Hetjan hjá suðuroyingum í dag, Salmundur Bech, fegnast um 2-1 sigurin á KÍ í steyakappingini
(Mynd: Bjartur Vest/Savnsmynd)

Salmundur Bech: Hatta var bara ótrúliga deiligt

Agnar Frederiksen

25.04.2018 - 17:43

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

TB/FCS/Royn gjørdist í dag fyrsta liðið, sum vinnur á KÍ í ár. Sigurin kom á heimavølli í fyrsta umfarið í kappingini um Løgmanssteypið.

Eftir at Páll A.Klettskarð legði KÍ á odda tíðliga, svaraði suðroyingarnir aftur. Tvær ferðir sló Salmundur Bech til, og tryggjaði heimaliðnum ein 2-1 sigur. Tvífaldi málskjúttin lýsir dystin soleiðis:

- Vit fingu eina torføra byrjan uppá kampin, tá ið vit enn einaferð lata eitt mál inn uppá deyðbólt. Men tað gjørdi kanska tað, at vit fóru frá at vera defensivt innstillaðir til at søkja møguleikarnar eitt sindur meira, hóast vit framvegis lógu djúpt. Og man má siga, at tað lukkaðist hjá okkum.

TB/FCS/Royn hevur 3 stig í Betri-deildini eftir sjey umfør. Stigini komu í Sørvági í 2.umfarið, tá suðroyingar fóru heimaftur við sigirnum. Stefan Radosavljevic skeyt bæði málini í sigrinum, og bæði vórðu skoraði uppá brotsspark. Undan dystinum í dag, vóru hetta einastu málini, ið TB/FC/Royn, so tað var ein lætti í dag, hjá Salmundi og hinum:

- Tað er fantastiskt endiliga at fáa hol á málskjótingina. Vit hava brent møguleikar í hópatali í undanfarnu dystunum, so hatta var bara ótrúliga deiligt.

Salmundur staðfestir, at sigurin hevur nógv at siga fyri felgasliðið í steypakappingini – serliga tá hann kom ímóti oddalinum í Betri-deildini:

- Tað hevur nógv at siga fyri okkum at vinna á KÍ. Stigatalvan í landskappingini lýgur ikki, so at vinna ímóti KÍ vísur, at vit kunnu vinna á øllum liðunum, so leingi vit halda okkum til avtalurnar og arbeiða hart.