Sakna fleiri fólk eftir flóðalduna í Nuugaatsiaq

Ingi Samuelsen

18.06.2017 - 13:31

Tíðindi > Tíðindi > Grønland

Óttast verður fyri, at fýra fólk í Nuugaatsiaq hava latið lív eftir flóðalduna, sum rakti bygdina í nátt. Tey vóru í einum húsum, ið vórðu skolað til havs.

Tilsamans eru 23 fólk framvsgis saknað, men grønlendska løgreglan sigur, at tey kunnu vera á einum tryggum stað, ella kunnu vera burtur í feriu.

Hinir 78 íbúgvarnir í bygdini eru førd til Uummannaq, skrivar blaðið Sermitsiaq.

11 hús í Nuugaatsiaq eru oyðiløgd – fleiri av teimum eru skolað til havs. Ongin streymur er í bygdini, tí elverkið er eitt av húsunum, ið er rakt.

Grønlendski politiovastin, Bjørn Tegner Bay, sigur við blaðið, at hendingin hevur verið ógvuslig fyri íbúgvarnar á staðnum, og at tey nú fara at veita íbúgvunum sálarfrøðihjálp.

Í Uummannaq eru flóðalduávaringarnar nú avblástar, men fólk verða biðin um at lurta eftir ávaringarlúðrinum, um so er at eftirskjálvtar koma.