Alpensia skíðlopøkið í Pyeongchang í Suðurkorea (Mynd: EPA)

Russiskir íðkarar melda seg undir OL-flaggið

Ingi Samuelsen

11.12.2017 - 09:52

Ítróttur > Ítróttur > Vetrarítróttur

Russisk ítróttafólk eru nú farin at boða frá, at tey ætla at luttaka á vetrar-OL í Pyeongchang í Suðurkorea undir olympiska flagginum. Hetta hendir eftir, at Russland sum tjóð varð útistongd frá olympisku leikunum orsaka av dopinggøluni.

Fyri at verja ’rein’ russisk ítróttafólk, hevur altjóða olympiska nevndin, IOC, sagt, at hesi kunnu luttaka á leikunum undir neutralum flaggi.

Fleiri russarar fara nú at brúka henda møguleikan, skrivar russiska tíðindastovan, Tass.

Dmitry Dubrovsky, sum er forseti í russiska sambandinum fyri skíðlop- og norðurlendskt blandað (tað er skíðlop og -renning), sigur, at íðkararnir hava gjørt av at luttaka.

- Limirnir á russiska liðnum í skíðlopi hava havt ein fund og einmælt samtykt at luttaka á leikunum undir neutralum flaggi, sigur Dubrovsky við Tass.

Somu boð koma eisini frá Alexander Zubkov, ið er forseti í russiska sambandinum fyri bobsletuaking.

Sjálvur er hann eitt av russisku ítróttafólkunum, ið vórðu avdúkað fyri doping undir OL í Sotji í 2014. Tá vann hann tvey gullheiðursmerki, sum hann síðan hevur verið noyddur at lata innaftur.

Zubkov hevur fyrr sagt, at hann heldur, at russisku ítróttafólkini eiga at fara til OL, eisini hóast tey ikki sleppa at luttaka undir russiskum flaggi.

- Vit eru í eini støðu, har vit skulu kappast uttan tjóðsang og flagg, men vit mugu vísa styrkina í russiskum ítrótti, segði hann herfyri.

Russisku ítróttafólkini, sum vilja kappast undir olympiska flagginum, skulu fyrst góðkennast av IOC, sum vil tryggja, at íðkararnir ikki hava verið partur av skipaða dopingsnýtinum í Russlandi, skrivar Ritzau.