"Tað er á tínum herðum", tykjast viðleikararnir hjá Mohammed Salah at siga (Mynd: EPA)

Russland - Egyptaland: Salah við frá byrjan

Agnar Frederiksen

19.06.2018 - 17:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Eftir tvey heldur yvirraskandi útrslit í bólki H er tað nú avgerandi dystur í bólki A á skránni.

Russland kann, við 99 % vissu, spæla seg víðari við einum sigri, og ein javnleikur ger eisini støðuna hjá vertunum sera góða. Egyptaland misti á stokkinum ímóti Uruguay, og tískil er stórt trýst á norðurafrikanska liðinum.

Góðu tíðindini hjá Egyptaland eru, at Mohammed Salah er tøkur aftur. Liverpool-leikarin gjørdist skaddur í Champions League-finaluni, og síðani hevur øksilin darvað so mikið, at Salah ikki hevur verið á vøllinum í HM-fyrireikingunum og í fyrsta dystinum ímóti Uruguay. Hansara hjávera kann fáa stóra ávirkan, og Eygptaland hevur tørv á hansara dygdum.

Russland byrjaði við knúsandi 5-0 sigri á Saudi Arabia. Spælið var ikki so bergtakandi, men tað vóru tey flestu av málunum. Russland er uttan Alan Dzagoev, ið tíverri noyddist úr við skaða í baklærinum ímóti Saudi Arabia. Skaðin heldur spælskiparan úti restin av kappingina. Hansara avloysari, Denis Cheryshev, skoraði tvey mál, og vinstrabeinti leikarin byrjar í dag. Tað ger sterki áleyparin Artyom Dzyuba eisini. Sterki áleyparin, ið kom inn og skoraði í opningsdystinum, avloysir Fyodor Smolov.

Vertirnir eru favorittar, men lagt er upp til ein spennandi dyst í Skt.Pætursborg. Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19.00, og kann síggast á TV2 og á heimasíðuni hjá KVF.