    <dc:language>en</dc:language>
      <description><![CDATA[Jan Ottosen, sum seinastu árini hevur ført hondbóltsfelagið KÍF í toppin í føroyskum hondbólti, gevst nú í felagnum og leitar sær nýggja avbjóðing. 
Í morgun verður boðað frá, at Jan Ottosen verður høvuðsvenjari hjá VÍF komandi kappingarár, og hjálparvenjari hjá honum verður Niklas Selvig, sum éisini hevur umboðað KÍF í  hesum kappingarárinum.
Jan Ottosen skal venja Atlantic Airways liðið og Sunset liðið hjá VÍF, meðan Niklas Selvig verður hjálparvenjari hjá Sunset liðnum.
Jan Ottosen er væl kendur um okkara leiðir, hann hevur staðið á odda fyri KÍF tey seinastu árini, og hevur hann fingið góð úrslit við kollfirðingum. Niklas Selvig hevur leikt við KÍF, har hann hevur verið ein av lyklaspælaranum. Niklas Selvig skal eisini leika á besta liðinum hjá VÍF komandi kappingarár.
- VÍF vil hervið takka Dia Midjord, Haraldi Bjørgvin og Inga Olsen fyri teirra arbeiði í felagnum og ynskir teimum góða eydnu framyvir, og somuleiðis ynskja vit Jan Ottosen og Niklas Selvig vælkomnar í felagið, sigur VÍF í fráboðan.
Nevndin fer at kalla inn til spælarafund í komandi viku, soleiðis at venjarar og spælara fáa heilsa uppá hvønn annan.
      <description><![CDATA[Longu í fyrsta umfari í fjør var ábending um, at árið fór ikki at roynast soleiðis hjá HB, sum tað oftast plagar at gera. Tá tapti táverandi meistaraliðið 2-1 á útivølli ímóti NSÍ. Ta ferðina var Pauli Poulsen NSÍ venjari, og á liðnum vóru Jústinus R. Hansen, Einar T. Hansen og Christian Høgni Jacobsen. Í dg eru teir allir á B68 liðnum í Gundadali.
	-Tað hevur verið góður hýrur í fyrireikingunum. Vit fokusera upp á nýggju avbjóðingina, og vit halda okkum vera so mikið væl fyri, at vit kunnu vera við í kappingini um fremstu plássini, sigur HB venjarin Sigfríður Clementsen. Hjá HB er Kári Nielsen langtíðarskaddur.
Á Toftum eru teir spentir, og teir hava einki ímóti, at fyrsta royndin er í Gundadali ímóti HB.
Jónleif Højgaard og liðformaðurin Jann Ingi Petersen hava verið plágaðir av vøddaskaðum, og tí er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla.  ]]></description>  
      <description><![CDATA[Róðrarsamband Føroya skipaði seinnapartin fyri úttøkukapping til HM í inniróðri í Boston seinni í ár.
Undan kappingini hevði RSF sett eina kravtíð á, sum svaraði til at rógvarin skuldi rógva seg millum 25 teir fremstu sambært tíðunum til seinasta HM.
Rógvararnir, ið kvalifiseraðu seg til kappingina, gjørdust hesir:
Sverri Sandberg Nielsen við tíðini 6.02.2  U23 
Hallur Nattestad við tíðini 6.47.0 Junior Men Light
Dánjal Martin Hofgaard við tíðini 6.19.3 U23 Light
Annetta C. Eidesgaard við tíðini 7.14.3 U23
Sarita Kristina Hansen við tíðini 7.43.6 Open Women Light
Jógvan Sofus Vilhelmsen við tíðini 6.20.5 Master 30-39 Heavy
Øssur Hansen við tíðini 6.52.8 Master 30-39 Light
Teir sleppa tískil til HM í Boston 19. februar Ferðaleiðarar á túrinum verða Martin Simonsen og Paula Eikhólm.]]></description>  
      <description><![CDATA[15 ára gamli Torstein Brattaberg úr Vestmanna vann í gjár norðurlendsku kappingina í inniróðri, Århus Indoor Open.
Torstein hevði vant dúgliga fram til hesa kappingina, seinastu mánaðirnar heili fimm ferðir um vikuna. Hann luttók á 2000 m og á einum styttri spurt-teini. Kappingina á 2000 m vann hann í stórum stíli við tíðini 6:37.6 - góð níggju sekund frammanfyri nummar tvey.
