Ruth Vang

Ruth Vang forkvinna í fíggjarnevndini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

30.09.2015 - 11:53

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Á tingfundinum í áðni boðaði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, frá, valbólkurin hjá samgonguni hevði peikað á Ruth Vang úr Framsókn at taka við formanssessinum í fíggjarnevdini, meðan Sonja Jógvansdóttir verður varalimur.

Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø høvdu hug at muta ímóti, men Páll á Reynatúgvu vísti til eitt tilmæli frá umsitingini og helt fast við avgerðina.

Andstøðutinglimirnir vístu á, at hetta var at broyta greiðar mannagongdir í nevndarvalum.

Andstøðan ynskti at hava val av nevndarsessum aftur til næsta tingfund, og tað verður so gjørt.

Neyðugt varð at finna nýggjan formann í fíggjarnevndini, eftir at Annika Olsen trekti seg aftur í fór í farloyvi frá tinginum.