Mynd: Fredrik Sandberg.









Svenska korvettin HMS Visby tekur lut í leitingini.

Russiskt skip við kavbátahangari við kós móti Svøríki

Hallur av Rana

22.10.2014 - 14:22

Tíðindi > Uttanlands - Norðurlond

Sviar eru enn ikki givnir at leita eftir einum kavbáti, ið teir meta hevur broti seg inn í teirra sjóøkið. Tvørturímóti segði tíðindaleiðarin í svensku verjuni, Dag Enander, at:

- Vit koyra á. Tað er buisness as usual.

Svenska blaði Expressen, skrivaði í nátt at eitt russiskt skip, Professor Logachev, hevur sett kós móti Svøríki og er í løtuni við suðurspíssin av Gotlandi.

Talan er um eitt skip, ið er ætla gransking, men tað hevur vakt ans, at tað hevur ein hangar umborð, ið er tilætla kavbátum.

Sambært Expressen so hava trý hollendsk hernaðarskip verið í hølunum á russiska skipinum í nátt, men hollendska verja afturvísur at teir jagstra russiska skipið.