest, at talan var um Tor-Marius Gromstad.
Løgreglan í Oslo sigur, at eingin illgruni er um, at nakað brotsverk er framt.
- Tað er við sorg, at vit hava fingið boðini um, at Tor-Marius er deyður. Tankar okkara leita til familju hansara. Hetta er ein sera tungur dagur og øll eru rørd, sigur dagligi leiðarin í Stabæk, Hallgeir Åndal, við VG.
Tor-Marius Gromstad var verjuleikari og hevði fast pláss á besta liðnum hjá Stabæk. Dysturin hjá felagnum ímóti Vålerenga, sum skuldi spælast mikukvøldið, er útsettur.]]></description>  
      <description><![CDATA[Tá skotsku meistararnir, Celtic, í dag vunnu tryggan 5-0 sigur á Hearts, so fer serliga ein leikari at minnast dystin.
Gary Hooper skoraði nevniliga øll fimm málini í dystinum – tað triðja upp á brotsspark.
Tvær ferðir var Hooper á rætta stað og kundi seta bóltin í málið langt inni í málteiginum, og sendi síðani eitt brotsspark í netið til hálvleiksstøðuna 3-0.
Celtic hevði alt spælið, og í 66. minutti rundaði Hooper Hearts málverjan, og so var 4-0. Tríggjar minuttir fyri tíð var Gary Hooper aftur á rætta stað og fullførdi skoringina.
Celtic er fyri langari tíð síðani vorðinb meistari, ikki minst takað verið einari revsing til Rangers, sum varð frátikið 10 stig.
Ikki tí – Celtic hevði verið blivin meistari kortini, tí nú kappingin er liðug, hevur Celtic 93 stig, meðan Rangers hevur 73.]]></description>  
      <description><![CDATA[19 ára gamli René Shaki Joensen fekk í dag sín fyrsta dyst í Superliguni, tá ið felag hansara, Brøndby, var á vitjan hjá AGF í Århus.
AGF var á odda 2-0 í hálvleikinum og sjey minuttir inn í seinna hálvleik bleiv René settur á høgra bakk í staðin fyri Daniel Norouzi. Tað gongur illa hjá Brøndby í løtuni og taptu teir dystin heili 5-1. Osama Akharraz vísti stórspæl fyri heimaliðið og við tveimum málum var hann als ikki mjúkur ímóti sínum gomlu liðfeløgum úr Brøndby.
Brøndby liggur á 9. plássi og hevur hvørki møguleikan fyri at røkka evropeiskum plássi ella at flyta niður, nú bara tvey umfør eru eftir at leika.]]></description>  
      <description><![CDATA[B36 hevur í dag styrkt um møguleikan at endurvinna FM fyri fyrstu ferð. Á heimavølli vann árstalsfelagið tryggan 3-0 sigur á toppliðnum Víkingi. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, og í tveimum førum var tað eftir deyðbóltsstøður. Ein av styrkjunum hjá Víkingi plagar at vera góð skipan í verjupartinum. Soleiðis var tað ikki í dag.
Í Klaksvík vann KÍ størsta sigurin í ár. Longu í 1. hálvleiki var 5-0 til KÍ ímóti FC Suðuroy. Eftir steðgin vóru gestirnir betri við, og fram ímóti dystarenda eydnaðist teimum at minka um munin.
Við Margáir eydnaðist tað EB/Streymi at vinna 1-0 ímóti NSÍ. Talan var um rættuliga tama uppgerð. Superveteranurin Egil á Bø skoraði í 2. hálvleiki einsamalla málið eftir hornaspark. Úrslitið ber við sær, at EB/Streymur hevur styrkt um sína støðu á bronsuplássinum, og at NSÍ framvegis er á næstaftasta plássi.
Merkisvert er tað, at Víkingur og FC Suðuroy løgdu rygg til stórtap. Hesi liðini vóru mikukvøldið bæði partur av steypakappingini.
Liðugt
90 min.
3-0
85 min.
3-0
Gongdin er tann sama.
80 min.
3-0
Eitt er, at tað í dag gongst illa hjá Víkingi, sum er við at leggja rygg til fyrsta tapið í ár. Nú er liðformaðurin Atli Gregersen rikin av vølli eftir ógvusligt fríspark ímóti Súna Olsen.
