2011 gjørdist nógv meiri hendingaríkt enn tey annars høvdu droymt um í norska olju- og gassídnaðinum. Tað ger ársfrágreiðingin hjá Oljeindustriens Landsforening, sum er systurfelag hjá Føroya Oljuídnaðarbólki, greitt.
Í frágreiðingini hugleiðir Gro Brækken, stjóri í Oljeindustriens Landsforening, um tey, sum spáddu, at tíðin var farin frá stóru oljufundunum í Noreg.
“Stóra fundið á norska landgrunninum, Ormurin Langi, í 1997 tóktist vera langt burtur”, vísir Brækken millum annað á.
Men í 2011 vóru hesir spádómar og døpru útlitini gjørd til skammar.
”Fyrst komu tíðindini um Skrugard-fundið. Síðani vóru vit beinrakin á Norvarg. Johan Sverdrup taldist eisini millum heimsins størstu fund í 2011”, greiðir Brækken frá. Hon nevnir eisini bjørtu útlitini fyri petroleumsídnaðin, ið somuleiðis talar fyri, at 2011 royndist væl.
”Vit hava gjørt fleiri týdningarmikil fund og virksemi á landgrunninum er stórt. Men vit vita eisini, at oljuframleiðslan er fallin við 40 prosentum seinastu tíggju árini. Stevnumiðini, stjórnin hevur sett út í kortið, eru treytað av miðvísari leiting í økjum, sum eru búgvin til tess, at vit vinna meiri burtur úr verandi økjum og at vit sleppa fram at nýggum leitiøkjum. Samstundis skal petroleumsframleiðslan framhaldandi virka við óvíkiligum fokus á trygd og umhvørvi. Hetta er tvey øki, sum framyvir koma at krevja ein áhaldandi innsats”, sigur Brækken, stjóri í Oljeindustriens Landsforening, millum annað í ársfrágreiðingini.
Torradagarnir í Klaksvík, sum  verða hildnir hesa tíðina á hvørjum ári og sum eru bæði eitt mentanarligt og fiskivinnuligt tiltak, fara hesaferð eisini at fevna um oljumál. Fyrireikararnir hava nevniliga sett føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum á skránna.
Mikukvøldið klokkan 19.30 fer Mourits Joensen, fíggjarstjóri í felagnum at halda fyrilestur undir heitinum: “Atlantic Petroleum – møguleikar og avbjóðingar. Tiltakið verður í Skúlanum við Ósánna.
Atlantic Petroleum varð stovnað í 1998 og er í dag partur av trimum leitiloyvum í føroyskum øki. Felagið er eisini við, tá borurin verður settur í á landgrunninum í summar. Umframt virksemi í Føroyum er felagið eisini partur av leitivirksemi í Bretlandi og Írlandi og framleiðir kolvetni frá trimum oljukeldum í bretska partinum av Norðsjónum.
Roknskapurin fyri farna ár verður annars lagdur fram komandi fríggjadag. Aðalfundur er 24. mars í Havn.
Tiltakið í Klaksvík er tað triðja av sínum slag hesar seinastu mánaðirnar, har leiðslufólk í føroyska oljufelagnum greiða frá.  Frammundan hevur stjórin í felagnum, Ben Arabo hildið fyrilestrar á Vinnuháskúlanum og á aðalfundinum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag.
Boð eru eisini eftir Atlantic Petroleum at halda fyrilestrar í útlandinum. Í apríl fer Ben Arabo at halda fyrilestur á eini ráðstevnu um keyp og sølu innan oljuvinnuna. Á somu ráðstevnu fara eisini tveir aðrir føroyskir oljustjórar, Graham Stewart frá Faroe Petroleum og Teitur Poulsen frá Det Norske Oljeselskab at halda fyrilestrar.
Mynd: Á skrivstovuni hjá Atlantic Petroleum í London.
Vit hava fleiri ferðir her á oljan.fo skrivað um ymsar útbúgvingar, sum millum annað føroyingar kunnu taka fyri at førleikamenna seg og gera seg til reiðar at taka ímóti eini komandi føroyskari oljuvinnu. Og meðan bíðað verður eftir føroysku oljuni, hava hesir føroyingar eisini verið til reiðar at taka arbeiði í oljuvinnuni í øðrum londum. Fyri góðari viku síðani tosaðu vit við útbúgvingarleiðaran í Erhvervsakademi Sydvest í Esbjerg, Jens Høffner, sum læt væl at møguleikunum hjá teimum lesandi at fáa arbeiði eftir loknan lestur. Serliga nevndi Jens Høffner útbúgvingina Teknisk Manager Offshore, sum er eitt slag av maskinmeistaraútbúgving, men við størri denti á tað sum er relevant fyri fólk í offshore vinnuni at læra.
