Tveir av málskjúttunum hjá KÍ í 3-0 sigrinum í Gundadali, Páll A. Klettskarð og Boris Dosljak.
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Samandráttur: KÍ og NSÍ vunnu góðar útisigrar - B36 skuffaði á Eiði

Agnar Frederiksen

11.03.2018 - 17:40

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrsta umfar í Betri-deildini hjá monnum er nú farið afturum. Mest yvirraskandi úrsliti var at EB/Streymur vann á B36, meðan tveir av favorittunum til FM vunnu greiðar útisigrar. Føroyameistarin vann tepurt á heimavølli, meðan tveir av liðunum, ið helst verða í niðurflytingarstríðið

Í Gundadali hittust arvafíggindarnir HB og KÍ, og lagt var upp til eitt brak tíðliga á árinum. Men KÍ vísti, at har er ein munur á liðunum, og vann 3-0. Sigurin var ikki eitt mál ov lítil, og klaksvíkingar vístu hví teir verða roknaðir sum ein av fremstu Fm-biðlunum. Hjá HB var tað ein smeitur, at miðverjin Bartal Wardum ikki var við, og nýggji íslendski miðvallarin Brynjar Hlöðversson,heldur ikki var tøkur.

Heimaliðið hevði bóltin meira í byrjanuni, men tað leikaði tó javnt á. KÍ kom á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Semir Hadzibulic legði bóltin inn úr høgru, og har var Boris Dosljak, ið hegnisliga tók bóltin niður og setti hann sera væl upp í longra málhorn. Nú fekk KÍ veruliga viðvind, og legði trýst á HB- málið. Klaksvíkingar raktu bæði stongina og tvørtræðið. Men hóast HB var nokso heppið, at tað bert stóð 1-0, so komu havnarmenn betri við fyri hálvleik, og høvdu eisini ein stóran møguleika at javna.

Fyrstu løtuna av 2.hálvleiki royndi HB at trýsta, men KÍ-liðið var generelt sera væl skipað og avgjørdi dystin tá ein hálvur tími var eftir. Fyrst stútaði Semir bóltin í málið eftir gott horna frá Ronni Møller-Iversen, og í samband við næsta hornasparkið, tveir minuttir seinni, kom bólturin innaftur i brotssteigin, og har setti liðformaðurin Páll A. Klettskarð bóltin í málið. Eftir hetta doyði dysturin eitt sindur út; HB hevði sera trupult við at skapa nakað, og KÍ vann trygt og uppiborið 3-0. Klaksvíkingar hava tað ofta trupult í Gundadali, men í dag var ikki nakar sligur í valsinum hjá klaksvíkingum, ið millum annað høvdu ein 16-ára gamlan debutant, Óla Eyðsteinsson Poulsen, á vinstra bakki.  

Í Norðagøtu var Skála á vitjan. Skálamenn góvu føroyameistarunum ein skarpan gang, men heimaliðið hálaði ein tepran sigur heim. Tað var málleyst í hálvleikinum í Sarpugerði. Skála fekk tó ein gyltan møguleika, tá ein hálvur tími varð leiktur, men Elias Rasmussen vísti enn einaferð, at hann er dugnaligur til at bjarga brotsspørk, tá hann bjargaði royndini frá Pæturi Dam Jacobsen. Adeshina Lawal legði Víking á odda um tíman, tá hann stútaði bóltin í málið. Skála legði nógv fyri at javna, men heimaliðið helt fast, og byrjar harvið árið væl við trimum stigum. Fyri Skála er tað ein dyggur smeitur, at sterki serbiski miðverjin, Ahmed Mujdragic noyddist av vøllinum við knæskaða. Tað ljóðar, at talan møguliga er um eitt slitið krossband.

