Mynd frá í síðstu viku (Mynd: Kristian Stórhamar, NCC)

Rundkoyringin um at verða liðug

Sverri Egholm

15.01.2018 - 17:54

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin koyrir við fullari ferð. Í viku 2 vórðu sprongdir 46 metrar á Hvítanesi og eru sprongdir 1.563 metrar í alt á Hvítanesi.

Á Strondum hevur arbeiði hildið á við rundkoyringini, sum nú er um at verða liðug. Byrjað er eisini at spreingja strekkið frá rundkoyringini móti Hvítanesi og frá rundkoyringini móti Rókini.

Í vikuni eru sprongdir 20 metrar móti Hvítanesi og í alt 35 metrar á hesum strekkinum. Móti Rókini blivu somuleiðis sprongdir 20 metrar og í alt eru sprongdir 35 móti Rókini.

Tunnilin á Hvítanesi er nú komin niður á -56,5 metrar. Teinurin frá rundkoyringini móti Hvítanesi er komin niður á -73,1 metrar og á teininum móti Rókini eru teir á -71,8 metrum. Rundkoyringin er á -71,9 metrum og har tunnilin er djúpastur, er hann á -187 metrum.