Salma Hayek (Mynd: EPA)

Salma Hayek: Weinstein hótti við at drepa meg

Ari av Rana

14.12.2017 - 10:42

Mentan > List > Filmslist

Harvey Weinstein eigur tann ivasama heiður at verða tann persónurin, sum setti #Metoo-bylgjuna í gongd. Tað vóru ákærur móti filmsframleiðaranum um kynsligan ágang, sum setti rákið í gongd, sum milliónir av fólki síðani hava brúkt at vísa, at tey eisini hava verið út fyri kynsligum ágangi.

Nú fortelur ein av heilt stóru stjørnunum í Hollywood, meksikanska Salma Hayek, um sínar ræðuligu upplivingar við Weinstein.

Salma Hayek bleiv í 2002 ein av teimum tilnevndu til ein Oscar, fyri sín leiklut í filminum Frida. Filmurin handlar um meksikanska málaran Frida Kahlo, og Hayek hevði høvuðsleiklutin.

Hayek fortelur, at tað mundi gingið galið undir upptøkunum, og at hon er vís í, at hevði hon ikki verið vinur við Robert Rodriguez, sum var leikstjóri, Elizabeth Avellan, filmsframleiðara, Quentin Tarantino og George Clooney, so hevði hon heilt víst verið neyðtikin, skrivar hon í The New York Times.

Salma Hayek hevði í langa tíð ynskt at gera filmin um Frida Kahlo, og hon stríddist sjálv at fáa Weinstein at framleiða filmin. Men hon misti alla virðing fyri Weinstein undir upptøkunum, tí at hann umaftur og umaftur royndi at fáa hana at hava kynsliga nærveru við seg.

- Hann hataði at mann segði nei, og eg mátti umaftur og umaftur nokta honum at koma inn á kamari hjá mær, nokta honum at koma í bað saman við mær, nokta honum at hyggja meðan eg var í bað o.s.fr., sigur Salma Hayek.

Listin, sum Salma Hayek ramsar upp um tað, sum Weinstein vildi hana at gera er langur og grovur, og tá Salma Hayek bleiv við at avvísa hann, hótti Weinstein við at drepa meksikanska sjónleikaran.

Weinstein fekk eisini kravt, at Salma Hayek skuldi verða saman við eini aðrari kvinnu í filminum. Til endans bukkaði Hayek undir kravinum, og hon og Ashley Judd vóru saman í filminum. Grundin var, sambært Hayek, eingin onnur enn at Weinstein vildi síggja tær báðar naknar saman.

Filmurin varð tilnevndur seks Oscars, millum annað besta kvinnuliga høvuðsleiklut, har Salma Hayek spældi Frida, og vann tveir Oscars.