Torstein er meiri til langteinar og hepnaðist tað ikki eins væl á spurt-teininum. Her vann hann bronsu.
Hann og venjari hansara vera aftur í Føroyum í kvøld.]]></description>  
      <description><![CDATA[Leygardagin luttekur 15 ára gamli Torstein Paulason Brattaberg úr Vestmanna í norðurlandameistarakappingini í inniróðri í Nordic Indoor Open, sum verður róð í Århus. Hann luttekur í tveimum kappingum, nevniliga á 2000 m og á einum styttri spurt-teini. Hesum boðar heimasíðan hjá VÍF frá.
Torstein luttekur í aldursbólkinum 15-16 ár og hevur gjørt nógv burturúr fyrireikingunum fram ímóti hesi kappingini. Hann er somuleiðis Danmarksmeistari í hesum aldursbólkinum, og skal hann royna at verja hetta heitið, tá ið DM verður róð í Gladsaxe seinni í mánaðinum.
Torstein hevur góðar vónir um at gerast norðurlandameistari.
- Málið er altíð at vinna, og eg rokni eisini við, at tað er realistiskt, sigur Torstein.
Lesið alla samrøðuna við Torstein Paulason Brattaberg í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum, sum kemur á gøtuna í morgin.]]></description>  
      <description><![CDATA[1.DEILD: Í kvøld fór bólturin á rull aftur í næstbestu fótbóltsdeildini. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin vórðu tríggir dystir spældir.
AB hevði møguleika – fyribils í hvussu so er – at vinna seg fram á oddasessin, men tað eydnaðist ikki. AB vitjaði teir næstbestu hjá NSÍ, og úrslitið var 1-1. Harvið varðveitti FC Suðuroy, sum ikki spældi í kvøld, oddasessin – eitt stig frammanfyri AB.
NSÍ var tvær ferðir á odda, og báðu ferðirnar svaraði AB aftur lítla løtu aftaná.
FC Hoyvík vitjaði á Skála, sum undan summarsteðginum stóð seg rættuliga væl, meðan tað var meiri svikaligt hjá FC Hoyvík. Í kvøld var úrslitið 1-1, og tað ber ivaleyst boð um, at Súni Fríði Barbá hevur fingið tak á liðnum hjá FC Hoyvík. Men framvegis er FC Hoyvík so mikið nær botninum, at vandi er á ferð. Bæði málini vórðu skorað fyrsta korterið.
Einasta liðið, sum í kvøld vann fulla úrtøku, var blaðunga liðið hjá Víkingi, sum nú er meiri enn eitt umfar frá niðurflytingarplássi.
Víkingur vitjaði í Sørvági, har stigaleysa heimaliðið legði bragdliga fyri. Men Víkingur javnaði fyri hálvleik, og eitt korter undan leikloki skoraði Víkingur eftir lítlari løtu tvey mál aftrat.
NSÍ-AB 2-2 (1-1)
1-0: Árni Frederiksberg 12.
1-1: Alex Mellemgaard 18.
2-1: sjálvmál 66.
2-2: Nicolaj Eriksen
Skála-FC Hoyvík 1-1 (1-1)
1-0: Jákup Jacobsen 4.
1-1: Jan Mølvad Laursen 12.
07 Vestur-Víkingur  1-3 (1-1)
1-0: Jóhan Selfoss 36.
1-1: Andras Dalbø 43.
1-2: Ingi Sørensen br 77.
1-3: Sámal Jákup Joensen 81.
HB-EB/Streymur: útsettur
FC Suðuroy-TB: 23. august 
Støðan
FC Suðuroy 34
AB 33
TB 32
Skála 24
NSÍ 21
Víkingur 18
FC Hoyvík 17
EB/Streymur 15
HB 14
07 Vestur 0
FC Suðuroy, TB, EB/Streymur og HB hava spælt 14 dystir, og hini hava spælt 15 dystir
16. umfar
Sunnudagin 7. august
Víkingur-Skála
TB-HB
EB/Streymur-AB
07 Vestur-NSÍ
Mikudagin 10. august
FC Hoyvík-FC Suðuroy
      <description><![CDATA[10-mannafør:  Við sannførandi sigri í síðsta róðrinum í hesum kappingarárinum hevur Klaksvíkingur á Havnarvág tryggjað sær FM heitið vil fullum stigatali.
