Tomas Bach, IOC-forseti (Mynd: EPA)

Russland útihýst frá olympisku leikunum




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.12.2017 - 07:30

Ítróttur > Ítróttur > Altjóða ítróttarkappingar

Altjóða oympiska nevndin, IOC, avgjørdi í gjár at útihýsa Russland frá olympisku vetrarleikunum, sum verða settir í suðurkoreanska býnum Pyeongchang um tveir mánaðir.

Tað upplýsti IOC á einum tíðindafundi í Lausanne í gjár.

Ítøkiliga merkir avgerðin, at russiska flaggið, búnin og tjóðsangurin eru bannað. Einstakir russiskir íðkarar kunnu tó luttaka, men tá tey vinna, verður olympiska eyðkennislagið spælt. Men tað verður undir heilt serligum krøvum.

Russisk ítróttafólk fáa einans loyvi til at vera við, um tey yvirhalda strangastu krøv til doping. Tað merkir, at tey ongantíð fyrr skulu hava verið dømd, klára allar royndir upp til leikirnar, og harumframt ganga við til allar treytir um royndir, sum IOC setir.

IOC hevur eisini bannað Vitaly Mutko frá Olympisku Leikunum í ævir. Hann er fyrrverandi ítróttamálaráðharri í Russlandi og nú varaforseti og stjóri í russiska fótbóltssambandinum. Og júst nú situr hann við ábyrgdini av at fyrireika HM 2018 í Russlandi.

Avgerðin hjá IOC fær tó ongar avleikðingar fyri komandi HM-kappingina í fótbólti, skrivar BBC. Altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, sigur við BBC, at avgerðin hjá IOC er tikin til eftirtektar, men at hon ikki fær avleiðingar.

Við avgerðini týsdagin, gongur IOC ikki somu leið, sum hon gjørdi í somu støðu í fjør undir summarleikunum í Rio, og skuldi taka støðu til um russisk ítróttafólk skuldu útihýsast.

Avgerðin tá var illa dámd av fleiri, teirra millum IOC-nevndarliminum Dick Pound. Hann er fyrrverandi forseti í altjóða antidopingstovninum, Wada, og forsprákari fyri at Russlandi skuldi útihýsast frá OL í Rio.

- Vit skuldu havt gjørt tað betri og ikki latið altjóða sersambondunum upp í hendur at gera av, hvørji ítróttafólk høvdu rætt at luttaka undir teirra egnu reglum í stríð við reglurnar hjá IOC, segði Dick Pound við BBC undan avgerðini í Lausanne í gjár.

Russland sat ofta sjálvt á odda fyri fleiri av sersambondunum. Tað skapti áhugamálsstríð, helt Dick Pound.

Í 2015 avdúkaði Wada í eini frágreiðing, at Russland hevur framt skipað snýt við doping. Tað fekk í fyrsta umfari altjóða sersambandið fyri frælsan ítrótt, IAAF, til at útiýsa Russland frá øllum altjóða frælsum ítrótti.

Gølan spjaddi seg til onnur ítróttafólk, men IOC valdi kortini ikki at útihýsa Russland sum tjóð frá summarleikunum í 2016.