    <dc:language>en</dc:language>
      <description><![CDATA[Eftir at hava ført H71 til meistaraheitið fyri aðru ferð, gevsgt Kárt Nielsen nú sum venjari hjá felagnum.
Tað veit heimasíðan Hvannrók at siga.
Kári Nielsen sigur við heimasíðuna, at stundir ikki eru longur til krevjandi venjarastarvið.
Annars hevur Kári Nielsen verið H71 drúgvur. Felagið vann í ár sítt næsta meistaraheiti í søguni, og báðar ferðir hevur tað verið við Kára Nielsen við róðri. Fyrru ferð var í 2009, g tá vandi Kári Nielsen felagið saman við Birgir Hansen.
Enn er ikki greitt, hvør tekur yvir sum venjari hjá H71 eftir Kára Nielsen.]]></description>  
      <description><![CDATA[Nú verður skjótt møguligt at síggja teir stóru fótbóltsdystirnar í sjónvarpinum frá júst tí kameravinklinum, tú sjálvur velur. Tað stendur at lesa á lng.dk. Ætlanin er er hyggjarin skal kunna fylgja við í dystum frá sama sjónarhorni sum eitt nú Lionel Messi, meðan hann fer framvið trimum verjuleikarum, ella at síggja dystin út frá sama sjónarhorni sum dómarin.
Henda serliga tøknin verður gjørd í ES-verkætlanini Free Viewpoint Immersive Networked Experience (FINE). Fyritøkur og universitet úr londum sum Spania, Svøríki, Týsklandi og Belgia eru við í verkætlanini.
Endamálið við verkætlanini er at gera ein end-to-end-arkitektur, sum kann geva fjølmiðlunum ein heilt nýggjan møguleika, sum skal gera tað gjørligt hjá hyggjarunum at seta eitt kamera á til dømis tað staðið á vøllinum, har bólturin er, ella har tveir leikarar skeldast. Ætlanin er, at hyggjararnir á henda hátt í størri mun skulu kenna tað, sum um teir sjálvir eru til staðar á vøllinum.  
Sum royndarcase hevur verkætlanin valt at fokusera á fótbóltsdystir, har mann longu í dag nýtir nógv upptøkutól. Við at samantvinna myndirnar frá hesum upptøkutólunum við eini skipan, sum allatíð hevur eyga við spælarunum og plaseringina hjá bóltinum á vøllinum, ber til at gera nýggjar myndir, soleiðis at dysturin kann síggjast frá eini tilvildarligari positión uttan fyri vøllin, ella soleiðis sum ein spælari ella dómarin upplivir dystin. 
Partarnir, ið eru við í verkætlanini, vænta, at nýggja tøknin eisini fer at kunna nýtast í samband við eitt nú telekonferansur, medisinskar myndir og eisini innan vaktólaverðina.]]></description>  
      <description><![CDATA[Hóast fyrispurningar frá øðrum feløgum, so hevur Filip Jovic longt sína avtalu við Team Klaksvík. Tað skrivar Norðlýsið í dag.
Filip Jovic var stórspælandi síðsta kappingarár. Serbin fekk eisini flottastu viðurkenningina á gallaveitsluni fyri viku síðan, tá hann varð kosin ársins spælari.
Avtalan millum Team Klaksvík og Filip Jovic er galdandi fyri komandi kappingarár.
      <description><![CDATA[Teir donsku hondbóltsmeistararnir hjá monnum, AG København, skulu spæla ímóti spanska liðnum Atlético Madrid í hálvfinaluni í Champions League. 
Danskir hondbóltseygleiðarar eru á einum máli um, at lutakastið er ikki serliga heppið fyri AGK, tí Atletico Madrid er eitt sterkt lið. Liðið er í løtuni á 2. plássi í teirri sponsku kappingini, tvey atig aftan fyri Barcelona. 
Danir høvdu vónað at møta týska felagnum Füchse Berlin, sum verður hildið vera tað veikasta liðið í hálvfinalunum. Men her verður talan um eina týska uppgerð millum Füchse Berlin og THW Kiel. 
