HB var at enda omaná við Løkin, eftir at Petur Knudsen og NSÍ annars komu á odda tíðliga. HB hevur eina sera góða gongd, og er væl við í FM-stríðnum. (Mynd: Jens Kr.Vang)

Samandráttur: Høvuðsstaðarliðini sigraðu

Agnar Frederiksen

15.04.2018 - 19:10

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Triðja dystin á rað vann HB á útivølli. Kappingarneytarnir NSÍ vórðu skúgvaðir til viks í Runavík í dag, og samstundis tók Skála stig frá KÍ hinumegin fjørðin. B36 greiddi sína skyldu í Sørvági, meðan AB fekk trý sera kærkomin stig við norður um Suðuroyarfjørð. Á Eiði komu tvey sein mál; eitt til hvørt liðið.

Eftir 6. umfar í Betri-deildini sær topp-fimm út, sum vit hava sæð tað seinnu árini. KÍ og HB skilja seg út sum fremstu FM-biðlarnir í løtuni. EB/Streymur er beint uttanfyri topp-fimm og bjóðar av, meðan Skála heldur ikki er so langt burtur.

Úrslitini eftir dystirnar í dag:   

NSÍ - HB 1-2 (1-1)
Pól Jóhannus Justinussen 1-0
Símun Samuelsen 1-1
Tróndur Jensen 1-2

Skála - KÍ 0-0

TB/FCS/Royn - AB 0-1 (0-1)
Bjarki Nielsen 0-1

EB/Streymur - Víkingur 1-1 (0-0)
Magnus Heinason 0-1
Fríði Kruse Johansen 1-1

07 Vestur - B36 0-3 (0-3)
Kaimar Saag 0-1
Erlendur Magnusson 0-2
Oddmar Færø 0-3


Tað er sera gott lag í HB-leguni, eftir at enn ein útisigur er komin í hús. Hesaferð fekk HB trý stig við Løkin, ið má metast at vera ein sera góður sigur hjá havnarmonnum. NSÍ byrjaði annars betri, tá Pól Jóhannus Justinussen stútaði horna frá Peturi Knudsen í málið eftir tíggju minuttir. HB skuldi brúka eina løtu til at koma inn í dystin, men tíggju minuttir fyri hálvleik bjóðaði Teit Jacobsen av í høgru síðu, legði bóltin væl innfyri, har Símun Samuelsen setti fótin á, og so var 1-1.

Tað var javnleikur í hálvleikinum, og tað leikaði javnt á og var intenst í 2. hálvleiki. Tað var heimaliðið, ið søkti meira at og hevði onkrar vandamiklar støður. Men tað var HB, ið streyk avstað við sigrinum. Tríggjar minuttir áðrenn vanliga leiktíðin var farin, kom bólturin heldur tilvildarliga til Trónd Jensen, ið var staddur stutt inni í brotsteiginum. Miðvallarin fekk tamarhald á bóltin, og legði hann hegnisliga og elegant í longra hornið. NSÍ royndi at trýsta, men tað endaði 2-1, og liðið hjá Heimiri Guðjónssyni er nú ósigrað seinastu fimm umførini. HB hevur reist seg síðani 3-0 tapið fyri KÍ í 1. umfarið, og bjóðar nú klaksvíkingum av álvara av. NSÍ tapti fyri aðru ferð í ár á heimavølli, og misti eit fet í oddastríðnum.

Skála gjørdist í dag fyrsta liðið, ið tók stig frá KÍ í hesum kappingarárinum. Liðini spældu málleysan javnleik í mjørkanum á Skála, har KÍ hevði yvirvágina, men ikki megnaði at umseta hana til mál. Tað hendi ikki nógv fyrstu løtuna, men sum hálvleikurin leið, fekk KÍ lagt eitt trýst á málið hjá Skála. Har komu eisini nakrar vandamiklar støður, men tað var 0-0, tá liðini fóru til hálvleiks.