Stóri spurningurin undan finaluni av øllum finalum í hesum róðrarárinum var, um tað mundi fara at eydnast Vestmenningi at taka Klaksvíking. Vestmenningar hava verið ógvuliga treiskir, men hvørja ferð hava teir mist í endaspurtinum.
Hesa ferð var teinurin bara 900 metrar, og tí vórðu fyritreytirnar hjá vestmenningum mettar kanska at vera betri, enn tær hava verið undanfarnu ferðirnar.
Vestmenningur og Klaksvíkingur løgdu bragdliga fyri, og teir lógu stavn um stavn fyrra partin av teininum. So fór tað at vísa seg, at tøkini hjá klaksvíkingum vignaðust betri, og hálvur skutur gjørdist til skut og síðani til hálva bátslongd. Á málinum var munurin tvey sekund ella tað mesta av einari bátslongd.
Hesa ferð bjóðaði Ormurin Langi hjá Knørrafelagnum seg fram, og hann tapti kappingina um bronsuplássið ímóti Hoyvíkingi, sum fyri sjeyndu ferð endaði á triðja plássi.
1 Klaksvíkingur 04:02.18     
2 Vestmenningur 04:04.17     
3 Hoyvíkingur 04:10.01     
4 Ormurin Langi (RK) 04:13.00 
1 Klaksvíkingur 49    
2 Vestmenningur 42     
3 Hoyvíkingur 35     
4 Ormurin Langi (RK) 4 
      <description><![CDATA[8-mannafør: Argjabáturin hevði undan Ólavsøku vunnið allar seks róðrarnar, Argjabáturin var favorittur í dag, og Argjabáturin vann aftur í dag, og harvið varð FM heitið so rudduliga undirstrikað.
Argjabáturin er FM vinnari við fullari úrtøku.
Ørvur hevur fleiri ferðir fyrr í summar givið Argjabátinum ein skarpan gang. Eisini í dag var kappingin stór hjá argjamonnum, men hesa ferð var tað ikki Ørvur, sum kappaðist við Argjabátin.
Tað var Nevið Reyða, sum tíðliga í róðrinum legði seg á odda, og Nevið Reyða var leingi fremstur. Miðvingur og Ørvur vóru eisini væl við, og leingi kundi tað sæð út til, at Argjabáturin fór at hava ilt við at vinna.
Men so var tað, at Argjabáturin vísti sína styrki. Stútt og støðugt tók hann seg framum hinar. Men tað var sera tætt, og tað var ikki fyrrenn í síðstu tøkunum, at tað var púra greitt, at tað var Argjabáturin, sum var fyrstur á mál – reingina frammanfyri Nevið Reyða, sum harvið vann besta plássið í ár. Eisini Miðvingur  vann á Ørvi, men munurin frá nummar eitt og aftur til nummar fýra var minni enn eitt sekund! Kvívíkingur var aftur í dag aftastur. 
1 Argjabáturin 04:12.10     
2 Nevið Reyða 04:12.21     
3 Miðvingur 04:13.06     
4 Ørvur 04:13.07     
5 Kvívíkingur 04:18.24 
Endaliga støðan
1 Argjabáturin 49    
2 Ørvur 40     
3 Nevið Reyða 35     
4 Miðvingur 29     
5 Kvívíkingur 22 
      <description><![CDATA[6-mannafør menn: Fram ímóti málinum var eingin ivi, als eingin ivi. Riddarin hevði undan Ólavsøku vunnið allar seks róðrarnar, og aftur í dag var Riddarin bestur. Báturin úr Miðvági hevur harvið vunnið FM við fullum stigatali.
Fyrsta partin av teininum hevði Sølmundur, sum ikki hevur tikið lut fyrr í summar, hug at stinga seg fram, og Lómur var eisini væl við.
Tá ið bátarnir komu inn á Molan, tóku teir á Riddaranum nøkur rimmar tøk, Riddarin stakk seg framum hinar, men hann tók Lómin við sær. Tá ið tað restaðu 200 metrar var leyst millum tveir teir fremstu, og so var talan um uppvísningsróður hjá Riddaranum, sum í stórum stíli vann meistaraheitið fyri fyrstu ferð.
