Mynd: e24.no

Russland krevur 90 milliónir norskar krónur fyri at leyslata norskan rækjutrolara


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Rakul Matras Absalonsen

19.05.2017 - 17:15

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Norski rækjutrolarin Remøy, har tveir føroyingar og fimtan normenn eru við, er í varðhaldi í russiska býnum Murmansk, skrivar heimasíðan e24.no. Trolarin varð tikin í russiskum sjógvi 11. mai, tá teir vórðu lagdir undir at tjóvarfiska í russiskum øki.

Sambært Vestlandsnytt hevur tingrætturin í Murmansk ásett ábyrgdargjaldið at vera 90 milliónir norskar krónur fyri at sleppa skipinum leysum. Hetta svarar til tíggju ferðir virðið av rækjuveiðuni umborð.

Fiskimannafelagið Fiskebåt sigur, at ábyrgdargjaldið er alt ov høgt í mun til, hvat málið er um.

Sambært Sunnmørsposten hevur Fiskistjórnin sagt, at tey av óvart ikki hava krossað ”rækjufiskarí” av, tá trolarin sendi umsókn til russiskar myndugleikar.

Sambært Vestlandsnytt er málið nú við at verða flutt til politiskt stig millum Noregi og Russland.