Einki arbeiði
Greinin á oljan.fo hevur fingið ein føroying, kanska tann einasta, sum hevur júst hesa útbúgvingina, at gera vart við seg.
”Eg má siga, at eg kendi meg ikki ordiliga aftur í tí, sum útbúgvingarleiðarin í Erhvervsakademi Sydvest í Esbjerg sigur í greinini”, sigur Jørgin Pauli Johannessen úr Havn. Hann fekk í 2010 prógv sum Teknisk Manager Offshore frá skúlanum í Esbjerg.
”Hóast eg havi søkt nógv ymisk arbeiði, bæði í Føroyum og í Danmark, so hevur ikki ligið fyri hjá mær. Ikki enn í øllum førum. Og eg veit, at nakrir av teimum, sum eg gekk í flokki saman við, høvdu eina líknandi uppliving”, sigur 49 ára gamli Jørgin Pauli Johannessen.
Eftir lokna útbúgving hevur hann bert havt avloysarastørv, og ikki nakað, sum hevur verið nøkur faklig avbjóðing. Og tað er ikki tí, at hann ikki hevur verið úti um seg. Fleiri fyritøkur í Føroyum, sum kundu hugsast at havt áhuga í einum við hansara førleikum, hevur hann havt samband við.
“Tað góða við okkara offshore útbúgving er, at tú kanst steðga longu eftir tvey ár og fara út í vinnuna”, segði útbúgvingarleiðarin í Erhvervsakademi Sydvest í Esbjerg í greinini her á oljan.fo tann 7.februar.
Longur út í heim
”Vit vóru tveir føroyingar á skúlanum. Hin gavst  sum Driftsteknolog Offshore eftir tveimum árum, men eg valdi at fara allan vegin, skrivaði spesiali og tók yvirbygningin. Men sjálvandi tá ein stendur við einari nýggjari útbúgving, tá hevur ein ikki tær stóru royndirnar, og tað er ofta ein trupulleiki, tá ein søkjir størv”.
Hann ivast í, um timingin hjá honum kanska var eitt sindur skeiv, tí kanska eru vit í Føroyum ikki komin heilt har til enn, heldur hann. Jørgin umhugsar nú at leita sær longur út í heim fyri at vita, um støðan er ein onnur har, og um tað er lættari at fáa arbeiði.
”Eg haldi bara, at feløgini, sum luttaka í boringini á føroyska landgrunninum áttu at kent tað sum sína skyldu at sett teir føroyingar í starv, sum hava ómakað sær at verið uttanlands og tikið eina útbúgving, sum er skræddaraseymað til vinnuna. So nógvir eru vit heldur ikki. Nei, tíðin er kanska ikki við mær, og kunnleikin millum arbeiðsgevararnar her til mína útbúgving er ikki nóg stórur”, sigur Jørgin Pauli Johannessen at enda.
Feløgini í olju- og gassídnaðinum í útnyrðingspartinum av Evropa endurnýggja nú tilbúgvingaravtaluna, sum gongur tvørtur um landamørk. Feløg í Noregi, Stórabretlandi, Danmark, Hollandi, Týsklandi og Írlandi hava samstarvað um tilbúgving í mong ár, og henda avtala er nú dagførd og endurnýggjað.
Avtalan inniber, at feløg í londunum kunnu heita á onnur feløg um at veita hjálp og stuðul tvørtur um landamørk.
”Talan er um eina serstaka avtalu, sum gevur góðar leiðreglur fyri, hvussu feløgini í ymsu londunum á besta hátt kunnu stuðla hvørjum í eini neyðstøðu”, sigur Per Otto Selnes, serligur ráðgevi hjá OLF.
Operators’ Cooperative Emergency Services, sum tilbúgvingaravtalan rópast, varð sett í verk í 1979 og hevur verið dagførd javnan síðani.
“Avtalan er bert nýtt einaferð á norska landgrunninum, men hóast hetta er tað umráðandi at hava eina rammu sum hesa. Vit hava eisini venjingar tvørtur um landamørkini, soleiðis at partarnir í avtaluni kenna allar mannagongdir”, sigur Selnes við olf.no.
