Katrin Kallsberg er ein av nývaldu kvinnunum á tingi

Sama kynsbýti í Løgtinginum

Ingi Samuelsen

02.09.2015 - 07:25

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

23 mans og 10 kvinnur vórðu valdar inn á løgting á løgtingsvalinum í fjør. Tað er nett tað sama býtið millum kyninu, sum vóru vald á ting fyri fýra árum síðani.

Sostatt koma 10 kvinnur at sita í tinginum komandi valskeiði, um so er at hetta tal ikki broytist eftir at landsstýrið er mannað.

Eins og seinast eru tað tríggir flokkar, sum ikki hava kvinnuliga umboðan. Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin eru framhaldandi einans umboðað av monnum. Hesaferð verður Sambandsflokkurin eisini reint mannligur, meðan tað seinast var Framsókn.

Eins og seinast hava kvinnurnar meirilutan í Tjóðveldinum. Hesaferð eru tjóðveldisfólkini 4 kvinnur og tríggir menn, seinast var lutfallið 2-4.

Tær 10 kvinnurnar, sum nú sita í løgtinginum eru:
A: Annika Olsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir
C: Sonja Jógvansdóttir, Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Dam
E: Sirið Stenberg, Kristina Háfoss, Annita á Fríðriksmørk og Katrin Kallsberg
F: Hanna Jensen