Mohammed Salah, viðleikarar og Anfield fegnast eftir 1-0 málið. Heili sjey mál vórðu skoraði í fyrru hálvfinaluni í kvøld (Mynd: EPA)

Salah og Liverpool á veg í finaluna

Agnar Frederiksen

24.04.2018 - 20:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í Roma angra tey seg helst um, at Mohammed Salah varð seldur til Liverpool undan kappingarbyrjan. Egyptiski kongurin, sum hann verður nevndur millum Liverpool-fjepparar, var flúgvandi í kvøld. Tvey fantastisk mál og tvey sera góð upplegg í einum framúr avriki hjá Liverpool.

Í fyrru hálvfinaluni á Anfield vórðu Roma úrlatnir. Liðini, serliga Liverpool, góvu undirhald fyri allar pengarnar. Eitt sera larmandi Anfield var við til at skapa sera góðar karmar fyri einum stórum evropeiskum kvøldið, har Klopp, Salah og co. vunnu 5-2.

Bæði liðini høvdu allarflestu av føstu leikarunum tøkar. Liverpool stillaði í sínari vanligari 4-3-3 uppstilling, meðan Roma byrjaði við einari 3-5-2(5-3-2) leikskipan, har verjuketan var høg. Alex Oxlade-Chamberlain hevur spælt sera væl á miðvøllinum hjá Liverpool seinastu mánaðirnar, men eftir eitt korter í dag fór hann út við børu. Eftir at hann fór í eina takkling, fekk hann ein knæskaða, ið kann vera álvarsligur.

Í bryjanini av dystinum varð útiliðið als ikki blást umkoll. Roma spældi klókt, og lat ikki Liverpool koma til tað stóra teir fyrstu 25 minuttirnar, fyriuttan ein stóran møguleika til Saido Mané. Vinstri bakkurin hjá Roma, Aleksandar Kolarov, hevði eisini eitt langskot, ið rakti yvirleggjarin, har Loris Karius var nær við at hjálpa at fáa bóltin inn í málið.

Men tá heimaliðið av álvara kom í gongd, so var tað klassamunur, og í ein hálvan tíma var so at siga bert eitt lið á vøllinum. Innan fáar minuttir skapti Liverpool nógvar stórar møguleikar, har Mané aftur átti tann størsta. Tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, vann Liverpool bóltin mitt á Roma-hálvuni. Salah fekk bóltin, og staddur stutt inni í brotsteiginum til høgru, sendi hann bóltin í longra hjørnið umvegis yvirleggjaran – eitt frálíkt mál. Roma var um ein háls, og í yvirtíðini økti Liverpool og Salah. Ein ógvuliga skjót umstilling endaði við at Salah, ið fekk eina sending frá Roberto Firmino, hegnisliga lyfti bóltin uppum framstormandi málverjan, Allison. Her sást vandin við høgu verjuketuni hjá útiliðnum. 2-0 í hálvleikinum, og Roma av álvara í trupulleikum.

Trupulleikarnir hjá italienska liðnum gjørdist bara størri eftir stegðin. Liverpool var av álvara í hopla, heimaliðið søkti fleiri mál, og tíggju minuttir inn í 2.hálvleik varð Salah sendir avstað. Hann hevði eina rúgvu av plássi, tá hann kom inn í brotsteigin frá høgru, og hann kundi róliga senda bóltin fyri føturnar á Mané, ið hesaferð var tryggur. Anfield kókaði av álvara, og fimm minuttir seinni gjørdist veruleikin søtari, tá egyptiski kantspælarin, ið gjørdi júst tað ið passaði honum, kom oman ímóti baklinjuni og legðii bóltin inn í málteigin, har Firmino setti seinasta fótin á.

Útiliðið megnaði als ikki at fylgja við leikferðini hjá aggresiva heimaliðnum, og uppgerðin sá út til at verða púra avgjørd um miðjan 2.hálvleik, tá Firmino púra ótarnaður kundi stúta eitt horna frá James Milner í málið. Eins og Salah so skoraði brasilianski áleyparin tvey mál og legði upp til tvey. Ein framúr dystur hjá Firmino. Hann hevur nú skorað 10 mál í Champions League. Tað hevur Salah eisini, og Mané er uppi á átta málum.

Í 74.minutti varð Salah útskiftur, og um hetta mundið fór luftin eitt sindur úr ballónini hjá liðnum hjá Klopp. Roma kom betri við aftur, og tíggju minuttir fyri tíð minkaði Eden Dzeko um munin. Áleyparin tók bóltin sera væl niður við bringuni eftir eina høga sending, og setti bóltin kaldliga í málið. Fimm minuttir seinni var brotsspark, tá eitt skot rakti Milner í armin. Innskifti Diego Perotti setti bóltin trygt í málið, og ein lítlil vón tendraðist hjá Roma.

Útiliðið fekk ikki minkað meira um munin. Eftir at hava verið fullkomiliga knøunum í hálvan tíma fekk Roma skapt sær eitt líknandi útgangspunkt sum undan heimadystinum ímóti Barcelona. Men trý mál skulu innheintast, og Liverpool kann neyvan haldast burtur frá at skora. Klopp hevði aftur í kvøld sett hansara lið rætt upp til uppgávuna, og enska liðið hevur væl og virðiliga eitt bein í finaluni. Nú skal arbeiði gerast liðugt í Rom um átta dagar.

Liverpool - Roma 5-2(2-0)

Í morgin spæla Bayern og Real Madrid fyrru hálvfinaluna í Munchen.