1 Riddarin 04:20.21     
2 Lómur 04:24.06     
3 Sølmundur 04:27.10     
4 Smyril 04:29.17     
5 Skúgvur 04:29.21     
6 Strálan 04:31.07     
7 Húsfrúgvin 04:32.13     
8 Gongurólvur 04:35.03     
9 Tvørabáturin 04:35.12     
10 Kollfirðingur 04:36.04 
1 Riddarin 49    
2 Lómur 42     
3 Smyril 34     
4 Skúgvur 24    
5 Tvørabáturin 17    
6 Gongurólvur 14     
7 Húsfrúgvin 6    
8 Sølmundur 5     
9 Strálan 2     
10 Kollfirðingur 0 
      <description><![CDATA[5-mannafør gentur: Hvassi hevði longu undan ólavsøkuróðrinum mest sum tryggjað sær FM heitið. Í dag varð tað greitt, at Hvassi er FM vinnari í kappingini millum gentumanningarnar.
Men tað eydnaðist ikki nýklækta meistarabátinum at vinna á Ólavsøku, og Hvassi var ongantíð fremstur í hesum róðrinum. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vann í dag, og á málinum var eingin ivi um, at Erla var stóran skutin frammanfyri Hvassa.
Fyrra helmingin av róðrarteininum ella meiri enn so var tað Spógvin hjá Róðrarfelagnum NSÍ, sum setti dám á. Spógvin fekk besta startin, og Spógvin var klárt á odda, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. So var tað, at Erla Kongsdóttir og Hvassi rættuliga bjóðaðu av, og í endaspurtinum vóru tað tær úr Fuglafirði, sum vóru tær drúgvastu.
1 Erla Kongsdóttir 04:53.16     
2 Hvassi 04:54.21     
3 Spógvin 04:56.08     
4 Sílið 05:03.19     
5 Drekin 05:07.16     
6 Tambar 05:10.22     
7 Beinta 05:11.01 
1 Hvassi 47    
2 Erla Kongsdóttir 41     
3 Beinta 31     
4 Spógvin 30     
5 Sílið 19    
6 Drekin 8     
7 Tambar 5     
8 Teistin 3    
9 Ørnin 3 
      <description><![CDATA[5-mannafør kvinnur: Tað var sonn finala millum tvær tær bestu kvinnumanningarnar í hesi kappingini, og spenningurin varð so stórur, sum tað kundi roknast við.
Junkarin úr Kvívík hevði undan hesum róðrinum eitt stig meiri enn Jallurin úr Knørrafelagnum. Hesir báðir bátarnir lógu borð um borð og kappaðust, og tað var tætt og spennandi alla tíðina.
Jallurin fekk besta startin, men so legði Hvessingur upp á síðuna av Jallinum. Borð um borð og stavn um stavn fóru hesir báðir bátarnir fram við Molanum, meðan Beinta, Blikur og Falkur meiri enn eina bátslongd aftanfyri vóru í tættari kapping um bronsuplássið.
Sum bátarnir nærkaðust málinum, hevði Junkarin hug at stinga stavnin framum Jallin, og tá ið teir fremstu fóru um málið, var Junkarin skutin frammanfyri, og harvið hevði Junkarin tryggjað sær FM heitið. Jallurin vann silvur, og Beinta vann bronsu á Ólavsøku. Í FM kappingini vann Blikur bronsumerkini.
1 Junkarin 04:48.13     
2 Jallurin 04:49.09     
3 Beinta 04:53.00     
4 Blikur 04:53.20    
5 Falkur 04:54.12     
6 Teistin 05:06.19     
7 Fípan Fagra 05:24.05 
Endaliga støðan
1 Junkarin 46     
2 Jallurin 44    
3 Blikur 33    
4 Beinta 30     
5 Falkur 21     
6 Teistin 15     
7 Fípan Fagra 1 
      <description><![CDATA[6-mannafør kvinnur: Tað er fagnaður í Havnar Róðrarfelag, og tað er stórt vónbrot í Sundalagnum, eftir at 6-mannaførini við kvinnum hava róð.
Fyrr í summar hava hesar báðar manningarnar mest sum aðru hvørja ferð vunnið trivaligar sigrar. Í dag gekk sera javnt á. Eftir eina løtu stavn um stavn legði Hvessingur seg framum, og bara 300 metrar úr málinum var Hvessingur skutin frammanfyri.