75 min.
3-0
Jákup á Borg er farin av vøllinum og í hansara stað er komin Jákup Toftum Joensen inn á B36 liðið.
Atli Gregersen er fluttur fram í Víkinga álopið.
Ingi Sørensen er komin inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Niclas Niclassen.
65 min.
3-0
Hørður Askham hevur avloyst Rasmus D. Sørensen í framrættaða partinum hjá B36.
Partarnir tykjast hava funnið seg til rættis við, at úrslitið verður tryggur sigur til heimaliðið.
60 min.
3-0
Víkingur er væl við leikliga, men tað gongur striltið at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Tyngdin og broddurin resta hjá Víkingi, meðan teir í B36 eru meiri beinleiðis í álopspartinum.
50 min.
3-0
Tað veit ikki manningarliga væl við hjá Víkingi. Hjartvard Hansen kom ikki á vøllin eftir steðgin. Í staðin er Jan Poulsen komin inn á vongverjan í høgru.
Hálvleikur 3-0
Alt bendir á, at toppliðið Víkingur skal leggja rygg til fyrsta tapið í ár. Sjálvsálitið hjá B36 er økt, sum tíðin er liðin, og Víkingur hevur ilt við at svara aftur.
35 min.
3-0: Rasmus D. Sørensen 35.
Alt bendir á tryggan heimasigur í Gundadali. Eftir fínt álop og samanspæl millum fleiri av heimamonnunum í brotsteiginum var tað 16 ára gamli Rasmus D. Sørensen, sum setti bóltin í málið.
30 min.
2-0
Víkingur hevur lagt meiri dent á álopspartin, men tað hevur ikki eydnast oddaliðnum at spæla seg til upplagdar møguleikar.
25 min.
2-0: Símun Joensen 25.
Vinstri vongverjin hjá B36 hevur við høvdinum sett bóltin í Víkinga málið eftir hornasparksinnlegg frá Jákupi á Borg. Verjuskipanin hjá Víkingi rillar av álvara í deyðbóltsstøðum.
Eftir hornasparksinnlegg royndi Evrard Blé seg vi fluktskoti, men bólturin fór væl yvir B36 malinum.
20 min.
1-0
Tað gongur javnt á. Málmøguleikar hava verið í báðum endum, uttan at tað hevur eydnast at skora.
15 min.
1-0: Lukasz Cieslewicz 13.
Heimaliðið í Gundadali hevur lagt seg á odda. Málskjútti var Lukasz Cieslewicz, sum var tryggur, eftir at Jákup á Borg hevði spælt hann leysan.
Fyri B36 er tað stórur smeitur, at miðverjinJonas Flindt Rasmussen er farin skaddur av vøllinum. Í hansara stað er komin veteranurin Herbert í Lon Jacobsen, sum ikki hevur verið á besta liðnum í ár.
10 min.
0-0
Víkingur hevur havt vandamiklastu royndina. Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hevur verið skaddur í fleiri vikur, er væl upplagdur. Hann streyk ígjøgnum og legði innfyri, men eingin var at stýra bóltinum í málið.
5 min.
0-0
Súni Olsen hjá B36 hevur longu sæð gula kortið fyri fríspark. Annars eingir upplagdir málmøguleikar.
Tað eru góð líkindi at spæla fótbólt í Gundadali - turt og eitt lítið lot.
B36-Víkingur kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Magnus Poulsen - Bárður Olsen, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Símun Joensen - Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Súni Olsen, Rasmus D. Sørensen - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Víkingur: Geza Turi - Hjartvard Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Petur Dalbø - Sølvi Vatnhamar, Niclas Nicalssen, Fritleif í Lambanum, Evrard Blé, Kaj Leo í Bartalsstovu - Joseph Bassene 
Liðugt
5-1
90 min.
5-1: Jón Krosslá Poulsen 89.
FC Suðuroy hevur minkað um munin. Jón Krosslá Poulsen hevur við beinleiðis frísparki skorað.
70 min.
5-0
KÍ liðið hevur ikki verið so ágangandi eftir steðgin, sum heimaliðið var í 1. hálvleiki. FC Suðuroy hevur verið betri við, men tað hevur ikki eydnast at skora mál.
