Frákoyrdi katalanski leiðarin, Carles Puigdemont (Mynd: EPA)

Russland royndi at ávirka valið í Katalonia

Ari av Rana

14.11.2017 - 14:48

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Spanska stjórnin sigur seg hava upplýsingar sum siga, at bólkar í Russlandi nýttu sosialar miðlar at spreiða villleiðandi upplýsingar, í samband við fólkaatkvøðuna um loysing í Katalonia.

Spanskir ministarir fortaldu uttanríkisráðinum í ES í gjár at propaganda átøk, við endamálið at gera Spania óstøðugt, komu úr Russlandi og Venesuela.

Tað er tó ikki vist at tað er russiska stjórnini, sum stendur handan propaganda átøkini.

Ein partur av propaganda átøkunum vóru yvirskriftir, sum m.a. søgdu at “Embætisfólk í ES stuðla bardagarnar í Katalonia” og at “Alheims maktir gera klárt til kríggj í Evropa” eftir at ófriðurin tók seg upp í Katalonia eftir fólkaatkvøðuna 1. oktober.

Fólkaatkvøðan førdi til eina politiska kreppu, har katalanska stjórnin var avtikin, og boð vóru givin um handtøku av fyrrverandi leiðarunum í Katalonia.