Savnsmynd: Sverri Egholm

Sakførarin: - Persónar vildu fella Bjarna orsakað av fiskivinnunýskipanini

Ari av Rana

12.03.2018 - 13:53

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Jógvan Páll Lassen, sakførarin hjá Bjarna Hammer, er vísur í, at eingin disiplinersak verður í málinum.

Sakførarin sigur, at málið er liðugt fyri teirra viðkomandi.

- Málið er liðugt nú. Tað sum Sosialurin blásti upp, har var einki aftanfyri, og nú royna tey at halda gongd í søguni við, at nú skal disiplinersak verða. Men tað verður heldur eingin disiplinersak, tí her er einki disiplinert farið fram, sigur Jógvan Páll Lassen við Kringvarpið.

Jógvan Páll Lassen sigur, at málið byrjar við, at persónar vilja fella Bjarna Hammer, fyri hansara politisku sannføring um fiskivinnunýskipanina.