Sam Allardyce er farin frá sum Everton venjari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

16.05.2018 - 14:42

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Everton boðaði í morgun frá á heimasíðu felagsins, at Sam Allardyce er farin frá sum venjari. Sam allardyce gjørdist venjari hjá felagnum úr Liverpool 30. November 2017, hóast hann var steðgaður við síni yrkisleið sum venjari.

Everton varð á 13. plássi, tá Allardyce tók við sum venjari, men hóast liðið ikki tapti nakran av fyrstu sjey dystunum eftir at hann gjørdist venjari, megnaði hann aldrin at vinna tokka millum fjeppararnar.

Everton brúkti nógvar pengar í fjør summar, og væntað varð, at felagið fór at kappast um at bróta inn millum “tey stóru seks”. Men Everton endaði á 8. plássi, fjeppararnir vóru ónøgdir við mátan liðið spældi, og endaði hetta tí við at Sam Allardyce fór frá sum venjari í morgun.

Fyrstu favorittarnir at standa á odda fyri Everton tá komandi kappingarár verður skotið í gongd eru Marco Silva, sum Everton royndi at fáa fatur í áðrenn teir settu Sam Allardyce, Paulo Fonseca, Louis Van Gaal og Sam Allardyce sjálvur.