Ruddað verður av øllum alvi í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

08.03.2018 - 13:48

Tíðindi > Norðoyggjar - Klaksvík

Kavaruddingin í Klaksvík byrjaði longu klokkan fýra í morgun, og hóast nógva avfallið hevur argað í allan dag, so koyra býarbussarnir sum vant.

Kavin er komin í óvanligum nøgdum seinasta samdøgrið, og øll orka verður í løtuni løgd í kavaruddingina fyri at gera tað koyrandi í kommununi.

Hóast arbeitt verður við fullari orku, ger óvanliga nógva avfallið tað trupult at grava undan. Tí verður heitt á allar bilførarar um at vísa eyka stórt varsemi í ferðsluni, skrivar Klaksvíkar kommuna.