Russiski bonkurin jublar eftir sigurin á Egyptalandi er veruleiki






(Mynd: EPA)

Russland basti Egyptalandi og Salah

Agnar Frederiksen

19.06.2018 - 21:01

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Egyptaland hevði knívin á barkanum í Skt.Pætursborg í kvøld. Um Egyptaland skuldi hava relisktiskan møguleika at spæla seg víðari, so skuldi ein sigur til ímóti russisku vertunum. Mo Salah var eisini vorðin til reiðar til dystin.

HM-fepurin vaks skjótt í Russlandi eftir knúsandi sigurin á Saudi Arabia í opningsdystinum. Stig í kvøld vildi so at siga tryggja Russland víðari luttøku.

Fyrri hálvleikur var ikki ríkur við málmøguleikum, og tað var málleyst, tá liðini fóru at hvíla seg.  Russland søkti meira at, men skapti ikki tað stóra. Hjá Egyptalandi var tað Salah, ið var mest vandamikil, hóast hann ikki var so nógv við í dystinum.

Tíðliga í 2.hálvleiki var stórur russiskur fagnaður. Liðformaðurin Ahmed Fathy gjørdi eitt klossut sjálvmál, og so var 1-0. Løtu seinni endaði eitt vælspælt álop við, at Denis Cheryshev setti bóltin í málið. 2-0 og Cheryshev er nú deildur toppskjútti í HM saman við Cristiano Ronaldo. Cheryshev og Dzuba vóru nýggir í byrjunaruppstillingini, og eins og ímóti Saudi Arabia skoraðu báðir. Tá stórur tími var farin økti stóri og sterki áleyparin við einum sera góðum málið. 

Nú var so at siga avgjørt, men tíggju minuttir seinni minkaði Egyptaland um munin við brotssparki. Hetta var dømt via VAR. Mohammed Salah skoraði trygt, og so birtist ein lítil vón hjá Salah og co. Kantspælarin varð annars væl pakkaður inn, og hansara lið spældi ikki nakran góðan dyst. Sigurin hjá Russlandi kom ongantíð av álvara í vanda, og tað endaði 3-1 til stóran fagnað í næststørsta býnum í heimsins størsta landið.

Russland - Egyptaland 3-1(0-0)

Í morgin kl.16.00 spæla Saudi Arabia og Uruguay. Um Uruguay fær stig er tað endaliga greitt, at Russland er víðari og Uruguay við 99 % vissu eisini. Uruguay er stórfavorittur til dystin.