Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Sæð grind eystur úr Porkerisnesi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

19.06.2018 - 22:00

Tíðindi > Samfelag & politikkur > Grind

- Vit hava fingið eina fráboðan um at ein størri bátur, sum var á veg til fiskiskap, hevði sæð eina grind 4 fjórðingar eystur úr Porkerisnesi.

Tað upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni, fyrri Portalinum í kvøld.

Bátar eru nú farnir út at vita um teir finna hana aftur. Tað er ljóst alla náttina, og veðrið er batnandi, so um hon verður funnin skuldi ligið væl fyri.

Tað er ringt at siga hvar grindin verður rikin, um so er at hon verður funnin, men tað er mest sannlíkt at tað verður á Vág, upplýsir Jaspur Vang, sýslumaður.