(Mynd: Jens Dresling)

Rufus Gifford ætlar sær í Umboðsmannatingið í USA



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.11.2017 - 18:41

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Fyrrverandi amerikanski ambassadørurin í Danmark, Rufus Gifford, stillar upp til Umboðsmannatingsvalið í Massachusetts. Gifford hevur verið tvær ferðir verið á vitjan í Føroyum.

Rufus sigur at hann, líka sum fleiri aðrir amerikanarar, vaknaði fyri einum árið síðani og gjørdist skelkaður og hjartabrotin við tíðindunum um at Donald Trump varð valdur til forseta.

Hann sigur, at tankin um at tað søguliga eftirmæli innan heilsu, veðurlag og javnstøðu, sum hann hevði arbeitt við undir Barack Obama, skuldi verða hótt, var ein ræðandi tanki. Tí stillar Rufus Gifford upp til umboðsmannatingið fyri Massachusetts.

Rufus Gifford var amerikanski ambassadørurin í Danmark frá 2013-2017.