Rýmdi fangin svav í einum fjósi ínátt

Tíðindaskriv

20.04.2017 - 09:39

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Umleið kl. 08:20 boðaði ein løgreglueind frá, at við hjálp frá lokalum borgarum, høvdu teir handtikið tann eftirlýsta persónin í Kaldbak. Maðurin var væl fyri, eftir at hava søkt sær skjól í einum fjósi í nátt. Hann verður nú avhoyrdur á politistøðini í Havn.

Talan er um ein 37- ára gamlan mann ið er dømdur fyri vápnað heimarán í Danmark. Í eini roynd er maðurin sendur til Føroyar, har ætlanin var at hann skuldi sita í Varðhaldinum í nakrar mánaðir.

Tað var í gjár umleið kl. 17:15, at løgreglan fekk boðini frá Arrestini í Mjørkadali um, at ein fangi var rýmdur. Løgreglan setti eina leiting í verk stutt eftir, og leitað hevur veri við m.a. hjálp frá servandum løgregluhundum í umráðnum við Mjørkadal, Kaldbaksbotn og í haganum eystur móti Kaldbak. Leitingin bleiv steðgað umleið kl. 23 ói gjárkvøldið, og var hildið áfram í lýsingini í morgun.

Løgreglan takkar fyri áhugan og hjálpina ið var veitt fyri at finna tann eftirlýsta mannin.

Tíðindaskriv frá Færøernes Politi