Myndugleikarnir í Iran kunngjørdu í gjár, at teir høvdu gjørt av at steðga allari oljusølu til Bretlands og Fraklands. Sambært talsmanninum hjá stjórnini í Teheran verður oljan seld øðrum keyparum.
ES-londini samtyktu herfyri, at londini í samveldinum skulu gevast at keypa olju úr Iran frá 1. juli í ár. Endamálið var at leggja størri trýst á Iran fyri at fáa landið at gevast við sínum kjarnorkuætlanum. Iran mótmælti avgerðini hjá ES og tók uppaftur, at landið ætlar sær ikki at brúka kjarnorkuna til hernaðarlig endamál, men einast til elorku.
Í síðstu viku kom fram, at Iran hevði steðgað oljusøluni til Grikkalands, Portugal, Spania, Italia og Niðurlond. Mett verður, at umleið 20 prosent av oljuni, sum hesi londini brúka, er higartil komin úr Iran.
Hinvegin meta greinarar ikki, at iranska avgerðin at steðga oljusøluni til Bretlands og Fraklands fær nakra ávirkan. Teir vísa á, at bara trý prosent av oljuni, sum Frakland innflutti í fjør, kom úr Iran, og at Bretland keypti als ikki olju úr Iran í fjør.
Aftur í ár skipar Jarðfeingi fyri oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Endamálið er at kasta ljós á oljuleiting á Føroyaøkinum. Ráðstevnan hevur áður verið væl vitjað við út við 100 luttakarum skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu.
Í døgunum 1. og 2. mai í ár hevur Jarðfeingi enn einaferð høvi at bjóða til oljuráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Hetta er fjórða ráðstevnan í røðini Faroe Islands Exploration Conference.
Endamálið er at skapa eitt vísindaligt rúm, har felags áhugamálið er olju- og gassleiting á føroyska økinum. Har umframt er ráðstevnan eitt gott høvi at knýta samband og samstarv millum granskingarheimin og vinnuna. Tær undanfarnu ráðstevnurnar hava savnað umleið 100 jarðfrøðingar og jarðalisfrøðingar úr øllum heimi at viðgera nýggj úrslit kring oljuleiting á basaltøkjum.
Undan sjálvari ráðstevnuni verður skipað fyri einum útferðardegi, og sama kvøld verður høvi hjá luttakarunum at koma saman til eina hugnaløtu í Norðurlandahúsinum, har umboð fyri Fróðskaparsetur Føroya fer at greiða frá tínum virksemi.
Dagin eftir byrja fyrilestrarnir, og varar hesin partur í tveir dagar. Fyrilestrarnir frá teimum undanfarnu ráðstevnunum í 2004 og 2006 eru givnir út í bók, meðan bók við fyrilestrunum frá 2009 kemur út í næstum.
Áhugaði kunnu lesa meira á ráðstevnuheimasíðuna http://fiec.jf.fo
Tað heldur Tórshavnar Býráð, sum nú fer at viðgerða málið.
Uttan iva verður tað samtykt, tí býráðslimir eru samdir um ætlanina.
Býráðið hevur ætla at gera meiri burtur úr at gera súkklubreytir fyri at gera tað tryggari hjá teimum, sum eru á súkklu.
Nú er  ætlanin er at seta arbeiði í verk og ein partur av tí er at umskipa gongubreytirnar so at tær verða bæði súklu- og gongubreytir.
Byrjað verður á ringvegnum Yviri við Strond, har gongubreytir verða tvíbýttar, soleiðis at pláss verður fyri bæði súkklu- og gongubreyt.
Á fíggjarætlanini fyri í ár er ein millión sett av til súkklubreytir.
Tað sigur Zuzana Roithova, sum er úr Kekkia og limur í Evropatinginum. Roithova, sum er útbúgvin lækni, sigur í samrøðu við kekkiska sjónvarpið, at sambært teimum avvarandi hjá Timosjenko hava starvsfólk í fongslinum roynt at eitra hana.
-Hetta eigur at verða kannað, sigur Zuzana Roithova.
Tað skrivar ostlendingen.no.
Durita Brattaberg verður søgd at koma frá Brumunddal, men er sum kunnugt úr Vági.
Hon hevur fingið í boði starvið sum leiðari av mentanarhúsinum í Hamar, og hevur tikið av. Hon byrjar umleið 1. juni.
ostlendingen.no skrivar, at Durita Brattaberg er ógvuliga væl umtókt og aktiv sum operastjóri í Ringsaker, eitt starv hon hevur havt í seks ár. Undir hennara leiðslu er opera’in vaksin og hevur ment seg nógv, og bæði í umsetningi, aktiviteti og ansni er Ringsaker Opera’in vorðin størri.