Hálvfinalurnar í ársins CL verða í Køln tann 26. mai, og finalan verður dagin eftir. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í síðstu viku boðaði VÍF frá, at Jan Ottosen var settur sum nýggjur venjari hjá besta mansliði felagsins, samstundis sum landsmaðurin Nicklas Selvig skuldi koma somu leið úr KÍF og umframt at spæla við VÍF, eisini skuldi vera hjálparvenjari hjá kvinnuliðnum.
Hetta seinna er tó ikki rætt. Tíðindini, sum heimasíðan hjá VÍF ber um Nicklas Selvig, eru ikki sonn. 
- Sambært Nicklas Selvig, so hevur hann ikki gjørt nakra avtalu við VÍF, so hann kemur at spæla við KÍF komandi kappingarár, sigur Robert Poulsen, formaður í KÍF, við Norðlýsið í kvøld.
Í viðmerking til greinina váttar Nicklas Selvig eisini sjálvur, at hann verður verandi hjá silvurvinnarunum í KÍF.
- Ein skal ikki trúgva øllum tí, ið verður skrivað. (…) Eg verði í KÍF næsta ár og ikki VÍF, staðfestir hann.]]></description>  
      <description><![CDATA[Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í Final Four-kappingini um Champions League-meistaraheitið í manshondbólti. 
At týska liðið THW Kiel kom í endaspælið kom ikki óvart á nakran. á útivølli fyri einari viku síðani spældi liðið javnleik 31-31 ímóti Zagreb, men á heimavølli vunnu týskararnir tryggan sigur 33-27. 
Harafturímóti var tað sera óvæntað, at týska Füsche Berlin slapp í Final Four. Í fyrru fjórðingsfinaluni tapti týska liðið greitt 34-23 ímóti spanska Ademar Leon, men í seinna dystinum vunnu týskararnir 29-18 og megnaðu sostatt júst at sleppa í ta endaligu kappingina. 
Tey fýra liðini í Final Four eru sostatt AG København, Atletico Madrid, THW Kiel og Füsche Berlin.  
      <description><![CDATA[Hóast ein kollfirðingur og ein hoyvíkingur vóru í uppskoti, so var tað Filip Jojic, Team Klaksvík, sum varð kosin ársins spælari hjá monnum á gallaveitslu í gjár. Tony Weyhe, KÍF, og Rógvi Sørensen, H71, sum hava verið stórspælandi í ár, vóru eisini í uppskoti.
Serbiski Filip Jojic var vandamesta álopshóttanin, sum Team Klaksvík hevði farna kappingarár. Hann var toppskjútti í bestu deildini, og tað kom tí heldur ikki óvart á, at hann somuleiðis varð kosin ársins álopsleikari.
Gurið Mortensen, VB, varð kosin ársins spælari hjá kvinnum.
Tey, sum fingu viðurkenning fyri síni avrik í farna hondbóltsárið, vóru:
ÁRSINS SPÆLARI:
Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík
Kvinnur: Gurið Mortensen, VB
ÁRSINS STJØRNUSKOT:
Menn: Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF
Kvinnur: Helga Kjærbo, VB
ÁRSINS VENJARI:
Menn: Kári Nielsen, H71
Kvinnur: Marian Cirloganescu, StÍF
ÁRSINS MÁLVERJI:
Menn: Levi Nybo, Team Klaksvík
Kvinnur: Jorga, VB
ÁRSINS VERJUSPÆLARI:
Menn: Tony Weihe, KÍF
Kvinnur: Una Olsen, Stjørnan
ÁRSINS ÁLOPSSPÆLARI:
Menn: Filip Jojic, Team Klaksvík
Kvinnur: Barbara Brauer, Neistin
ÁRSINS DÓMARAR:
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen]]></description>  
      <description><![CDATA[Heini Hanusarson fer neyvan at spæla hondbólt komandi kappingarár. Avtalan við Neistan verður eftir øllum at døma ikki longd, og enn er einki annað nøktandi tilboð komið til hansara.