So var tað, at Gongurólvur fór at spurta. Tøkini munaðu meiri hjá teimum, sum róðu í heimasjógvi, og tá ið fremstu bátarnir fóru um málið, var Gongurólvur skutin fremst.
Páll Fangi vann tøttu kappingina um bronsuplássið við Jarnbard.
1 Gongurólvur 04:43.20     
2 Hvessingur 04:44.11     
3 Páll Fangi 04:56.02     
4 Jarnbardur 04:56.09 
Endaliga støðan
1 Gongurólvur 46 (FM)     
2 Hvessingur 45     
3 Jarnbardur 34     
4 Páll Fangi 13     
5 Herningur 8 
      <description><![CDATA[5-mannafør dreingir: Undan finaluróðrinum stóð tað púra javnt millum Royndina Fríðu úr Vági og Jallin hjá Róðrarfelagnum Knørri.
Royndin Fríða legði sera væl fyri, men tað var skjótt, at Jallurin fór at røra upp á seg. Jallurin vann fyri fyrstu ferð á Fjarðastevnu, og Jallurin vann aftur í dag, og tað var sera sannførandi. Fram við Molanum legði Jallurin seg eina heila bátslongd framum Royndina Fríðu, sum var í harðari kapping um næstfremsta plássið við Havfrúnna og Drekan.
Í endaspurtinum gekk tað, sum tað ofta hevur gjørt í summar. Royndin Fríða át seg stútt og støðugt inn á Jallin, men tað munaði ov lítið, og fjarstøðan var ov stór, og tí fór Jallurin fyrstur um málið, og harvið vann báturin hjá Knørrafelagnum FM heitið.
1 Jallurin 04:33.05     
2 Royndin Fríða 04:34.15     
3 Drekin 04:36.03     
4 Havfrúgvin 04:37.20     
5 Blikur 04:38.20     
6 Teistin 04:39.14     
7 Erla Kongsdóttir 04:40.20     
8 Sílið 04:40.20    
9 Fípan Fagra 04:41.15     
10 Pílur 04:45.17     
11 Firvaldur 04:46.15    
12 Sandingur 04:48.00     
13 Svanur 04:48.18     
14 Tjógvin 04:56.18 
Endaliga støðan
1 Jallurin 39    
2 Royndin Fríða 38    
3 Blikur 32    
4 Drekin 28     
5 Havfrúgvin 23     
6 Sílið 13    
7 Erla Kongsdóttir 12     
8 Teistin 6    
9 Frúgvin 5    
10 Pílur 1    
11 Fípan Fagra 0     
12 Firvaldur 0    
13 Sandingur 0     
14 Svanur 0    
15 Tjógvin 0 
      <description><![CDATA[Barnaróður dreingir: Blaðungu dreingirnir hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ gjørdu í dag tað, sum teir hava gjørt mest sum hvørja ferð á stevnunum fyrr í summar. Teir vóru fyrstir á mál og vunnu harvið fyri sættu ferð, og tað ber við sær, at Spógvin við dreingjamanning hevur tryggjað sær FM heitið í barnakappingini.
Talan var um sera tætta kapping. Spógvin var bara reingina frammanfyri Junkaraan, sum var eina stóra bátslongd frammanfyri Fípuna Føgru og Firvald. Hetta var nett sama endastøða hjá fýra teimum fremstu, sum var á Fjarðastevnu.
1 Spógvin 02:33.11     
2 Junkarin 02:33.19     
3 Fípan Fagra 02:36.12     
4 Firvaldur 02:38.10     
5 Tambar 02:41.16     
6 Frúgvin 02:45.00     
7 Havfrúgvin 02:45.19     
8 Teistin 02:46.15 
      <description><![CDATA[Barnaróður gentur: Tað var sera spennandi. Genturnar umborð á Jallinum hjá Róðrarfelagnum Knørri vóru fyrstar á mál. Jallurin var eitt sekund fyrri á mál enn Ørnin úr Sandavági, og Blikur av Argjum var nummar trý.
Samanteljingin av stigum er øðrvísi í barnakappingini, enn hon er í øðrum róðrum. Tvær tær vánaligastu plaseringarnar verða drignar frá, og tað ber við sær, at genturnar á Bliki av Argjum hava vunnið FM. Í dag var Blikur nummar trý - bara eitt lítið vet aftanfyri Blik av Argjum.
