(Mynd: EPA)

- Salah líkist einum yvirgangsmanni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.03.2018 - 22:05

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ein egyptiskur tíðindamaður er komin í andglettin eftir at hann skrivaði grein fyri egyptiska statsmiðilinum Al-Ahram, har hann segði, at Liverpool leikarin Mohamed Salah líkist einum yvirgangsmanni.

Tíðindamaðurin skrivaði, at Mohamed Salah, sum sjálvur er egypti, eigur at raka sær, tí at skegg hansara “koyrir hann í somu kurv sum ekstremistar.. og yvirgangsmenn”.

Fjepparar blivu í øðini og løgdu eftir tíðindamanninum á sosialu miðlunum, har tey søgdu, at skegg er eitt persónligt val, og at fólk ikki eiga at verða dømd eftir teirra útsjónd.

Salah er sera kendur og vældámdur í heimlandinum, serliga eftir at hann í oktober skoraði málini, sum tryggjaðu Egyptalandi luttøku í HM í summar. Tað er fyrstu ferð síðani 1990 at Egyptaland luttekur í HM.