Hálvleikur
45 min.
5-0: Jógvan Isaksen 45.
Miðverjin er tvífaldur er málskjútti, og báðu ferðirnar eru málini skorað eftir horna. Hetta seinna eftir trunkaspæl.
42 min.
4-0: Álvur F. Christiansen 42.
KÍ liðformaðurin Hjalgrím Elttør er væl upplagdur. Nú hevur hann spælt Álv F. Christiansen leysan innanfyri FC Suðuroy verjuna, og lagið er gott í Klaksvík!
30 min.
3-0: Henry Heinesen 26.
Tað gongur væl hjá unga KÍ liðnum, og ikki minst eftir hornasparksinnlegg eru klaksvíkingar vandamiklir. Nú hevur Henry Heinesen við høvdinum skorað til 3-0, eftir at Hjalgrím Elttør sendi hornaspark innfyri.
13 min.
2-0: Jógvan Isaksen 13
Eftir horna hevur miðverjin Jógvan Isaksen við høvdinum sett bóltin í málið. 
10 min.
1-0: Heðin Klakstein 7.
KÍ hevur lagt bragdliga fyri á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Miðvallarin Heðin Klakstein, sum fyri fyrstu ferð er millum teir fyrstu ellivu, hevur lagt KÍ á odda eftir innlegg úr vinstru frá Hjalgrími Elttør.
KÍ-FC Suðuroy kl. 15.00
Liðugt!
90 min.
1-0
70 min.
1-0: Egil á Bø 65.
So hevur tað eydnast EB/Streymi at skora ímóti NSÍ, sum meiri enn fyrsta tíman megnaði at halda tørn um málleysa javnleikin. Veteranurin og miðverjin Egil á Bø var málskjútti. Støðan stóðst eftir hornaspark og eitt sindur av aftur og fram.
Hálvleikur
45 min.
0-0
Tað er friðarligt í Streymnesi. Rimmar steypasigurin mikukvøldið, tá ið EB/Streymur vann 4-1 á HB, tykist ikki heilt vera farin úr kroppinum á heimamonnunum, sum ikki hava megnað at víst, at teir eru á heiðursmerkjaplássi, og at NSÍ er á niðurflytingarplássi.
25 min.
0-0
NSÍ heldur væl tørn. EB/Streymur hevur ikki megnað serliga høga leikferð.
10 min.
0-0
Byrjanin hevur verið sera friðarlig.
EB/Streymur-NSÍ kl. 15.00
      <description><![CDATA[Fleiri lyklaspælarar sita uttanfyri, tá ið meistararnir á heimavølli ímóti toppliðnum fáa síðsta møguleikan at koma fyri seg og verða partur av stríðnum um FM heitið, sum teir í B36 ógvuliga fegnir vilja endurvinna
Síðsti mánaðurin hevur verið alt annað enn góður hjá B36. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur árstalsfelagið tapt 2-1 í Gundadali. Soltna úrtøkan hevur borið við sær, at B36 er níggju stig frá fremsta plássinum.
Víkingur er topplið, og um víkingarnir í dag megna at fara úr Gundadali við fullari úrtøku, so verður fjarstøðan frá B36 og fram til Víking tólv stig.
-Stigatalvan sigur, at talan er um lyklauppgerð. Í løtuni hava vit fokus á at fáa spælið at rigga, at spæla okkum til møguleikar og ikki minst at fáa mál burtur úr møguleikunum. Lagið er gott undir venjingunum, men sjálvandi kenna vit støðutalvuna, staðfestir Atli Danielsen, sum var burturstaddur, tá ið B36 tapti 2-1 ímóti HB, og tískil ikki var vitni til, at tríggir av liðfeløgunum vórðu vístir av vølli og harvið eru leikbannaðir undan lyklauppgerðini ímóti Víkingi.
Málverjin Meinhardt Joensen, liðformaðurin og miðvallarstríðsmaðurin Klæmint Matras og Símun Hansen eru leikbannaðir. Høgni Eysturoy er skaddur, og tað er Dánjal Rói Olsen eisini. Magnus Poulsen fer at verja B36 málið ídag.
