Mynd: EPA

Salah verður klárur til dystin móti Russlandi

Ari av Rana

18.06.2018 - 16:26

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í morgin verður ein av heimsins bestu fótbóltsleikarum at síggja á vøllinum í Russlandi. Egyptaland boðar frá, at Mohamed Salah verður klárur til at møta Russlandi í Sankta Pætursborg.

Salah hevur verið skaddur síðani Champions League finaluna móti Real Madrid, har hann meislaði sær økslina.

- Salah luttók í allar venjingini saman við sínum liðfeløgum, og hann sambært tekniska starvsliðinum klárur at spæla ímóti Russlandi, sigur Ihab Leheta, liðleiðari hjá Egyptalandi.

Salah kundi havt spælt móti Uruguay, men venjarin, Hector Cuper, vildi ikki seta í váða at Salah gjørdist skaddur aftur. Týdningarmiklari var at hava hann kláran til dystirnar móti Russlandi og Saudi Arabia, skrivar TV2.