Mynd: EPA

- Russar lúgva

Jens Hákun Leo

11.05.2017 - 18:18

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

- Teir snýttu okkum. Hatta er trupulleikin við russum. Teir lúgva.

Hetta sigur ein høgtstandandi kelda í teim Hvítu Húsunum, sum gevur ilt av sær, eftir at russiska uttanríkismálaráðharið almannakunngjørdi myndir av Donald Trump og russiska sendimanninum í Washington, Sergej Kislyak, eins væl og myndir av Donald Trump saman við russiska uttanríkismálaráðharranum.

Tað var russiska tíðindastovan TASS, sum legði tær út á heimasíðu sína, í sambandi við, at Lavrov í gjár var á almennari vitjan hjá Trump í Washington.

Men hetta var, eftir øllum at døma, ikki ætlanin hjá teim Hvítu Húsunum, ið eisini hevði eitt myndafólk til høvið, sum tó ikki legði tær tiknu myndirnar út alment eftirfylgjandi.

Harumframt vóru heldur ikki teir amerikonsku miðlarnir bodnir við til almennu vitjanina, so sum vit skrivaði fyrr í dag.

CNN skrivar, at sambært Hvítu Húsunum er orsøkin til tess, at tað er vanlig mannagongd, at minni verður gjørt burtur úr vitjanum hjá útlendskum ráðharrum, sum eru lægri í tign enn forsetin, enn tá talan er um vitjanir hjá útlendskum forsætismálaráðharrum, forsetin o.s.fr.

Útihýsanin av amerikonsku miðlunum kemur í kjalarvørrinum av, at Donald Trump hesa vikuna hevur sagt FBI-stjóran, James Comey, úr starvi. James Comey var maðurin, sum stóð á odda fyri at kanna, hvørt Trump hevði nakað samband við russar undan amerikanska forsetavalinum í november í fjør.

Til pástandin hjá Hvítu Húsunum um, at ”russar snýttu okkum”, sigur Susan Rice, fyrrverandi amerikanskur trygdarráðgevi, umboðandi stjórnina hjá Barack Obama, stutt og greitt: no kidding (nei, álvara?)

Les eisini: Ups hann gjørdi aftur - útihýsti amerikonskum tíðindafólki