1 Jallurin 02:37.07     
2 Ørnin 02:38.05     
3 Blikur 02:38.08     
4 Royndin Fríða 02:40.18     
5 Tambar 02:43.04     
6 Hulda 02:43.15     
7 Pílur 02:48.09     
8 Havfrúgvin 02:51.02     
9 Firvaldur 02:51.06 ]]></description>  
      <description><![CDATA[Í dag skulu føroyameistararnir í kappróðri finnast. Í nøkrum róðrum er avgerðin so at siga fallin, men í fleiri róðrum er stórur spenningur fyri seinasta róðurin í dag.
Spógvin við dreingjamanning í barnaróðrinum hevur vunnið FM. Riddarin við monnum, Argjabáturin og Klaksvíkingur hava vunnið allar róðrarnar, og tískil ber tað næstan ikki til hjá hesum manningum at verða meistarar. Tað sama er við gentumanningina á Hvassa.
Í hinum róðrunum er tað framvegis ógvuliga stórur FM spenningur, og allir rógvararnir vita, at tað kunnu vera heilt smáir lutir, sum kunnu gera av, um talan verður um sigur og fagna, ella um talan verður um tap og vónbrot.
FM støðan
Barnaróður dreingir
Spógvin 41
Fípan Fagra 30
Firvaldur 29
Barnaróður gentur
Blikur 35
Ørnin 34
Hulda 27
5-mannafør dreingir
Royndin Fríða 32
Jallurin 32
Blikur 29
5-mannafør kvinnur
Junkarin 39
Jallurin 38
Blikur 29
5-mannafør gentur
Hvassi 41
Erla Kongsdóttir 34
Beinta 30
6-mannafør kvinnur
Gongurólvur 39
Hvessingur 39
Jarnbardur 30
6-mannafør menn
Riddarin 42
Lómur 36
Smyril 30
8-mannafør
Argjabáturin 42
Ørvur 36
Nevið Reyða 29
10-mannafør
Klaksvíkingur 42
Vestmenningur 36
Hoyvíkingur 30
      <description><![CDATA[10-MANNAFØR: Tað var ein vøkur sjón, tá ið punktum varð sett fyri kappróðurin á Fjarðastevnu. Í dýrdargóðum líkindum at rógva í, fóru 10-mannaførini skúmandi frá Rókalandinum innanfyri Saltnes og meiri ella minni tvørtur um fjørðin, framvið býlinginum við Sjógv og inn ímóti Hulki.
Klaksvíkingur var aftur hesa ferð fremstur, og aftur hesa ferð var hann eina bátslongd frammanfyri Vestmenning, tá ið teir fóru um málið.
Eisini hesa ferð hevði Vestmenningur hug at bjóða av fyrsta partin av teininum. Kanska var hann hálvan skutin fremstur í startspurtinum, so gekk eina løtu javnt á, áðrenn Klaksvíkingur stakk seg framum og legði seg ein mannin fyri og annan eftir fram um Vestmenning, og tá ið hesir báðir kappingarneytarnir komu skúmandi fram ímóti málinum var leyst teirra millum.
Hoyvíkingur var aftur hesa ferð á bronsuplássinum.
Nú er tað ikki spurningurin, hvør fer at vinna FM gull og silvur. Spenningurin næstu dagarnar verður, um Vestmenningur á Ólavsøku fer at megna at gera nakað við kappingarneytan, sum teir alt summar hava givið góða kapping, men ongantíð hava vunnið á.
1 Klaksvíkingur 09:58.06     
2 Vestmenningur 10:01.17     
3 Hoyvíkingur 10:19.13 
Støðan
1 Klaksvíkingur 42    
2 Vestmenningur 36     
3 Hoyvíkingur 30 ]]></description>  
      <description><![CDATA[8-MANNAFØR: Fyri sættu ferð av seks var tað aftur í dag Argjabáturin, sum vann kappingina millum 8-mannaførini. Aftur hesa ferð hevði Ørvur hug at bjóða av fyrra partin av róðrarteininum, og aftur hesa ferð stakk Argjabáturin seg fram um Ørv og allar hinar, tá ið teinurin var hálvrógvin ella so. Og aftur hesa ferð var Argjaáturin meiri enn eina bátslongd fremstur, tá ið hann fór um malið.
