Mynd: Heri Joensen

Sætta undankappingin hjá U21 byrjar í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

08.06.2017 - 09:50

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ùtidysturin í Litava í dag er fyrsti dysturin hjá Føroyum í undankappingini til EM 2019 fyri U21 landslið.

Síðani føroyska U21 landsliðið spældi fyrsta dystin fyri tíggju árum síðani, hevur liðið fingið fleiri sera flott úrslit. Besta undankappingin var til EM 2011, har føroyingar fingu heili 11 stig.

Ì seinastu undankapping var talan um minstu stigúrtøkuna hjá U21 nakrantíð. Tá fekk Føroyar 1 stig. Tá var Eli Hentze hjálparvenjari hjá Bill McLeod Jacobsen, ið takkaði fyri seg eftir undankappingina. Nú stendur Eli við evstu ábyrgd. Ì gjár segði hann við portal.fo, at seinasta undankapping á ein hátt var sum ein fyrireiking til hesa undankappingina. Nógvir av leikarunum ið vóru við seinastu undankapping, hava eisini aldur at luttaka hesuferð og teir eru sostatt meira royndir nú.

Umframt Litava, so eru Føroyar í bólki saman við Danmark, Finnlandi, Georgia og Póllandi

Dysturin í dag byrjar kl.16.00 føroyska tíð, og hann kann stroymast við stroymingartænastuni hjá FSF.