Runnu av Eiðinum út á Nes og aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

06.03.2018 - 11:53

Ítróttur > Ítróttur > Renning

Leygardagin var rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni vertur fyri Betri-vetrarkappingini, sum í ár var runnin í Vági.

Veðrið leygarmorgunin var kalt og eitt lítið lot, men kortini góð rennilíkindi, tá ið teir umleið 40 rennararnir hildu avstað av Vágseiði út á Nes og so vestur aftur á Vágseið, børnini runnu góðar fýra kilometrar og tey vaksnu knappar níggju.

Á heimasíðuni hjá Fræslum Ítrótti í Føroyum eru øll úrslitini frá kappingini og í øllum bólkunum. Dagurin í Meinigheitshúsinum í Vági, har Grannakaffi var á skránni. Rennarar, stuðlar, bygdafólk og gestir løgdu leiðina inn á gólvi, til prát, kaffi, heiðursmerkjahandan og hugna.

Hvistan kundi annars serliga gleðast yvir, at vinnarin í opnabólkinum fyri kvinnur, gjørdist ein av Hvisturennarunum, Margreth Augustinussen. Eirikur Hansen vann kappingina fyri menn.

Komandi vikuskifti verður aftur tiltak í Vági, tá ið Fræslur Ítróttur í Føroyum vitjar suður við talentbólkinum, ið fer at venja í Marghøllini og eisini bjóða ungum suðuroyingum møguleikan at royna seg í ymiskum frælsum ítrótti í Marghøllini

Myndirnar hevur Kamilla Sørensen, næmingur á ítróttaháskúlanum tikið.