Mynd: BBC

Russar umhugsa at seta í verk kollveltandi roykiforboð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

11.01.2017 - 15:22

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Russiska heilsumálaráðið umhugsar nú at seta í verk eitt varandi bann ímóti at selja sigarettir til fólk, sum eru fødd í 2014 og frameftir.

Hetta skrivar BBC. 

BBC vísir á, at henda ætlan er ein partur av einum anti-tubakk reformi, sum russiskir politikkarar royna at seta í verk í landinum.

Kemur hetta uppskot ígjøgnum, fer tað at hava við sær, at royking í framtíðini fer at verða bannað fyri øll í Russlandi.

Russiska tíðindastovan Izvestia sigur hesum viðvíkjandi, at hon hevur sæð eitt upprit hjá myndugleikunum, sum stingur út í kortið, hvussu farast skal fram fyri at basa nýtsluni av tubakki, og at russiska heilsumálaráðið hevur váttað, at hetta uppritið er farið út til øll lið av russisku stjórnini.

Uppritið ber heitið "Concept for the state policy to counter tobacco consumption in the years 2017-2022 and beyond".

Royking er longu bannað í almennum støðum í Russlandi, sum hevur lutfalsliga flest roykjarar í heiminum. Á leið 40% av landsins íbúgvum eru roykjarar.

Í summum handlum í Russlandi ber, sambært BBC, til at fáa sigarettpakkar fyri minni enn 6 krónur.