Maxim Oreshkin, russiski búskaparmálaráðharrin (Mynd: EPA)

Russar fara at leggja toll á ávísar amerikanskar vørur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.06.2018 - 19:08

Tíðindi > Uttanlands - Búskapur

Russar fara at leggja toll á ávísar amerikanskar vørur í nærmastu framtíð, sum russarar sjálvir framleiða í Russlandi. Tað boðaði russiski búskaparmálaráðharrin, Maxim Oreshkin, frá í gjár sambært tíðindastovuni Reuters.

Í mars legði USA 25 % í innflutningstolli á stál og 10 % á aluminium, sum fyrst av øllum skuldi raka innflutning úr Kina.

Russiskar stálverksmiðjur berjast av øllum alvi í løtuni við amerikanska Handilsmálaráðið um hendan tollin, og tað er sambært Reuters serliga oligarkarnir, sum eru raktir av amerikanska tollinum - millum annað Oleg Deripaska, sum stýrir GAZ, ið er ein av størstu framleiðarum av tilfari til vegagerð í Russlandi. 

- Russland brúkar síni rættindi í Alheims Handilsstovninum WTO, og stigini nú móti amerikanska innflutninginum taka vit fyri at fáa javnvág í, sigur russiski búskaparmálaráðharrin Oreshkin sambært Reuters.

Argentina, Australia og Brasil vórðu undantikin frá amerikanska tollinum, men ikki Russland. Búskaparmálaráðharrin Maxim Oreshkin vil vera við, at tiltøkini ikki fara at ávirka makrobúskaparligu støðuna hjá Russlandi.