Mynd: EPA

Sagan vann spennandi endaspurt

Sverri Egholm

13.07.2016 - 16:03

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Eftir ein hvíludag fyrradagin er Tour de France veruliga í gongd aftur. Teinurin í dag, nummar ellivu í røðini, var 162 kilometrar langur frá og var frá Carcassonne til Montpeiler. Teinurin átti at verið eitt paradís fyri spurtarar, tí talan er um ein slattan tein.

Veðrið ávirkaði nakað teinin í dag, tí orsaka av nógvum vindi vóru tað fleiri súkklarar, sum fóru um koll og av vegnum tíðliga á túrinum.

Tað var seint á teinum at Froome, Bodnar, Sagan og Thomas fóru frá feltinum og øktu um munin. Og tað gjørdist alsamt meira spennandi, tí Froome tóktist sum stigtakari í rýmingini. Men til síðst fór Sagan framvið Froome og var fyrstur um mállinjuna. Næstur á mál var Froome í gulu troyggjuni.

Høvuðsbólkurin kom buldrandi um mállinjuna eini fimm sekund aftaná teir fyrstu. Sagan var fyrstur á mál aðru ferð í Tour de France í summar.