Tá ið Ørvur dragnaði frá Argjabátinum høvdu bæði Nevið Reyða og Miðvingur hug at bjóða av í kappingini um næstfremsta plássið, men á málinum var Ørvur skutin frammanfyri teir báðar næstu, sum vóru rættuliga javnir, meðan Kvívíkingur enn eina ferð tók sær av fimta plássinum.
Argjabáturin er ikki FM vinnari, men tað er bara á pappírinum, at tað kann kiksa. Og tað var heldur ikki í dag nakað, sum bendir á, at Argjabáturin á Ólavsøku ikki skal vinna FM við fullum stigatali.
1 Argjabáturin 07:31.04     
2 Ørvur 07:34.13     
3 Nevið Reyða 07:35.11     
4 Miðvingur 07:35.22     
5 Kvívíkingur 07:40.12 
Støðan
1 Argjabáturin 42    
2 Ørvur 36     
3 Nevið Reyða 29     
4 Miðvingur 24     
5 Kvívíkingur 19 
      <description><![CDATA[6-MANNAFØR MENN: Tað gekk, sum tað plagar at gera, tá ið 6-mannaførini við monnum í fínu líkindunum at rógva og sirminum, sum nú kennist úr honum, kappaðust.
Riddarin var skjótt í oddinum, og so var tað bara ein spurningur, hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Á málinum var Riddarin sjey sekund frammanfyri Lóm, sum eina løtu fekk kapping frá Smyrli. Men á málinum var kortini eingin ivi, og harvið var úrslitið, sum tað so ofta hevur verið.
Riddarin er ikki meistari, men tað skal ganga verri enn illa hjá miðvingum, um teir ikki skulu vinna gull á Ólasvsøku, og um dømast skal út frá úrslitunum higartil í ár, so er tað einki, sum bendir á, at Riddarin ikki skal vinna gull bæði í FM og ólavsøkuróðrinum.
1 Riddarin 08:02.13     
2 Lómur 08:09.08     
3 Smyril 08:12.13     
4 Skúgvur 08:28.00    
5 Tvørabáturin 08:34.04    
6 Húsfrúgvin 08:44.22 
Støðan
1 Riddarin 42    
2 Lómur 36     
3 Smyril 30     
4 Skúgvur 21    
5 Tvørabáturin 17    
6 Gongurólvur 14     
7 Húsfrúgvin 5 
      <description><![CDATA[5-MANNAFØR GENTUR: Tær hava ikki tryggjað sær FM heitið, um roknað verður við tí óm'guliga, men um tað ikki skal eydnast hjá teimum í Sundalagnum, so skal tað á Ólavsøku vilja meiri enn illa til hjá Hvassa gentunum, sum í dag vunnu fyri fimtu ferð í ár.
Sum næstan hvørja ferð fyrr í summar, so var tað aftur hesa ferð Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði, sum var størsta hóttanin hjá teimum av Oyri. Erla Kongsdóttir legði seg skjótt á odda, og tær úr Fuglafirði vóru fremstar størsta partin av róðrarteininum.
Tá ið tað restaðu einir 400 metrar, tók Hvassi Erlu, og hóast tað var tætt og harvið spennandi, so eydnaðist tað ikki Erlu at taka Hvassa aftur.
Í FM kappingini er Hvassi nú sjey stig frammanfyri Erlu Kongsdóttir. Tískil er eingin spenningur um FM heitið, og gullið liggur á silvurfati og bíðar eftir Hvassa. Men gongdin í dag leggur upp til spennandi kapping um sigurin á Ólavsøku.
Spógvin legði bragdliga fyri, og tað eydnaðist gula bátinum at vinna á Beintu úr Miðvági, sum hevur mest sum tryggjað sær bronsukrónurnar í FM kappingini. Tambar var nógv aftastur.
1 Hvassi 06:16.17     
2 Erla Kongsdóttir 06:17.09     
3 Spógvin 06:25.24     
4 Beinta 06:41.10     
5 Tambar 06:59.24 
Støðan
1 Hvassi 41    
2 Erla Kongsdóttir 34     
3 Beinta 30     
4 Spógvin 25     
5 Sílið 15    
6 Drekin 5     
7 Tambar 3     
8 Teistin 3    
9 Ørnin 3   