- Tað er við blandaðum kenslum at eg gevist. Eg fari frá einum starvi við hópinum av góðum starvsfeløgum, og tað er helst tað, eg havi sett størstan prís upp á, sigur Durita Brattaberg.
Men hon gleðir seg eisini til nýggja starvið.
Ung tjóðveldisfólk í Suðuroy hava nú endurstovnað Unga Tjóðveldi í oynni.
Á fundinum varð nýggj nevnd vald og hon hevur nú skipað seg við Fróða Finnsson sum formanni, Sissal Poulsen sum skrivara og Oliviu Benjardøgg Tausen sum kassameistara.
Hinir nevndarlimirnir eru Guðrun Fritsdóttir Poulsen, Svannu Holm, Mariann Mikkjalsdóttir og Atli A. Thomassen.
Hetta er fólkafloksungdómur í Norðoyggjum, sum nú skipar seg í felag og fundurin verður í niðaru hæddini har Hereford heldur til.
Á fundinum fer Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, at hugleiða um ungdómsarbeiðið í Fólkaflokkinum og
Hanus Samró, Løgtingslimur fer at greiða frá sínum virksemi í Huxa og framhaldandi politisku leiðini.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, verður eisini við á fundinum, har ætlanin er at velja lokala nevnd fyri felagið.
Myndin er av nevndini í Landsfelagnum í Huxa.
Myndugleikarnir siga, at higartil er staðfest, at vanlukkan kravdi í hvussu er 21 mannalív, og 11 fólk eru ikki funnin aftur.
Bjargingarliðini eru í ferð við at pumpa olju úr skipinum, sum hevði umleið 2.300 tons í tangunum, tá tað fór á land.
Sum skilst var tokið í ferð við at steðga, tá vanlukkan hendi.
- Tað merkir, at løggildingarnar hjá grannskoðarunum verða tiknar aftur. Tó verður eitt árs frestin hjá fýra av grannskoðaranum at taka lógarásettu próvtøkuna longd, til trý ár, sigur løgmaður.
Grundgevingin fyri longdu frestini er, at løgmaður heldur, at próvtøkan kann væntast at verða á so høgum stigi, at rúmari fyrireikingartíð krevst enn hon, Skráseting Føroya hevur ásett.
Løgmaður hevur somuleiðis heitt á landsstýrismannin í vinnumálum um at tryggja, at Skráseting Føroya kannar, um løggildingin hjá grannskoðaranum við norskari løggilding skal takast aftur.
Fyrsti túrurin í ár var ein vanligur kanningarerð á 89 støðir, har hiti, salt, ilt, ljós, fluorisens og æti verða mátað niður ígjøgnum sjógvin.
Hesir túrar verða gjørdir fýra ferðir um árið, fyri at fylgja við umstøðunum og broytingum í havinum kring Føroyar. Túrarnir eru eisini liður í altjóða granskingarætlan, sum Havstovan er partur av.
Hetta slagið av túrum hava verið gjørdir síðan 1988, tó við smærri broytingum. Í ár hava vit lagt støðirnar inni við land tættari, og lagt nýggjar støðir vestur úr Mykinesi. Hetta er gjørt fyri at fáa meira vitan um broytingarnar inni á Landgrunninum.
Í morgun endurgav Portalurin hann fyri at kalla tað alment oyðsl at geva listafólki starvslønir.
- Føroyar eru so hepnar at eiga eina rúgvu av dugnaligum listafólki. Bæði tey, sum liva og arbeiða við listini í dag, og tey, sum hava ríkað føroysku mentanina við listarliga arbeiðinum áðrenn okkara tíð.
Sporini síggjast runt um alt landið, á vegginum heima í stovuni, sum standmyndir úti í náttúruni o.s.fr.
- Fyri at menna okkara listafólk og geva teimum góðar umstøður at arbeiða undir, lata vit øll nakrar krónur, við tað at
Mentanargrunnur Landsins á hvørjum ári veitir umleið seks mió. krónur, sum verða býttar út til mentanarlívið.
Hetta verður sæð sum tann mest umráðandi veitingin til listina í Føroyum.
- Er nakar flokkur, sum eigur at ganga á odda at varðveita hesa veiting, er tað Javnaðarflokkurin.