Neistin stóð seg ikki serliga væl í landskappingini í ár. Steypavinnararnir vóru fjórðir í røðini tá avtornaði, og tað var ikki nøktandi. Ein orsøk til keðiligu gongdina var, at Sjúrður Thomassen og Tummas Pauli Hanusarson vóru darvaðir av skaðum, men Heini Hanusarson heldur eisini, at ungu neistamenninir hava ikki víst serliga góðan hugburð í ár:
- Eg eri av tí fatan, at broyta ungu neistamenninir ikki hugburð í sambandi við venjing, so verða teir trumlaðir niður av hoyvíkingum, vestmenningum og kollfirðingum, ja, eftirbátur í mun til aðrar ungar spælarar kring landið. Teir eru væl fyri tekniskt, men ikki tá tað kemur til kropsliga venjing, sum skal til, sigur Heini Hanusarson við heimasíðuna hvannrok.fo, sum ber tíðindini, at landsliðsspælarin neyvan fer at spæla næsta árið.
Heini Hanusarson heldur fram:
- Sjálvt um teir høvdu kort til venjingarmiðstøð, so brúktu teir ikki hesar møguleikar. Hetta sást eisini í seinastu dystunum, tí menn vóru ikki nóg væl fyri. Nógvir talentfullir spælarar, men teir tíma ikki at gera tað, sum skal til fyri at blíva vinnarar, sigur hann við heimasíðuna.
34 ára gamli Heini Hanusarson ætlar sær skjótt venjaraleiðina. Hann tók elituútbúgvingina hjá DHF í fjør, og diplom-útbúgvingin verður ætlandi tikin í summar. Tað gloppar hurðini at venja hondbóltslið í bestu deildunum í Evropa. Tað einasta, sum restar í, er Master Coach, sum tekur eitt ár, skrivar hvannrok.fo.
Nógvar broytingar eru framdar í besta manshópinum hjá Neistanum. Áki Mørk hevur tikið við sum venjari, Finnur Hansson hevur skift til Kyndil, málverjin Ári Egason Dam hevur skrivað undir avtalu við H71, og nú er greitt, at Heini Hanusarson verður heldur ikki í hópinum komandi kappingarár.]]></description>  
      <description><![CDATA[Jugoslav Djumic, sum kom til Føroya í 2005, tekur enn eitt tørn í Neistanum. Sterki strikuspælarin hevur longt sína avtalu við steypavinnararnar.
Serbin hevur verið millum stinnastu spælararnar í føroysku kappingini hesi árini, hann hevur verið í Føroyum. Hann hevur eisini verið ein av stuðulsleikarunum hesi seinastu gyltu árini hjá Neistanum.
Djumic hevði royndarvant við bæði KÍF og Kyndil, tá Claus Rasmussen, sum tá var venjari hjá Neistanum, skrivaði undir sáttmála við hann í 2005. Har hevur hann spælt síðan. 
Neistin boðaði fyrr í dag frá, at Áki Mørk verður venjari hjá besta mansliðnum komandi kappingarár.
      <description><![CDATA[Fyrr í vikuni bleiv Barcelona sent úr CL-kappingini í fótbólti, og í kvøld fekk hondbóltsliðið hjá felagnum somu lagnu. Tað hendi, tá Barcelona og AG København spældu ta seinnu fjórðingsfinaluna í Palau Blaugrana-høllini í Barcelona í kvøld. Spanska liðið vann dystin 33-29, men tað var ikki nóg mikið, tí danska liðið vann tann fyrra dystin, sum var í Keypmannahavn, við 29 málum ímóti 23. 
Støðan í steðginum í kvøld var javnleikur 17-17, og í endanum bleiv dysturin rættiliga spennandi, tá tað í tveimum førum eydnaðist Barcelona at koma á odda við fýra málum. Men við einum stórspælandi Ólafi Stefánssyni sum oddamanni eydnaðist tað AG København at forða fyri, at munurin ikki bleiv størri. 
AG København skal nú spæla í Final Four-endaspælinum, sum verður í Köln 26. og 27. mai millum fýra tey bestu liðini í Evropa, og har skal ársins CL-vinnari finnast.  
      <description><![CDATA[Ári Egason Dam fer at standa millum stengurnar hjá føroyameistarunum H71 komandi kappingarár.