NSÍ er á veg norð um Suðuroyðarfjørð við einum frálíkum úrsliti. Ein av FM-favorittunum vann 4-0 við Stóra á TB/FCS/Royn. Tað var nokso nógvur vindur í Trongisvági, har Klæmint A. Olsen enn einaferð vísti, hví hann er so vandamikil. Hann skoraði tvey mál við stuttum millumbilið í fyrra hálvleiki, og sendi harvið NSÍ á sigurskós í Trongisvági. Tað var 2-0 í hálvleikinum, og suðuroyingar megnaðu ikki at koma innaftur í dystin. Ístaðin var tað NSÍ, sum økti um munin. Tað var miðvallarin Betuel Hansen, sum skoraði til 3-0 um miðjan 2.hálvleik, og heilt ímóti endanum staðfesti Petur Knudsen sigurin. Ein sannførandi 4-0 sigur hjá NSÍ í Trongisvági, har flestu liðini høvdu tað trupult í fjør. Nú skal felagsliðið, við Glenn Ståhl á odda, reisa seg til leygardagin, tá leiðin gongur norður um fjør  

EB/Streymur fekk eina sera góða byrjan í nýggja heimavøllinum í Hólmanum. Felagsliðið sendi yvirraskandi B36 heim við einum 3-2 tapið. Heimaliðið var millum annað uttan royndu leikararnar, Marna Djurhuus og Hans Pauli Samuelsen og leikbannaða Ari Ó. Ellingsgaard.  B36 var omaná í fyrra hálvleiki á Eiði, og fekk eisini lagt seg á odda, tá Meinhard E.Olsen skoraði eftir 25.minuttir. Hóast stóru yvirvágina hjá B36, so var hetta var einasta málið í fyrra hálvleiki. Men beint eftir hálvleik kom av álvara gongd á málskjótingina í Hólmanum. Fyrst javnaði liðformaðurin hjá EB/Streymi, Rógvi Egiltoft Nielsen. Tíggju minuttir inn í 2.hálvleik skoraði innskifti  Jónstein Magnussen við beinleiðis frísparki, og so var 2-1 og alt vent á høvdið. Men stutt eftir hetta javnaði nýggi estiski áleyparin hjá Kaimar Saag. Dysturin livdi nú av álvara. Tað var Ragnar B.Danielsen ið  trygt umsetti brotsspark til mál.  3-2 gjørdist endaliga úrslitið, og hetta má vera eitt stórt vónbrot fyri B36. 

Á Argjum hittust AB og 07 Vestur. Talan var um ein dyst, ið kundi gerast ein lykladystur tíðliga í kappingarárinum. Uppflytarin skuldi royna seg ímóti liðnum sum endaði nummar níggju í fjør. Hjá 07 Vestur høvdu nýggju útlendingarnir fingið neyðugu loyvini uppá pláss, og vóru báðir við frá byrjan. Tað var Gilli Samuelsen, ið er leigaður úr B36, ið legði vágamenn á odda eftir ein hálvan tíma. AB skuldi nú av álvara fram á vøllin, og tað eydnaðist hjá heimaliðnum at javna, tá ein tími varð leiktur. Tað var rutineraði Bárður Olsen sum skoraði við langskoti. Tað kom einki mál afturat úti í Vika, og talan var um einasta javnleikin í fyrsta umfari.

HB - KÍ 0-3 (0-1)
Boris Dosljak 0-1
Semir Hadzibulic 0-2
Páll A. Klettskarð 0-3

Víkingur - Skála 1-0 (0-0)
Adeshina Lawal 1-0

TB/FCS/Royn - NSÍ 0-4 (0-2)
Klæmint A. Olsen 0-1
Klæmint A. Olsen 0-2
Betuel Hansen 0-3
Petur Knudsen 0-4

EB/Streymur - B36 3-2 (0-1)
Meinhard E. Olsen 0-1
Rógvi Egilstoft Nielsen 1-1
Jónstein Magnussen 2-1
Kaimar Saag 2-2
Ragnar B. Danielsen 3-2 (br.)

AB - 07 Vestur 1-1 (0-1)
Gilli Samuelsen 0-1
Bárður Olsen 1-1

Komandi umfar verður leikt leygardagin(17/3) - har er millum annað lagt upp til brak við Løkin, har KÍ er á vitjan:

2.umfar: 

Skála - B36
HB - Víkingur
EB/Streymur - AB
07 Vestur - TB/FCS/Royn
NSÍ - KÍ