Mynd: Jens Kristian Vang

Samanumtøka: Leikarirnir vístu ein annan hugburð enn seinast

Høgni Midjord

15.10.2014 - 03:09

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í góðum líkindum, tó heldur kølið, tóku Føroyar í kvøld ímóti Ungarn á Tórsvølli. Okkara menn skuldu reisa seg eftir vánaliga avrikið ímóti Norðurírlandi leygardagin. Síðani hesin dysturin var av, hevur prátið verið um manglandi stríðs-og vinnarahugburð á føroyska liðnum.

Ísland vann í gjár 2-0 á HM-bronsuvinnarunum. Teir liggja á odda í bólki A við fullum stigatalið eftir 3 dystir. Við stríðið og vinnaravilja vístu Ísland, at sjálvt um fólkatalið er sera lágt, so kann man basa risa tjóðum sum Holland. Hetta fekk fleiri at hugsa, at um brøðratjóð okkara Ísland megnar at fáa eitt tílíkt úrslit, so burdi føroyska liðið í minsta lagið fingið eitt sindur betur úrslit, enn talan er um í løtuni.

Hetta prátið tykist hava ávirka spælarar og venjarar á føroyska liðnum, ið komu út á vøllin og bardust sum úlvur á skóg. Fróði setti beinanvegin dagsskránna við fleiri góðum takklingum.

Fyrstu 20 minuttirnar høvdu Føroyar mesta spælið og vóru nógv meiri vandamiklir í álopunum. Serliga eyðsýndir vóru teir á miðvøllinum, har menn, við Fróða á odda, veruliga vístu stríðsvilja.

Á miðvøllinum vóru 2 debutantar, Brandur Olsen og Sølvi Vatnhamar. Frá byrjan av smæddust teir ikki burtur. Serliga 18 ára gamli Brandur vann nógvar nærdystir og var ikki bangin fyri at bjóða seg fram til bóltin. Tað sást ikki á honum, at hetta var hansara fyrsti dystur fyri Føroyar. Sum heild ein sera góður dystur frá unga skálvíkinginum, ið vit heilt sikkurt koma at síggja meiri til á landsliðnum framyvir.

Miðvøllurin megnaði annars væl at halda uppá bóltin gjøgnum allan dystin og og mennirnir vístu munandi betri spæl enn tað, ið vit sóu seinasta dyst.

Fyrstu royndirnar áttu Føroyar. Hallur Hansson var í tveimum førum tætt við at skora, tá ið hann kom til skot inni í brotsteiginum, men Ungarn fekk vart fyri báðum royndunum.

Men sum so mangar ferðir áður, so fáa vit onki burturúr okkara møguleikum. Ungarn fær sítt fyrsta álop í dystinum í 20 minutti. Hetta endar við frísparki, ið Gunnar Nielsen megnar at bjarga út til hornaspark. Hornasparkið endar við trunkaspælið, har bólturin kemur fyri føturnar á Ungarska leikaranum Ádam Szalai, ið lættliga kann trilla bóltin í eitt opið mál til 1-0 til Ungarn.

Næstu 10 minuttirnar taka Føroyar yvir aftur dystin og flyta bóltin væl sínámillum. Men júst sum, tá ið fyrsta málið kom, fekk Ungarn ein risa møguleika. Eitt skot endar við, at Gunnar bjargar bóltinum, ið dettur út til ein Ungarskan leikara, men Gunnar er knappur og fær bjarga enn einaferð og vandin er av á hesum sinni.

Eftir hetta stýrir Ungarn dystinum og ferðin á dystinum fellur eitt vet. Teir flyta bóltin væl frá síðu til síðu og fáa føroyingar at renna nógv eftir bóltinum.

Seinni hálvleikur er rættiliga javnur. Liðini skiftast um at leypa á og bæði liðini hava vandamiklar støður.

Fyri at fáa útjavnandi málið setur Lars Olsen Kaj Leo í Bartalsstovu og Arnbjørn Hansen á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleikið. Gilli kemur eisini á vøllin síðstu 10 minuttirnar.

Útskiftingarnar hava eina góða ávirkan. Føroyar koma beinanvegin betur inn aftur í dystin og Kaj Leo í Bartalsstovu setur týðiliga meiri ferð í síðurnar á føroyska liðinum. Hetta er kanska tað einasta, ið vit saknaðu fyrr í dystinum, har Christian Holst ikki hevði ein góðan dyst á vinstra vongi.

Føroyar trýsta sera nógv seinastu minuttirnar fyri at fáa útjavnandi málið og fleiri ferðir er um reppið at teir fáa tað.

Samanumtikið eitt góðtikið avrik frá Føroyum. Tað sum vit kunnu taka við okkum og vera nøgd við er, at leikararnir vístu ein annan hugburð, enn seinast. Tað sást eisini týðiliga á venjaratoyminum, at teir vildu hava menn at stríðast, har serliga Jóhannes Jacobsen fleiri ferðir var framm við síðulinjuna og skumpaði undir at fáa leikararnar at berjast fyri útjavnandi málinum.

Avrikið var gott, men tað er ikki nokk, at leika ein góðan dyst so leingi sum onki mál kemur. Tað er hóast alt úrslitið, ið telur og hetta fingu vit enn einaferð ikki við okkum í dag.

Endaliga støðan gjørdist 1-0 til Ungarn.