Málverjin Hanus Kristiansen, sum hevur staðið seg væl farna árið, fer av landinum og verður ikki við, tá hoyvíkingar skulu royna at varðveita sætið á tindinum. Nevndin hevur borið skjótt at, og nú er greitt, at 25 ára gamli Ári Egason Dam verður partur av hópinum.
Málverjin kom heim úr Danmark í 2009, tá hann vann sær plássið sum málverji hjá Neistanum. Skjótt sendi landsliðsvenjarin eisini boð eftir honum. Ári Egason Dam hevur verið ein av profilunum hjá Neistanum, sum hevur vunnið eina rúgvu av gullmerkjum seinastu árini. Hann var kortini ikki við seinnu kappingarhálvu í ár av persónligum ávum, men nú ger landsliðsmálverjin seg kláran til enn eitt kappingarár – hesa ferð við gullvinnarunum úr Hoyvík.
      <description><![CDATA[Jan Ottosen, sum seinastu árini hevur ført hondbóltsfelagið KÍF í toppin í føroyskum hondbólti, gevst nú í felagnum og leitar sær nýggja avbjóðing. 
Í morgun verður boðað frá, at Jan Ottosen verður høvuðsvenjari hjá VÍF komandi kappingarár, og hjálparvenjari hjá honum verður Niklas Selvig, sum éisini hevur umboðað KÍF í  hesum kappingarárinum.
Jan Ottosen skal venja Atlantic Airways liðið og Sunset liðið hjá VÍF, meðan Niklas Selvig verður hjálparvenjari hjá Sunset liðnum.
Jan Ottosen er væl kendur um okkara leiðir, hann hevur staðið á odda fyri KÍF tey seinastu árini, og hevur hann fingið góð úrslit við kollfirðingum. Niklas Selvig hevur leikt við KÍF, har hann hevur verið ein av lyklaspælaranum. Niklas Selvig skal eisini leika á besta liðinum hjá VÍF komandi kappingarár.
- VÍF vil hervið takka Dia Midjord, Haraldi Bjørgvin og Inga Olsen fyri teirra arbeiði í felagnum og ynskir teimum góða eydnu framyvir, og somuleiðis ynskja vit Jan Ottosen og Niklas Selvig vælkomnar í felagið, sigur VÍF í fráboðan.
Nevndin fer at kalla inn til spælarafund í komandi viku, soleiðis at venjarar og spælara fáa heilsa uppá hvønn annan.
      <description><![CDATA[Stutt áðrenn tann fyrra fjórðingsfinalan í CL-hondbólti millum AG København og Barcelona seinasta fríggjadag endaði, fingu málmaðurin hjá AGK, Kasper Hvidt, og danski spælarin hjá Barcelona, Jesper Nøddesbo, reytt kort fyri at gera seg inn á hvør annan. 
Men nú hevur tað evropeiska hondbóltssambandið, EHF, gjørt av, at hvørgin teirra skal fáa leikbann, og tískil sleppa báðir at spæla ta seinnu fjórðingsfinaluna, sum verður í Barcelona leygarkvøldið. 
Kasper Hvidt sigur við danska kringvarpið, at hann hevði ikki roknað við, at teir fóru at fáa leikbann, hóast hann sjálvandi ikki kundi kenna seg heilt tryggan. 
Avgerðin hjá EHF hevur uttan iva størri týdning fyri AG København enn fyri Barcelona, tí síðani Steinar Ege fekk skaða, hevur Kasper Hvidt verið at kalla einsamallur um at verja AGK-málið, og hann spældi ein sera góðan dyst ímóti Barcelona seinasta fríggjadag. ]]></description>  
      <description><![CDATA[Ein av mest umrøddu leikarunum í kvinnudeildini hetta kappingarárið, Barbara Brauer, spælir eisini við Neistanum komandi kappingarár. Hesum boðar Neistin frá á heimasíðu sínari.
Skjótt 41 ára gamla Barbara Brauer hevur verið ein av avgjørdu stuðulsleikarunum hjá Neistanum og skotið hópin av málum av høgra bakki, síðani hon kom til felagið á sumri 2010 úr spanska felagnum Cem. la Union-Ribarroja.