- Listafólkini spreiða gleði, njóting og vakurleika kring land og fólk fyri lítið og einki av peningi.
- Tey gera tað hugaligari hjá øllum samfelagsbólkum at liva í Føroyum. Tað er ikki við at taka tað sindrið, sum tey fáa, at vit gera støðuna hjá teimum, sum eru illa fyri, betri, sigur SU, sum vónar, at mentanarliga- og listarliga arbeiðið í Føroyum fær størri virðing.
Enska stórfelagið eigur nógvar fjepparar í Føroyum, og velja nakrir teirra nú at skipa fyri ferð til Old Trafford, tá ið Manchester United spælir móti Everton hin 22. apríl. Hetta er fjórð seinasta umfar í Premier League hetta kappingarárið og samstundis næst seinasti heimadysturin.
Samstundis er hetta eisini ein av allar seinastu møguleikunum yvirhøvur at síggja Paul Scholes spæla fyri besta liðið hjá Manchester United. Scholes gavst annars, tá ið Manchester United í fjør setti met við at vinna sítt 19. meistaraheiti, men í vetur gjørdi hann kortini av at taka eitt tørn afturat fyri felagið, sum hann altíð hevur umboðað.
Viðmerkingin frá floksformanninum Akseli V. Johannesen er hendan:
“Orðini hjá Gerhardi Lognberg um sømdargávur til listafólk eru als ikki umboðandi fyri mentanarpolitikk Javnaðarfloksins. Útsøgnin stendur tí fyri hansara egnu rokning.
Fyri Javnaðarflokkin eru list og mentan millum týdningarmestu tættirnir í einum livandi samfelag. Listarligt og mentanarligt virksemi og upplivingar víðka um sjónarringin, skapa tolsemi og opinleika millum menniskju og ríka okkum lívið. Tí skulu vit skapa góðar karmar fyri list og mentan í Føroyum.
Javnaðarflokkurin vil nýta høvið at ynskja teimum 33 listafólkunum, sum hava fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, hjartaliga tillukku og góða eydnu við arbeiðinum.”
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur spurt hann, hvat hann ætlar at gera við áheitanina frá Krabbameinsfelagnum um at banna ungum undir 18 ár at taka solarium av tí at títtleikin av húðkrabba er so nógv øktur.
Solarium er ein høvuðsorsøk til húðkrabba og tess yngri fólk eru, tess størri er vandin.
Karsten Hansen sigur, at hann ætlar taka málið upp í samráð við Krabbameinsfelagið og Fólkaheilsuráðið.
Hann hevur ikki gjørt upp við seg sjálvan í hvussu stóran mun, tað skal gerast við forboðið, og í hvussu stóran mun, tað skal gerast við upplýsing.
Men hann sigur, at hann umhugsar at leggja uppskot fyri Løgtingið um at banna ungum undir 18 ár at brúka Solarium.
Kristianna W. Poulsen helt, at upplýsing var rætti vegurin heldur enn forboð, men Bill Justinussen var ósamdur, tí hann helt, at forboð skuldi setast.
Eitt, sum fær tingfólk at venda sær forboðið, er, at flestu sólstøðir eru ómannaðar og at tað tí fer at vera tórført at halda eitt forboð.
Og skulu tey seta fólk at ansa sólini, tekur tað inntøkugrundarlagið undan flestu sólstøðum.
Bill Justinussen er av teirri áskoðan, at tað er ikki uppgávan hjá Løgtinginum at hugsa um, hvussu sólstøðir bera seg at fyri at halda lógina.
Bjørt Samuelsen heldur, at atliti at lívi og heilsu hjá teimum ungu eigur at verða tikið framum inntøkugrundarlagið hjá nøkrum sólstøðum.
Vágbingurin Bergtórur Bjarkhamar vitjar sostatt aftur á kendar gøtur. Hann varð í fjør vígdur og innsettur sum prestur í Norðstreymoyar Prestagjaldi, men er uppvaksin í Vági.
Hann tók studentsprógv á Miðnámsskúlanum í Suðuroynni og fór síðani at lesa guðfrøði í Keypmannahavn. Innan lesturin í Danmark var Bergtórur ikki fremmandur gestur í Vágs Kirkju, tí m.a. var hann virkin í Kirkjukórinum Ljómi.
Sostatt vitjar prestur aftur á gøtur, har hann sleit barnaskógvar sínar. Føstuguðstænastan í Vágs kirkju verður klokkan 20:00 í kvøld.