(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Samanstoytur, harðskapur og eldur – løgreglan havt úr at gera



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

20.03.2018 - 10:57

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Lógarbrot

Av løgreglustøðini verður sagt, at har hevur verið úr at gjørt í dag og í gjár.

Í morgun var ein samanstoytur á Ringvegnum í Havn. Tveir lastbilar rendu saman, tá tann eini ikki helt sína víkiskylda har Vestari og Norðari Ringvegur møtast við Oyggjarvegnum. Har stóðst bert materiellur skaði í samanstoytinum.

Klokkan 23:42 gjárkvøldið komu boð um, at eldur var í einum lastbili omanfyri Hvítanesi, har nýggi undirsjóvartunnilin verður gjørdur. Lastbilførarin fekk nakað av roykskaða. Í løtuni verður kannað hví eldur kom í lastbilin.

Í Klaksvík varð boðað frá einum harðskapsmáli í nátt, har fólk var farið til hendurs í einum húsum og í Havn var ein bilførari steðgaður kl. 17.02 í gjár. Hesin varð tikin fyri at koyra ávirkaður.