Hinvegin stendur greitt, at landsliðsmálverjin hjá meistarunum, Erla Eliasen, ikki verður partur av liðnum komandi kappingarár vegna lesna í Danmark.]]></description>  
      <description><![CDATA[Liðið, sum í fjør tók nógv á bóli, skal hava nýggjan venjara. Claus Rasmussen er nevniliga ikki longur venjari hjá Team Klaksvík. Hann og leiðslan í felagnum eru í sátt og semju komin ásamt um at steðga samstarvinum.
Fíggjarliga orkan hjá Team Klaksvík loyvir ikki samstarvinum at halda áfram. Claus Rasmussen fegnast tó um tíðina hjá Team Klaksvík, sum í farna kappingarári endaði á 5. plássi.
- Lat meg siga beinanvegin, at mær hevur dámað ótrúliga væl at vant Team Klaksvík. Tað hevur verið stuttligt og spennandi, og spælararnir hava verið ótrúliga góðir at fingist við og harvið leiðslan í felagnum. Trupulleikin hjá okkum var, at vit høvdu ov fáar spælarar til at taka av, og so fór annar útlendingurin eisini heim í februar mánað. Haldi, at vit kunnu vera stoltir av kappingarárinum, tí vit vunnu jú øll liðini uttan KÍF, og tvey lið vóru niðanfyri okkum við kappingarenda, sigur Claus Rasmussen við hvannrok.fo, sum ber hesi tíðindini.
Tað er framvegis ikki greitt, hvør verður nýggjur venjari hjá Team Klaksvík.]]></description>  
      <description><![CDATA[Kvinnurnar hjá Neistanum hava longu fingið nýggjan, eftir at Sigrun Mikkelsen hevði takkað fyri seg, og tað framvegis var ógreitt, um Kári Durhuus skuldi halda fram í starvinum. Nú verður Kári loystur av av einum øðrum Kára. Nevniliga Kára Horn, sum í fjør stóð á odda fyri kvinnuliðnum hjá VB.
Kári Horn er 35 ára gamal og uppvaksin í júst Neistanum. Áðrenn hann undan farna kappingarári skifti til VB, hevði hann verið ungdómsvenjari í Neistanum í fimm ár.
Tað, at hann nú er vorðin venjari hjá besta kvinnuliði felagsins, er ein dreymur, men ikki nakað, hann hevði væntað.
- Eg hevði ikki roknað við at tað skuldi verða longu nú, men tað, at tey velja meg, taki eg sum eitt stórt herðaklapp, sigur Kári Horn.
Kvinnurnar hjá Neistanum gjørdust um vikuskiftið føroyameistarar annað árið á rað, og verður tað tískil ein tungur arvur at lyfta eftir venjarunum Birgir Hansen, Sigrun Mikkelsen og Kára Durhuus. Hann hevur tó ein greiðan málsetning um, at Neistin skal vinna alt komandi kappingarár.
Sáttmálin ímillum Neistan og Kára Horn er í fyrstu syftu galdandi fyri komandi kappingarár.]]></description>  
      <description><![CDATA[Finnur Hansson, sum seinastu fýra árini hevur spælt við Neistanum, skiftir nú til grannarnar úr Kyndli, har hann áður hevur leikt.
Hesum boðar heimasíðan hjá Kyndli frá. Finnur Hansson skal vera leikandi venjari, meðan hann undir liðina á sær fær Bárð Johannesen, sum ikki spældi við Kyndli í ár vegna skaða.
"Eg havi havt fýra sera góð ár í Neistanum, men nú er stundin komin at royna nýggjar avbjóðingar. Málið hjá mær verður at lyfta mest vinnandi felagið í Føroyum upp ímóti toppinum aftur. Kyndil hevur sera evnaríkar spælarar, sum kunnu koma langt," sigur Finnur Hansson við kyndil.fo.
Kyndil endaði hetta kappingarárið á aftasta plássi.]]></description>  
      <description><![CDATA[Ársins venjari í fjør og ein av venjarunum hjá meistarakvinnunum hjá Neistanum, Sigrun Mikkelsen, leggur fyribils hondbóltin til síðis og takkar tískil fyri seg sum venjari í felagnum.
