(Mynd: Jørgen Niclasen)

Sært tú eisini eina kvinnu í kjóla á myndini?


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

17.02.2017 - 16:37

Mentan >

Síðsta fríggjadag legði Jørgen Niclasen eina mynd út á Facebook. Talan er um eina sera vakra mynd og tað vísa afturmeldingarnar eisini. Næstan 700 fólk hava trýst á dáma.

Men talan er ikki bara um eina vakra mynd, men eisini eina sera sjálvtsama mynd. Í bjarta sólarljósinum, sum treingir seg gjøgnum skýggini, eru fleiri, sum síggja eina kvinnu í kjóla ella eitt barn. Tað kann vera ymiskt hvat eygað sær.

“Maria Moy” vil onkur vera við.

Myndin er tikin á Giljanesi og tað er Skopunarfjørður, sum er at síggja.