-Tað er saknur leikbannaðu monnunum, men vit halda okkum framvegis hava eitt gott lið. Sjálvandi fer tað at síggjast á beinkinum, at so nógvir av teimum, sum hvørja ferð eru við, ikki eru tøkir hesa ferð.
B36 hevur spælt fimm ferðir í Gundadali higartil í ár. Einasta ferðin, at meistararnir eru farnir av heimavøllinum við fullari úrtøku var eftir fyrsta umfar, tá ið FC Suðuroy tapti 1-0.
Meðan B36 alla vikuna hevur savnað seg um fyrireikingarnar til sunnudagin, so var tað ikki fyrrenn eftir 1-0 steypasigurin á FC Suðuroy mikukvøldið, at Víkingur fór at hugsavna seg um avbjóðingina í Gundadali.
Mikukvøldið var Kaj Leo í Bartalsstovu eina løtu á vøllinum. At hann er um at koma fyri seg aftur kann verða stórur styrkur, tí Kaj Leo var fyrstu umførini ein av teimum mest eyðsýndu á toppliðnum.
Lasse Qvist og Hans Jørgen Djurhuus eru skaddir, og Bárður Hansen er burturstaddur.
HB tapið ímóti ÍF í gjár ber við sær, at Víkingur við sigri í dag rættuliga kann leggja sjógv millum seg og kappingarneytarnar, men tað siga teir í Víkingi seg als ikki hugsa um. Tað snýr seg bara um avbjóðingina ímóti B36 ídag.
B36-Víkingur:  Ransin N. Djurhuus sunnudagin klokkan 15.00
      <description><![CDATA[Tvær tær seinastu ferðirnar eru klaksvíkingar farnir av vøllinum við fullari úrtøku. 3-2 heimasigurin á NSÍ og ikki minni 2-0 sigurin á Svangaskarði ímóti B68 kendust søtir.
Mikudagin vóru Páll Guðlaugsson og aðrir i KÍ leguni eygnavitnir í Fuglafirði, tá ið FC Suðuroy fyri tað mesta megnaði at halda toppliðnum Víkingi frá stórum møguleikum.
FC Suðuroy eigur framvegis fyrsta sigurin til góða. Tað er troyttandi fleiri ferðir í somu viku at ferðast norður um at spæla , og útgangsstøðan í Klaksvík verður at verja og so dúva uppá, at tað skal eydnast at skora eina ferð.
Miðverjin Sasa Kolman og framrættaði David Asare teljast millum lyklaspælararnar. Teir hava báðir verið skaðaplágaðir, og tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í Klaksvík ídag..
Hjá KÍ verður ikki roknað við, at Kristoffur Jakobsen verður tøkur fyrrenn um eina viku, og unglingaspælarin Petur Andreasen er eisini skaddur. Gunnar Christiansen og Jóhan Jacobsen eru tøkir aftur eftir skaðasteðg.
KÍ-FC Suðuroy: Eiler Rasmussen í dag klokkan 15.00.
      <description><![CDATA[Fýra tær seinastu ferðirnar er NSÍ farið av vøllinum við ongum stigi. Soltna úrtøkan hevur borið við sær, at teir í Runavík nú eru á niðurflytingarplássi.
Hesa ferð er avbjóðingin stór. Kári Reynheim og hansara menn skulu vitja við Margáir. Hóast EB/Streymur mikukvøldið var partur av intensari hálvfinalu, so verður heimaliðið roknað at vera stórfavorittur.
Teir í Sundlagnum trívast best, tá ið mótstøðumenninir flyta fólkið fram á vøllin. Tað skulu teir ikki rokna við, at NSÍ fer at gera.
Í NSÍ er miðverjuveteranurin Helgi L. Petersen skaddur, og heldur ikki miðvallarin Jann Martin Mortensen er tøkur.
Pætur Dam Jacobsen er um at koma fyri seg aftur eftir drúgvan skaðasteðg. Hann spældi síðstu løtuna mikukvøldið, tá ið EB/Streymur vann trivaligan sigur á HB í steypakappingini. Bíðað verður framvegis eftir, at Pauli G. Hansen aftur skal verða tøkur. Tað gongur rætta vegin, men tað er ivasamt, um hann verður við ídag.
EB/Streymur-NSÍ:  Petur Reinert í dag iklokkan 15.00.