Sigrun Mikkelsen var partur av venjaratoyminum hjá kvinnum Neistans undir bæði Birgiri Hansen og Kára Durhuus. Hon váttar fyri Portalinum, at hon ikki heldur fram næsta ár, og at hon eftir tvey fantastisk kappingarár - har liðið gjørdist meistari bæði árini - nú hevur tørv á einum steðgi.
Tað er framvegis ikki greitt, um Kári Durhuus heldur fram sum venjari. Tá ið Kári Durhuus loysti Birgir Hansen av í januar, varð avtala gjørd fram til endan á kappingarárinum, sum endaði leygardagin.]]></description>  
      <description><![CDATA[Hoyvíkingar hava vunnið FM í manshondbólti í 2012!
Triðja og avgerandi finalan hevur verið í Kollafirði í dag, og H71 vann 21-20 ímóti KÍF, sum harvið framvegis bíðar eftir fyrsta FM sigrinum. Hetta er onnur ferðin, at H71 er FM vinnari.
Talan var um sera tætta og spennandi uppgerð, har tað meiri vóru verjurnar, ið stóðu seg væl heldur enn álopini.
KÍF var á odda 8-7 í hálvleikinum, men í 2. hálvleiki legði H71 seg við Esberni Patussson á odda framum, og tað eydnðist at økja um leiðsluna, so hon varð trý mál. KÍF svaraði aftur og minkaði um munin niður í eitt mál, og tá ið ein hálvur minuttir var eftir, fekk KÍF møguleikan at javna í síðsta álopinum, men tað eydnaðist ikki, og so var talan um ovurhonds fagna millum H71 viðhaldsfólkini.
Tað er merkisvert, at allar tríggjar finalurnar endaðu við teprum eitt mála sigrum. Mikukvøldið vann H71 við einum máli í Kollafirði, í gjár vann KÍF við einum máli í Hoyvíkshøllini, og í dag tryggjaði H71 sær FM við 21-20 sigri í Kollafirði.
H71 hevur eina ferð áður vunnið FM. Tað var í 2009.
KÍF vann grundspælið, men kollfirðingar eiga framvegis fyrsta FM heitið til góða. Hetta var triðja ferðin, at KÍF var í FM finaluni.
Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, hevur handað H71 steypið, sum er staðfesting av, at hoyvíkingar hava vunnið Atlantic Airways kappingina.
Teir eru komnir í helvt í triðju og avgerandi uppgerðini um FM heitið í hondbólti hjá monnum.
Tvær tær fyrstu finalurnar endaðu við, at ávikavíst H71 og KÍF vunnu við einum máli, og aftur í dag er tað ógvuliga javnt.
Um ein hálvan tíma verður greitt, hvør verður FM vinnari, men í løtuni ber ikki til at siga nakað um, hvør tað verður.
KÍF er frammanfyri við einum máli. Støðan er 8-7. Tað ber boð um, at talan er um tvær ógvuliga stinnar verjur, og at tað í 1. hálvleiki hevur verið torført í álopspartinum, bæði hjá KÍF og H71.
Høllin er stúgvandi full, og tað er øgiligur spenningur í ítróttarhøllini í Kollafirði!   ]]></description>  
      <description><![CDATA[Kollfirðingar gjørdu akkurát tað, teir skuldu gera, tá teir dystaðust við H71 í dag. Dysturin endaði 22-21 til KÍF, sum sostatt framvegis hevur varðveitt vónina um at vinna føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð.
Kollfirðingar vóru eisini fagnaðir, sum vunnu teir føroyameistaraheitið, men hetta verður ikki avgjørt fyrr enn í dystinum í morgin, tá triðja finalan verður spæld. H71 vann fyrsta dystin, KÍF næsta dystin í dag og so skal slagið standa í morgin.
Málverjin Óla Kristian Djurhuus var ein av heilt stóru orsøkunum til, at KÍF vann dystin, tí við nøkrum megnarbjargingum móti dystarenda, helt hann kollfirðingum inni í dystinum.]]></description>  