Jógvan Arge og Jon Hestoy hava samarbeitt um bókaframleiðslu í 30 ár. Her fegnast teir um nýggjastu útgávuna hjá Jógvani, sum eisini er prentað hjá Jon Hestoy á Føroyaprenti

Samarbeitt um bøkur í 30 ár



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Innsent

09.11.2017 - 21:08

Mentan > List > Bókmentir

Samstundis sum Jógvan Arge hevur givið sína 22. bók út, hevur hann samarbeitt við prentsmiðjuna hjá Jon Hestoy í 30 ár.

Samarbeiðið byrjaði í 1987, tá Jon flutti Hestprent úr Suðuroy til Havnar, og Niels Juel Arge gav út sína triðju bók um Stríðsárini 1940-45. Jógvan var við í hesi framleiðsluni. Í røðini vóru seks bøkur, og samarbeiðið helt fram, tá røðin “Teir sigldu úti” kom út í fimm bindum frá 1991 til 1996.

Jógvan sjálvur skrivaði fimm bøkur í 80unum, sum vórðu prentaðar ymsastaðni. Í 12 ár frá 1993 til 2004 lat hann úr hondum 12 bøkur, sum allar vórðu framleiddar hjá Hestprenti.

Síðani hevur verið longri ímillum útgávurnar, men rættilig ferð kom á aftur, tá hann fór undir røðina “Mín krýnika”, sum higartil er komin í trimum bindum. Hendan røðin verður prentað á Føroyaprenti, sum prentmsmiðjan hjá Jon Hestoy eitur í dag.

Líkt er til, at samarbeiðið heldur fram, tí krýnikan er ikki liðug enn, skrivaði høvundurin í fororðinum í nýkomnu bókini “Journalistur og útvarpsmaður”, sum snýr seg um hansara fyrstu royndir í journalistikki á Ritzaus Bureu í Keypmannahavn og í Útvarpi Føroya.