Skála-liðið var sera hartarbeiðandi, og gav ikki nógv burtur ímóti klaksvíkingunum. Tað var ikki nógv sum Skála kom við frameftir vøllinum. Heimaliðið hugsavnaði seg um at standa væl, og Ólavur Mikkelsen og Ahmed Mujdragic, ið aftur vóru ímillum teir fyrstu ellivu, vóru við til at gera liðið meira kompakt. Skála kom tó til nakrar støður, tá KÍ legði meira fyri í álopspartinum. Størsta møguleikan hevði útiliðið tó, tá Páll Klettskarð stútaði bóltin á stongina. Jákup B. Andreasen og Hjalgrím Elttør, ið hósdagin vóru við til at venda dystinum í Sørvági, komu aftur í dag inn, men klaksvíkingar fingu ikki hálað sigurin heim hesaferð. Ein inntensur dystur á Skála, og eitt gott stig hjá heimaliðnum. KÍ liggur framvegis sera væl fyri í oddinum.

Argjamenn eru á veg norður við Smyrli við trimum stigum. Dysturin í Trongisvági í dag var mettur at verða ein lykladystur í botnstríðnum, og við einum sigri hevur AB nú lyft seg upp á 5 stig. Tað kom bert tað
 eina málið við Stóra í einum dysti uttan nógvar málmøguleikar. Eins og ímóti Víkingi so var tað toppskjúttin í 1. deild í fjør, 19-ára gamli Bjarki C. Nielsen, ið skoraði fyri AB. Hann gjørdist eisini matchvinnari. Tað gjørdist aftur í dag greitt, at TB/FCS/Royn hevur sera trupult við at skora mál. Suðuroyingarnir hava ikki skorað í opnum spæli í ár; tvey mál uppá brotsspark í Sørvági eru einastu málini hjá Glenn Ståhl og hansara monnum, ið nú eru undir niðurflytingarstrikuni.  


Hóskvøldið avgjørdi B36 heimadystin ímóti TB/FCS/Royn í yvirtíðini. Í dag lukkaðu menninir hjá Jákupi Á Borg dystin í fyrra hálvleiki í Sørvági. Trý mál innan 15 minuttir tryggjaðu B36 ein 3-0 sigur á 07 Vestur. Fyri fyrstu ferð í ár var Meinhard E. Olsen ikki á máltalvuni hjá B36, men estiski áleyparin, Kaimar Saag, skoraði sítt 2. mál í kappingarárinum. Tað var hann sum fekk hol á eftir 25 minuttir. Heimaliðið megnaði ikki at gera dystin spennandi í 2. hálvleiki, og liðið hjá Paula Poulsen hevur nógv at arbeiða við, meðan B36 nú er væl við í topp-fýra stríðnum.

Í Hólmanum komu málini seint, tá  
EB/Streymur aftur spældi  javnt ímóti einum topp-fimm liðið. Tað vóru føroyameistararnir ið høvdu flest vandamiklar støður og møguleikar, men heimaliðið smæddist als ikki burtur. Tað líktist tó leingi einum málleysum javnleiki, men tá tíggju minuttir vóru eftir legði debutanturin Magnus Heinason Víking á odda. Áleyparin, ið hevur skorað fýra mál í 1. deild í ár, var júst komin inn, og sá út til at gerast matchvinnari. Men so javnaði ein annar ungur leikari. Innskifti Fríði Kruse Johansen sló til í 89. minutti, og syrgdi fyri at heimaliðið fekk eitt stig. Ein dýrur stigamissur hjá Víkingi, ið kundi verið komið tættari oddinum. 

Støðan eftir 6 umfør:

1. KÍ 16 stig
2. HB 13 stig
3. NSÍ 10 stig
4. Víkingur 10 stig
5. B36 10 stig
6. EB/Streymur 9 stig
7. Skála 7 stig
8. AB 5 stig
9. TB/FCS/Royn 3 stig
10. 07 Vestur 1 stig