(Mynd: bitcoin.com)

Ruðulleiki á bitcoin-marknaðinum – fleiri bjóða seg fram



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

13.11.2017 - 12:48

Tíðindi > Pengar > Gjaldoyra

Ein ávísur ruðulleiki valdar í umhvørvinum kring tykisliga gjaldoyra ’bitcoin’, nú ein ætlað dagføring av skipanini, sum skuldi fremjast í dag, ikki varð av nøkrum.

Talan er um eina støðu í hesum nærmast fjalda gjaldoyra umhvørvinum, sum av fleiri verður mett sum borgarakríggj, skrivar norski miðilin Dagens Næringsliv.

Mikudagin í farnu viku rakti kursurin á bitcoin nýggjar hæddir og varð handlaður fyri yvir 7.800 dollarar á Poloniex-keypsskálanum. Aðrastaðni varð handlað fyri yvir 8.000 dollarar. Men síðan er kursurin fallin, sunnunáttina til 5.200 dollarar, fyri síðan at hækka til 6.500 og niðuraftur til 5.600 dollarar.

Serfrøðingar vísa á, at ’bitcoin’ nú er hótt av øðrum formum av gjaldoyrum. Eisini er kríggj um rættindini at kalla gjaldoyrað fyri ’bitcoin’.

Í summar bjóðaði eitt nýtt gjaldoyra, kallað ’bitcoin cash’, seg fram. Talan er um eina skipan, ið kann flyta pengar nógv skjótari enn ’gamla’ bitcoin kann.

Fyri einum mánaða síðani var kursurin fyri ’bitcoin cash’ 310 dollarar. Í farnu viku var hann komin upp á 600 og um vikuskiftið 2.800 dollarar. Í dag liggur hann á 1.00 dollarum, skrivar Dagens Næringsliv.

Og í dag kemur enn ein kappingarneyti í myndina, kallaður ’bitcoin gold’. Kursurin fyri ’bitcoin gold’ lá í morgun á 255 dollarum, men hevur eisini verið oman fyri 800 um vikuskiftið, tó við avmarkaðum umsetningi.